týsdagur 21. desember 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JÓLAPRÁT
Edvard Joensen
At fáa feskt til jóla var tann stóri
dreymurin. Slapst á flot tollaks-
messudag, vóru jólaknettini
bjargað. Og tað dámdi fólki best
at fáa til døgurða jóladag. Men
var uppiløga, var gamal hav-
hestur ella saltgrind etin til døg-
urða á jólum.
– Soleiðis var á Slættanesi, í
árunum undan seinna heimsbar-
daga og har á leið, greiðir
Jørmund Skoradal frá. Hann er
føddur á Slættanesi í 1934 og
uppvaksin har. Jørmund býr í
dag í Sandavági.
Slættanes hevur ikki verið so
nógv øðrvísi enn aðrar bygdir í
landinum í teirri tíðini. Har búði
fólk og fekst við tað arbeiðið,
sum var har at gera. Menn vóru
skipsmenn, og konurnar vóru
heima og høvdu nokk at takast
við. Børnini vóru nógv. Eitt
skifti um krígstíðina seinnu
búðu umleið 70 fólk á Slætta-
nesi, og av teimum vóru eini 30
skúlabørn, minnist Jørmund
Skoradal.
Jólahald í felag
Á Slættanesi vóru fólk savnað
annan jóladag til jólatræshald í
skúlanum, greiðir Jørmund frá.
Tað var ikki so, at hvørt húsið
hevði sítt jólatræ. Tað var verri
enn so. Og viðhvørt varð nóg
ringt at fá eitt jólatræ, sum
kundi setast upp í skúlanum til
alla bygdina at savnast um.
Eitt árið minnist hann, at einki
jólatræ fekst. Helst hevur tað
verið undir krígnum, tí tá
manglaði so mangt, og ivaleyst
hevur jólatræ ikki verið tað
fyrsta, sum sent varð við farma-
skipinum úr Bretlandi.
Á Slættanesi var ikki annað at
gera, enn so mangur annar hevði
roynt. Teir funnu eitt kustaskaft,
sum teir negldu nakrar »grein-
ar« uppá. Og so var at fáa klætt
hetta góða, eftirgjørda jólatræ.
Teir fóru við posa í hagan at
royta lyng. Og tað bar væl til.
Óført jólatræ á Slættanesi,
minnist Jørmund.
Fátæksligur jólam
Gomul mynd av Slættanesi. Helst tikin einaferð undir seinna heimsbardaga
14