týsdagur 13. oktober 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
14. OKTOBER 2020 · NR. 72
Sosialurin
20
EYSTUROY
Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin í Fuglafjarðar
kommunu, Sonni á Horni, er
ógvuliga fegin um, at stóra
skúlaverkætlanin í Fuglafirði
nú nærkast endanum.
- Tað er fantastiskt at síggja,
at skúlin nú byrjar at verða
liðugur, og at vit veruliga
síggja, hvussu stóra skúlaverk
ætlanin, sum vit bara kendu á
tekniborðinum, nú sæst sum
torg, ítróttarhøll, bókasavn,
skúlastovur og arbeiðshøli av
ymiskum slag, sigur borgar
stjórin.
Seinasta fríggjadag vísti
Sonni á Horni okkum runt í
nýggja skúlabygninginum, har
nógvir mans vóru til arbeiðis.
Her vóru timburmenn, elek
trikarar og gólvmenn, sum allir
høvdu nóg mikið at fara eftir,
nú nógv er í gongd í senn.
- Byggingin hevur gingið
væl, og eg eri serstakliga væl
nøgdur við tað arbeiði, sum
higartil er gjørt. Av ymiskum
orsøkum er verkætlanin nakað
seinkað í mun til upprunaligu
ætlaninar, men vit vænta, at
skúlaverkætlanin verður undir
landi, tá komið er nakað út í
2021.
Metti kostnaðurin av skúla
num í Fuglafirði er stívliga 100
miljónir krónur.
Skúlin eitt hjartamál
Sonni á Horni leggur dent á, at
skúlaumstøðurnar hava ikki
verið tíðarhóskandi, men nú
fær Fuglafjørður umstøður til
skúlabørnini, sum øll í kom
mununi kunnu vera errin av.
- Tað er eingin loyna, at skúlin
er eitt av mínum hjartamálum,
sigur borgarstjórin, sum týði
liga errin vísir okkum í hvønn
atkomiligan
krók
í
stóru
skúlaverkætlanini.
Fuglafjarðar
kommuna
hevur góð ansingartilboð og
tað, sum barnafamiljur í fyrsta
lagi spyrja eftir, er ansingar
tilboð og skúlaumstøður.
- Tað er ein sjálvfylgja, at ein
kommuna sum okkara hevur
góð ansingartilboð og ein góðan
skúla, sigur borgarstjórin.
Vaksin tríggjar ferðir
Fuglafjørður
hevði
framm
anundan ein skúla, sum var
umleið 1000 fermetrar til
samans, harav serliga gami
skúlin var niðurslitin.
- Nú fáa vit ein nýggjan og
nútímans skúla, og saman við
nýbyggingini verður samlaða
fermetratalið í skúlaumhvørvi
num umleið 3000 - ella tríggjar
ferðir so stórt, sum tað hevur
verið, sigur borgarstjórin.
Men, nýggi skúlin í Fuglafirði
fær eisini ítróttarhøll, sum fer
at geva næmingunum heilt
aðrar umstøður enn tær, sum
vóru í gamla skúlanum.
- Vit fáa ítróttarhøll og nýtt
og gott bókasavn, umframt
allar aðrar nútímans umstøður,
sum hoyra einum nýggjum
skúla til, sigur Sonni á Horni,
meðan vit spáka kring um í
nýggja skúlabygninginum í
Fuglafirði.
FUGLAFJARÐAR
SKÚLI VERÐUR
NÚ TRÍFALDAÐUR
Soleiðis gongur
við stóru
skúlaverkætlanini
í Fuglafirði.
Gólvvíddin, sum
áður var 1000
fermetrar, verður
nú 3000 fermetrar