Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 14. OKTOBER 2020 · NR. 72 Sosialurin 26 EYSTUROY Árni Gregersen Tá ið ferðast verður kring landið, so hyggja vit ofta eft­ir um okkurt serligt er í ein­støku kommununum ella í bygd­un­ um. Runavík og Skálaafjørðurin sum heild er eitt virkið øki. Har er hópur av fyritøkum, sum fram­leiða matvørur til út­flutn­ ings við Bakkafrost á odda. Har er eisini eitt handilslív, sum umboðar allar tær stóru handils­keturnar í Føroyum. Men har eru eisini handlar við egnari sál og vøruúrvalið, sum ikki finst á hvørjum tanga. Tá ið tú kemur út gjøgnum Saltangará og út móti Høgabóli liggur ein handil oman­ fyri vegin. Navnið á húsa­ síðuni er skrivað við sving­ andi bókstavum og navið er tað sama, sum enska krún­ prinsessan hevði: Diana. Alt til ítriv Handilin hevur tó onki sam­ band við fyrrverandi ensku krún­prinssesuna, men er navnið á henni, sum upp­runa­ liga byrjaði handilin í Lamba, Diana Jacobsen. Nú eru tær tvær um handil­ in, Diana Jacobsen og Odd­vør Petersen. Seinastu fimm árini hava tær bygt handilin upp við Heiðavegin. -Her koma fólk úr øllum ættum at keypa og spyrja seg fyri um handarbeiðið, binding og ítriv, sigur Diana Jacobsen. Tá tær verða spurdur um, hvat tað er tær, selja og sum ger júst hendan handilin so áhugaverden, serliga hjá konu­ fólki, sigur Oddvør Petersen: -Vit selja meturvørur, seymi­ maskinur og tilhoyr, tógv og stokkar umframt alt møguligt til handaligt ítriv. Talan er um ein rættuliga stóran handil av hesum slag­ num – og neyvan finst ein til­ svarandi handil í landinum, hóast hann sum sum skrivar hesar reglur ikki sjálvur gongur í slíkar handlar dagliga. -Her er nógv inni av ymisk­ um slag. Tað má eg viðganga, sigur Diana Jacobsen. Hon byrjaði sjálv handilin í Lamba, men flutti seinni út í Runavíkina í handilin hjá Pidda hjá Olivari, men seinastu fimm árini hava tær húsast á Heiða­vegnum, beint omanfyri Høgaból. -Eg haldi kanska tað telur eitt sindur, at vit eru eitt sindur bygdasligar og blíðar uppá tann mátan. Harumframt vita kund­ar­nir, at tey kunnu spyrja okkum um ráð, tí tey vita, at vit vita hvat vit tosa um, tá ið tað snýr seg um seyming og annað handaligt, sigur Diana Jacob­ sen. FÓLK ÚR ØLLUM LANDINUM VITJA Í HANDLINUM DIANA Skal tú gera okkurt handaligt ítriv ella binda ella seyma, so er vert at vitja handilin Diana á Høgabóli Daiana Jacobsen og Oddvør Petersen rek í felag handilin Diana í Runavík Hjá Dianu fæst alt til binding og seyming, men eisini alt til handaligt ítriv