týsdagur 21. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eisini minnist Jørmund, at tað
onkuntíð
var
smáligt
við
jólaljósum undir krígnum. Men
einaferð vóru slættanesmenn so
hepnir, at teir funnu eina rúgvu
av stearini, sum kom rekandi
gjøgnum Sundið.
Tá reki kom framvið, varð
bátur flotaður eftir honum, og
soleiðis varð eisini gjørt hesa-
ferð. Teir fingur hetta góða
stearinið til høldar og gjørdu so
ljós burturúr.
Eisini aðrastaðni var illa statt
við ljósum hesa tíðina. Men
hesa ferðina, slættanesmenn
funnu alt hetta stearinið, varð so
mikið til, at teir seldu burtur av
ljósunum, teir gjørdu, greiðir
Jørmund frá.
Hetta við jólatrænum í skúl-
anum var jú bókstaviliga jóla-
dagur hjá børnunum. Góðgætið
var ikki tað stóra í mun til tað,
sum nú er. Onkur appelsin ella
súrepli. Nøkur brústsukur og
onkur rosina vórðu latin í
kramarhúsini, sum hingu á
trænum. Tá so liðugt var at
syngja, dansa og lesa um hetta
góða træ, vórðu kramarhúsini
býtt millum børnini. Og tað
mundi hjá fleiri vera ein tann
frægasti dagurin í árinum í so
máta.
Ofta vóru tað eldru genturnar,
sum skipaðu fyri. Viðhvørt
lærarin ella onkur vikarur, sum
var við skúlan á Slættanesi,
greiðir Jørmund Skoradal frá.
Kirkja er eingin á Slættanesi,
men skúlin varð so brúktur at
lesa lestur í. Eisini var guðstæn-
asta har, tá prestur viðhvørt kom
framvið. Báðar jóladagarnar
var, sum rímiligt er, lisin lestur í
skúlanum.
Í fimtiárunum var Frímann á
Brúnni, sum seinni gjørdst
prestur millum annað á Eiði og á
Sandi, læraravikarur á Slætta-
nesi. Hann gjørdi meira burtur-
úr, enn undanmenninir høvdu
gjørt, og innrættaði skúlan við
bæði altari, prædikustóli og
altartalvu. Jørmund Skoradal
vigur, at hann var við til at
hjálpa honum við hesum.
So høvdu tey talvuna á vestara
endavegginum í skúlastovuni
gerandisdagar, og sunnudag
vendu tey so stólunum og móti
altarinum í eystara endanum.
Samstarvaðu
Alt skuldi fáast uttaneftir, sum
brúkast skuldi á jólum. Var tað
handilsvøra, varð farið til Vest-
manna eftir henni. Og tað, sum
etast skuldi, mátti fyri tað mesta
fáast úr sjónum.
So menninir býttu seg sundur
eitt nú tollaksmesudag, um sjó-
veður var. Summir fóru á flot at
fáa til jólaknettini, og aðrir fóru
til Vestmanna til handils. Handl-
að varð altíð hjá Akseli Hansen
á Bakkanum í Vestmanna,
greiðir Jørmund Skoradal frá.
Teir, sum fóru til Vestmanna,
fingu ein lista við at keypa fyri
teir, sum fóru norður um við
snørinum. Og aftur fyri var so
býtt til bygdina, um teir fingu
nakra nøgd av fiski. Soleiðis
gjørdi hvør sítt til, at jól kundu
haldast um alla bygdina.
Kyrruvont pláss er á Slætta-
nesi, so tað varð ikki dúvað
uppá, at tað skuldi vera kyrra
tollaksmessudag. Tá leið móti
jólum, varð hvør løta tikin, sum
flótast kundi. Tí teir vildu sleppa
undan at noyðast í lakatunnuna
eftir jóladøgurðanum. Betri
dámdi teimum at fáa nýggj
knetti og feskan, gamlan hav-
hest, sum varð fleygaður í bakk-
anum
norðanfyri.
Knettini
plagdu at vera døgurðin jóladag,
greiðir Jørmund frá. Men tá tað
miseydnaðist at sleppa á flot,
flutti havhesturin upp í tign og
gjørdist fyrri døgurðin, og
saltgrind varð so tikin annan
dag.
– Tað sær út til, at tað vóru
nógv fleiri grindir fyrr, heldur
Jørmund. Í hvussu er var altið
nokk av grind á Slættanesi.
Slættanesfólk vóru ikki jarð-
areigarar. Tað vóru traðarmenn,
sum settust niður á Slættanesi í
síni tíð, og sum so røktaðu fyri
sandavágsmenn. Fyrsta búset-
ingin var longri heimi, men
haðani varð flutt aftur, tí har var
ikki verandi fyri teimum forn-
isku, varð sagt.
Ymsar metingar eru um, hvat
tað var, sum spøkti so illa, at tey
ikki fingu búð í frið. Men
Jørmund Skoradal ivast í, um
tann teoriin heldur, sum sigur, at
tað var fólk, sum gekk norður at
gera ónáðir. Tað var í longra lagi
at fara, tí langt er at ganga úr
øllum bygdum í Vágum, og
neyvan hava vestmenningar
heldur flotað bát bara fyri at fara
yvir um Sundið at arga fólk,
heldur hann. So ivaleyst hava
tey fornisku ikki hildið tað verið
serliga hugaligt við hesum sel-
skapinum, tey høvdu fingið.
Flutt varð so longri norður, og tá
bar til. Í 129 ár búði fólk á
Slættanesi.
Borið um fjøll
Tað sum kom á Slættanes við
posti, varð borið um fjøllini. Og
tað var sjálvandi alt árið. Men á
jólum var meira enn aðrar tíðir,
so tá plagdi tveir mans at koma
við postinum, sum kom úr
Sørvági.
Farið varð úr Sørvági niðan
gjøgnum Húsadal, tvørtur við
heimara enda á Fjallavatni og so
upp um fjøllini norður á Slætta-
nes.
Slættanesmenn plagdu, eins
og gjørt varð so manga aðra-
staðni, at fara eitt sindur varliga
avstað, tá teir skuldu fáa sær ein
dropa av jóladrekka. So teir fóru
summir til Vestmanna at greiða
hetta soleiðis meira ella minni í
duldum. Farið vað tá við báti, og
hetta varð avgreitt í sama farti,
sum onnur ørindi. Og so sást
ikki so nógv til hetta.
Men onkur fekk eisini ein
kassa sendandi við postinum.
Og hann varð so borin um fjallið
úr Sørvági. Tað vóru hesir hvítu
flamingokassarnir, sum føroy-
ingar kendu so væl fyrr, minnist
Jørmund Skoradal. Og tá plagdi
viðhvørt at »grenja í postinum«,
sum sagt varð, tá kassarnir bóru
saman.
Og eins og aðrastaðni varð
eisini farið upp á gólv á Slætta-
nesi annað jólakvøld. Tá mundi
verða sett á innihaldið í teimum
hvítu køssunum, sum sørvingar-
nir høvdu borið teimum, heldur
Jørmund.
Hann minnist, at tey plagdu at
dansa heima hjá ommu hansara,
tá hann var smádrongur. Tað var
mest Slættanesfólk. Ikki var
vanligt, at fólk kom aðrastaðni
soleiðis bara at dansa. Fremm-
andafólk var viðhvørt á Slætta-
nesi á jólum, men tað var fólk,
sum annars kom at halda jól
saman við familju.
Tað kom tó fyri, at slættanes-
fólk fór aðrastaðni at dansa á
jólum. Serliga teir yngru menn-
inir. Til Vestmanna kundu teir
finna uppá at fara við báti, um
líkindini vóru góð. Og onkuntíð
gjørdu teir eisini ein túr til Kví-
víkar at dansa, minnist Jør-
mund. Ta komst nú mest av, at
ein slættanesgenta var gift í
Kvívík, og so høvdu teir onkun-
staðni at gista, um teir ikki
sluppu heimaftur, heldur hann.
matur á Slættanesi
Jørmund Skoradal er føddur á Slættanesi í 1934. Familja flutti í
fimtiáunum til Vestmanna. Í dag býr Jørmund í Sandavági
15