hósdagur 15. oktober 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
16. OKTOBER 2020
Jú víst er politikkur í kommunustýrum
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo
sansir.fo
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið
tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum
umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta
dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast sløk 300 fólk.
STYRK TÍNAR
FØRLEIKAR
HVØNN DAG
Spennandi yrkisútbúgvingar innan betong, jørð-
og kloakk, múraraøkið, timbur og maskinsmíð.
Vit søkja eftir lærlingum innan byggi- og
verklagsvinnuna at byrja 2. november 2020 ella
eftir nærri avtalu. Ein útbúgving sum tú kann
brúka alt lívið!
Freistin at søkja er 19. oktober 2020.
Kom í læru hjá ArtiCon
Les meira á www.articon.fo
– Men at stríðast um loysing og
samand er fjart frá kommunupol
itikki
Nú kommunuvalini stunda til kring landið
er sum vanligt eisini ávíst kjak um, hvørt
tað er rætt hjá politisku flokkunum at stilla
upp.
Tey eru, sum halda, at kommunupoli
tikkur er ikki fyri politisku flokkarnar, sum
skulu halda seg til Løgtingið.
So einfaldur er veruleikin tó ikki. Væl
vita vit, at siðvenja er ikki at politisku
flokkarnir stilla upp í flestu bygdum, með
an tað í Havn altíð hevur verið stillað upp
politiskt, eins og í Klaksvík, í Vági, á Tvør
oyri og í Gøtu og nú Eysturkommunu.
Mangan hava eisini verið aðrir listar, og eitt
nú á Tvøroyar er tað helst bara Javnaðar
flokkurin, sum altíð stillar upp politiskt og
enntá viðhvørt við fleiri listum.
Í so máta tykist eingin broyting at vera
hesaferð.
Tað verður ført fram, at tað ber ikki til at
draga spurningar um loysing og samband
inn í kommunupolitikk. Og tað er jú rætt.
Men hinvegin fyllir virðispolitikkur nógv í
samband við kommunuval – og tað hóskar
kanska best til Javnaðarflokkin og Fólka
flokkin, sum kunnu reka sín politikk í
kommunum eins og í Løgtinginum.
Tað kann sjálvandi vera ein trupulleiki
hjá stjórnarflokkinum í Havn, Fólkaflokk
inum, at sami flokkur í landsstýri og á Løg
tingi er so pírin, tá tað kemur til Havnina.
Fólkaflokkurin leggur fótonglar fyri
almennari íbúðarbygging í Havn, meðan
fólkafloksbýráðið í Havn egnir við »at
halda fram við íbúðarbygging«, sum sami
flokkurin í landsstýrið altso hevur steðgað.
Tá hevði verið ólíka lættari hjá Anniku Ol
sen og Boga Andreasen at verið púra óheft
av Jørgen Niclasen og Elsbeth Mercedis.
Men tað eru tey ikki.
Hvussu polariseringin kann verða í
Havn er ilt at meta um. Enn hava vit bara
sæð eina veljarakanning til býráðsvalið
í Havn, og sambært henni tykist Javnað
arflokkurin at draga longra stráið, með
an Tjóðveldi verður stóri taparin. Upp á
spurning um borgarstjóra peikar kanning
in beint á Heðin Mortensen. Men harvið
er spurningurin um borgarstjóran ikki
greiddur – tað verður ofta millum tey valdu
til eitt frával heldur enn eitt tilval.
Um valið ikki verður eins greitt og fyri
átta árum síðani – tá Javnaðarflokkurin
og Heðin Mortensen vunnu reinan meiri
luta, so stendur alt opið viðvíkjandi borg
arstjóra.