Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hon samanber støðuna hjá sær við støðuna hjá svenska yvirlæknanum, sum tók avgerð- ina um at flyta sjúklingin til Havnar. Hann kundi eisini havt verið farin við, men ístaðin fór tann ungi danski læknin, sum bert skuldi arbeiða í Føroyum í 14 dagar. – Svenski læknin fór úr Før- oyum tá, og hann hevur ongan- tíð verið her aftur síðani, sigur Jónbjørg. --- Tað var ómetaliga svárt fyri øll, sum á ein ella annan hátt varð- aðu av vanlukkuni. Jónbjørg sigur, at tey tosaðu sera nógv um vanlukkuna á sjúkrahúsin- um. Tað hjálpti henni nógv, sigur hon. Tá var ongin kreppu- hjálp at fáa, so tey gjørdu nógv við at tosa saman – bæði til arbeiðis og heima. – Eg trúgvi ikki, at tú nakran- tíð kemur yvir slíkt, og tað tók mær langa tíð at læra meg at liva við tí. Tað hevði uttan iva tikið nógv stytri tíð, um skipaða kreppuhjálpin, sum er at fáa í dag, hevði verið tá. Eisini til tey nærmastu hjá teimum, sum fórust, heldur Jónbjørg. Fyrst og fremst at tosa við starvsfelagar og familju gjørdi sítt til, at Jónbjørg so við og við kundi leggja vanlukkuna aftur um seg. Sjálv royndi hon eisini at seta nakrar ávísar tankar í høvdið á sær fyri betur at kunna fata, at slíkt kann henda. Jón- bjørg er sera gudrøkin, og hon greiðir frá, at ein tanki, sum hon hefti seg nógv við ta fyrstu tíðina var hetta, at nøkur ting ella viðurskifti henda, tí tað er meiningin, at tey skuldu henda. – Teirra lív skuldi ikki verða longri enn so. Tað hjálpti mær at hugsa soleiðis ta fyrstu tíðina, sigur hon. --- Vanlukkan á Borðoyavík skelk- aði alt landið. Men skelkurin næst eftir teimum avvarðandi var kanska størstur hjá starvs- fólkunum á sjúkrahúsinum. Ein full skrá av skurðviðgerðum vóru dagin eftir vanlukkuna, men har steðgaði alt upp. Tey gjørdu bert tað mest akutta. Øll hini vórðu send heimaftur. – Tað má eg siga, at fólk vóru serstakliga forstáilig, sigur Jónbjørg, sum meginpartin av tíðini var heima hjá familjuni hjá Torgerð. Hon heldur ikki, at hon var før fyri at troysta nakran, men hon vildi vera har hjá familjuni. Dagarnir aftaná vóru sera tungir. Tað var torført hjá Jón- bjørg at fara til arbeiðis aftur á somu skurðdeild, sum tær báðar høvdu arbeitt á. – Eg sá hana fyri mær – ser- liga um eg gekk eftir skurð- gongini einsamøll, og tað var myrkt. Eg hugsaði allatíðina um hana, og hon manglaði. Tað ger hon enn, sigur Jónbjørg. --- Síðani vanlukkuna hevur sjúk- lingaflutningurin av Klaksvíkar sjúkrahúsi yvirhøvur gingið fyri seg við sjúkrabilinum. Starvs- fólkini vilja helst sleppa undan at flyta við tyrluni. Jónbjørg hevur tó einaferð verið við tyrluni síðani vanlukkuna. Tað var mitt á degi og í góðum veðri. – Tann sjúklingurin var sera vánaligur, so vit fóru við tyrluni. Men mær dámar best at fara við sjúkrabili – serliga um kvøldið, viðgongur Jónbjørg. Hon heldur fram, at lívs- áskoðanin broytist eftir eina so skelkandi vanlukku. – Tað gekk upp fyri mær, hvussu ómetaliga skjótt vit kunnu missa hvønnannan. Hvussu týdningarmikið tað er at seta prís upp á eitt gott lív og eina góða heilsu. Men eg trúgvi ikki, at eg broyttist so nógv sum mamma, kona ella starvsfelagi. Men jú, lívsáskoðanin bleiv so avgjørt broytt, sigur Jónbjørg hugsunarsom. Vanlukkan merkti eisini sjúkrahúsið serliga ta fyrstu tíðina eftir vanlukkuna, og tað kemur enn fyri, at tey tosa um Torgerð, tí tey eru fleiri, sum kendu hana, sum framvegis arbeiða har. – Tyrluvanlukkan setti síni merki onki at ivast í. Tað var sera torført, tí vit kendust væl, og vit vóru báðar til arbeiðis hatta kvøldið, og hon kom ong- antíð heimaftur. Men so kann man eisini hinvegin siga, at hon gjørdi sítt arbeiði til tað síðsta, sigur Jónbjørg Josephsen. 19 – Tað er ongin ivi um, at vanlukkan rakti okkum øll hart. Familjan hjá danska læknanum, sum bert skuldi arbeiða í Føroyum í 14 dagar, kom til Føroya fyri nøkrum árum síðani. Tey søgdu, at tá tey sluppu at síggja vanlukkustaðið, kendu tey tað, sum tey fingu avsluttað alt, sigur Jónbjørg Josephsen Mynd: Jens K. Vang ki meg