hósdagur 15. oktober 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 73
26
Ikki við: Filip í Liða
(langtíðarskaddur), Hans Jákup
Annfinsson (skaddur restina av
árinum)
Ikki við: Eli Falkvard Nielsen
(Leikbann), Hugin Samuelsen
(Búkskaði), Andrias Eriksen
(Mjødnin)
Ivasamur: Andrass Johansen
(Vøddaskaði)
Ikki við: Tóki H. Johannesen
(leikbann)
Ikki við: Teit Jacobsen
(krossbandið, langtíðarskaddur),
Jákup L. Thomsen (knæið, 1-2
vikur), Delphin Tshiembe, Mikkel
Frankoch (fóturin)
Ivasamir: Mads B. Mikkelsen,
René Shaki Joensen
Ikki við: Jan Ó. Ellingsgaard
(givin), Ari Ó. Ellingsgaard
(langtíðarskaddur), Dánjal á
Lakjuni (givin), Filip Djordjevic
(fyribils burturvístur)
LIÐ TÍÐINDI
B36
ÍF
HB
AB
EB/STREYMUR
TRÓNDUR ARGE
L
eygardagin og sunnu
dagin verður 24. umfar
í landskappingini hjá
monnum. Eftir tvær
vikur við landsliðsfótbólti, so
byrjar endaspurturin í føroysku
kappingini leygardagin, tá tveir
dystir eru á skránni. B36 tek
ur móti TB og KÍ tekur móti
EB/Streymi Heimaliðini eru
tvingaði at vinna, um tvey
vilja røkka sínum málum. B36
vil í minsta lagi hava eitt pláss
í Evropa, meðan KÍ rennur
eftir HB í FM-stríðnum.
Sunnudagin eru tríggir dystir. Á
Tórsvølli tekur HB móti Víkingi,
sum hevur havt tríggjar spæl
arar við landsliðnum seinastu
tíðina. Teir hava allir fingið
spælitíð og tað verður brúk fyri
øllum kreftum, um Víkingur
skal gera sær nakrar tankar um
at bjóða av í Evropa, og sam
stundis geva KÍ eina hjálpa
hond, nú tað er leyst upp til HB.
Í Fuglafirði verður dystur
millum tvey feløg, har tað er
órógv í hópinum. Hjá ÍF er
liðskiparin givin og Filip Djor
djevic er fyribils bannaður. NSÍ
hevur skift venjara og tað eru
allir spælararnir ikki so glaðir
fyri. Millum annað vóru hvørki
Betuel Hansen ella Salmundur
Bech í farna dysti.
Sunnukvøldið verður ársins
botngýsari, tá Skála tekur móti
AB. Dysturin byrjar klokkan 18.
Hetta merkir at ongin annar
dystur verður samstundis.
B36-TB (Beinleiðis á FM1)
Leygardagin klokkan 15
DÓMARI:BJARKI DANIELSEN
Árstalsfelagið í Gundadali
hevur spælt ein dyst færri enn
flestu av kappingarneytunum,
men tað er trongt í toppinum,
um liðið skal vinna sær pláss í
Evropa til komandi kappingarár.
Heimaliðið hevur onkra skaða
og tað hava verið fleiri spælarar,
sum hava verið slitnir í summar
av Evropa-fótbólti og eisini U21-
landsliðsfótbólti.
Gestirnir eru uttan Pou
Ingason og Dánjal Godtfred
sum báðir hava leikbann,
meðan Eirikur M. Ellendersen
er skaddur í nakrar vikur. Tað
verður áhugavert at síggja
hvussu aldursforsetin taklar
hetta.
B36 er favorittur at vinna á
heimavølli og tað er eisini eitt
krav, um felagið skal halda lív í
Evropa-vónini.
SOSIALURIN TIPPAR: 3-0
KÍ-EB/Streymur
(Beinleiðis á FM1)
Leygardagin klokkan 18.30
DÓMARI:RÚNI OLSEN
Heimaliðið rennur eftir HB
og sum gongdin hevur verið
í ár, so er ikki pláss fyri nøkur
óvæntaðum
úrslitið
við
Djúpumýru. KÍ hevur víst
styrki í Evropa í summar, men
hevur eisini spælarar, ið hava
spælt nógv á landsliðstúrinum
hesaferð. Eitt nú Jóannes
Bjartalíð byrjaði allar tríggjar
dystirnar.
Heimaliðið er favorittur og
skal vinna, fyri at leggja trýst á
HB, sum sunnudgin spælir ein
av sínum meiri torføru dystum,
ið eru eftir hetta kappingarárið.
Mikkjal Thomssen, venjari,
hevur bara havt hópin til nakrar
heilt fáar fullar venjingar síðani
landsliðið spældi triðja dystin.
Hetta kann blíva eydnan hjá
EB/Streymi, sum spælir eitt
sindur ójavnt fyri tíðina. Okkurt
er avbera gott, men seinasti
dysturin endaði við stórtapi fyri
B36, har sundalagsmenn vóru
aftanfyri við fýra longu aftaná
18 minuttir. Hinvegin hava
spælarar sum Rói Zachariasen
og Hjalti K. Djurhuus fingið
góðar upplivingar við U21-
landsliðnum.
KÍ er stórfavorittur og vinnur
greitt, sjálvt um EB/Streymur
hevur givið tekin um framgongd
síðani í summar.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-0
HB-Víkingur
(Beinleiðis á FM1)
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
HB hevur kós móti FM, men
hetta er ein av dystunum, har tað
á pappírinum kann blíva torført.
Víkingur hevur til tíðir bitið frá
sær og síðani í summar hava
úrslitini verið góð. Heimaliðið
hevur fleiri spælarar, sum eru á
markinum at blíva klárir aftur,
men tað er óvist hvussu nógvar
av teimum við koma at síggja í
dysti sunnudagin.
Gestirnir hava eitt leikbann,
Bergur Gregersen, og nakar
skaðar og snuddir. Elias Lervig
verður ikki við, meðan Geza
David Turi ikki hevur vant nakað
serligt í landsliðssteðginum.
Skal Víkingur gera nakað
við HB. so verður neyðugt at
landsliðsspælararnir, Sølvi
Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar
og Andreas Lava Olsen vísa
landsliðsklassa.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
ÍF-NSÍ (Beinleiðis á FM1)
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: JÓHAN H. ELLEFSEN
Tað er rokaligt í bæði ÍF og NSÍ.
Jan Ó. Ellingagaard, liðskipari,
hevur valt at gevast eftir eina
ósemju við Filip Djordjevic,
sum endaði við at seinnevndi
bleiv burturvístur í eina tíð.
Samstundis er Dánjal á Lakjuni
givin og Ari Ó Ellingsgaard er
skaddur restina av árinum.
Nú verður spennandi at
síggja hvussu ÍF taklar nýggju
støðuna.
Tað er eisini órógv í NSÍ, eftir
at felagið og Glenn Ståhl, venjari,
fóru hvør sín veg. Sum skilst, so
eru fleiri spælarar ónøgdir við
uppsøgnina. Sosialurin hevur
fingið upplýst, men ikki váttað,
at hetta var orsøkin til at Betuel
Hansen og Salmundur Bech ikki
vóru við til dystin á Argjum.
Nú verður spennandi at
fylgja gongdini á vøllinum.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-3
Betri deildin menn 24. umfar: Stórdysturin í hesum umfarinum er
botnbrakið á Skála, har argjamenn eru á vitjan. Hetta er seinasti
kjansurin hjá Skála at hála seg av aftasta plássinum, og hetta er
seinasti møguleikin hjá argjamonnum nærkast niðurflytingarstrikuni
Upptakt:
STØRSTI
STØRSTI
SPENNINGURIN
SPENNINGURIN
ER Í BOTNINUM
ER Í BOTNINUM