týsdagur 21. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LÍVIÐ
Eftir Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Hundsarabotnur
mikudagin
seinnapartin í seinastu viku, ein
av hesum døgunum upp undir
jól, har tað ongantíð gjørdist
ljóst. Uttan fyri á bilvektini
stendur ein stórur lastbilur fullur
av rúkandi asfalti. 16,3 tons
verður rópt gjøgnum rútin.
Bilurin er á veg til Gásadals, har
asfalterað verður niðri í bygdini.
Her er kalt her uppi millum
fjøll. Kavin liggur niður í
Skælingsfjall og nakað oman
um Oyggjavegin, og asfaltið er
heitt undir tí brúna dúkinum
sum skal halda hitanum, so tað
ikki stirnar heilt, áðrenn tað
verða lagt á túnini í Gásadali.
Flikrurnar týnast so skjótt tær
raka brúna dúkin og verður
broyttar frá kulda til flógvan
damp. Tað er kalt hesa tíðina í
Gásadali, tað mátti Uppsala
Pætur eisini sanna fyri mongum
árum síðan, men tað er ein heilt
onnur søga.
Vit eru staddir í vektarrúmin-
um í Hundsarabotni, har ein
stórur partur av skervi og asfalti
verður latið til høvuðsstaðin og
meginøkið í Føroyum. Inni í
vektarrúminum er 29 ára gamli
sumbingurin Alvin Joensen
krýndur kongur. Hann er ikki
einsamallur kongur í hugnaliga
kontrolrúminum, tí hann er
telvari, talvið stendur frammi og
har er ein svartur kongur og ein
hvítur, eins og í øllum tvítalvum
í heiminum. Og so hvørt sum
Alvin flytir fólkið heldur blóð-
baðið fram á teimum svørtu og
hvítu puntunum
– Tað sær út sum eg telvi móti
mær sjálvum, men tað geri eg
ikki. Eg seti upp fyri at síggja
leikirnar, og um eg telvi móti
mær sjálvum, so vinnur altíð
hin, hvør hann so er sigur Alvin
smílandi. Hann er ein heitur
sumbingur,
sum
dugir
at
skemta, hann er heilt ovfarin og
kanska eitt sindur lotur av, at
hansara friðaliga kongaríkið nú
er fylt av journalisti og mynda-
manni og einum lítlum smá-
drongi. Her eru ikki gestir van-
liga inni í rúminum. Gestirnir
eru vanliga uttanfyri á vektini í
stórum lastbilum, teir liva í
einum heimi fyri seg, og Alvin
livir í einum øðrum heimi fyri
seg sjálvan, og teir hava tað gott
saman.
Sumbingur
Samleikin hjá Alvin liggur
sunnast í Føroyum í ein útsynn-
ing. Hann er sumbingur og
hóast hann hevur búð ymsa-
staðni í Suðuroynni og nú er
vorðin ordiligur kollfirðingur,
so kennir hann seg sum
sumbing, og tað fer hann helst at
gera restina av ævini. Men tað
ber væl til hjá einum sumbingi
at búgva norðanfjørðs uttan at
fáa varandi mein av hesum
ávum.
– Hjá mær kann tað gera tað
sama hvar eg búgvi, eg trívist
best í mínum egna selskapi og
mítt egna selskap fái eg ríkiligt
av her í Hundsarabotni, sigur
Alvin og ressast í sessinum.
Vektarrúmið er lítið og tó er
so fínt her inni. Eg illtonkji hann
fyri at hava ruddað áðrenn vit
koma, tí óruddiligari var fyrstu
ferð, eg var her, og tað var sein-
asta summar. Men hann bedýrar,
at hann einans hevur vaskað
gólvið í samband við vitjanina.
Her eru tríggjar teldur, og tað
sær næstan út sum ein flogtorn
við øllum knattunum. Hetta er
ikki so ógvusligt, sum tað sær út
til, roynir Alvin at sissa meg.
Tann eina teldan stendur bein-
leiðis í samband við skrivstov-
una hjá verkinum, tann eina er
til heimabankan, so eg kann
kanna um fólk hava goldið, tá
tey koma eftir førningi, og so
havi eg mína egnu privatu teldu,
sum eg kann stytta mær stundir
við, tá ið minni er at gera, sigur
Alvin.
Og nær hevur hann lítið um at
vera. Tað eru illveðursdagarnir,
tá ið koyrilíkindini eru vánalig
og tá ið illa liggur fyri at arbeiða
kring landið. Hesir dagar eru
langligir og tá fer telvarin í
gongd. Eg telvi á telduni móti
telvarum kring heimin. Tað er
rættuliga spennandi. Eg havi
enn ikki telvað móti nøkrum
stórleikara, men eg telvi á
netinum, sigur hann.
Telvarin í Hu
Vektarmaðurin Alvin og hansara talvfólk í Hundsarabotni
Mynd: Jens Kristian Vang
20