Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Enn ein rættleiðing til Bozenu Rasmussen 23. OKTOBER 2020 Alt stendur opið um borgarstjóra í Havn Fólk, sum verða biðin um at fara í sótt­ar­ hald, skulu ikki longur sita í 14 dagar, sigur Heilsumálaráðið. Heilsumyndugleikarnir eru nú komnir til ta niðurstøðu, at tað er ikki neyðugt at sita í sóttarhaldi í 14 dagar í samband við kor­onu. Sostatt skulu tey, sum verða biðin um at fara í sóttarhald, verða í sóttahaldi í 10 dagar ístaðin fyri 14 dagar, sum higartil. Eingin verður kortini loystur úr sóttarhaldinum fyrr enn tey ikki hava havt nøkur sjúkutekin í trý samdøgur, sigur Heilsumálaráðið. Men hava myndugleikarnir heitt á fólk um at fara í sóttarhald, verður tað framvegis mælt til, at tey lata seg kanna um aftur tann sætta dagin, men hóast tann royndin er negativ, skulu fólk kortini halda fram í sóttarhaldinum til 10 dagar eru farnir. Tær nýggju reglurnar eru eisini galdandi fyri tey, sum longu eru í sóttarhaldi. Fólk, sum koma úr einum landi, sum er hart rakt av koronu, eiga at lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks daga – og tey eiga at vísa eitt serligt varsemi teir fyrstu 14 dagarnar eftir at tey eru komin. Serliga skulu tey hugsa um at halda seg minst ein – tveir metrar frá fólki og at vaska sær væl og ofta um hendurnar, ella at KORONA Næmingar lesa minni enn nakrantíð Tíðargrein, síða 1 M. C. Restorff lat Nielse Skaale grøv sína Siðsøga síða 20-21 Í blaðnum... Tíðin í sóttarhaldi verður nú stytt Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Bozena Rasmussen heldur áfram at viðgera Lands­felag Pensjónista, sum var tað eitt vanligt limafelag. Landsfelag Pensjónista er ikki eitt vanligt lima­felag. Tað er eitt meginfelag. Limir í Landsfelag Pensjónista eru tey 16 lima­feløgini, sum eru at finna kring landið. Ong­ir einstaklingar eru limir í Landsfelag Pen­sjónista. Men ólíkt viðurskiftunum í øðrum meg­ in­fel­øgum hava limafeløgini í Landsfelag Pen­sjónista latið frá sær – delegerað – nøk­ur væl lýst rættindi til limir teirra. Hesi rættindi eru í samband við aðalfund lands­fel­agsins og hava í mong ár verið út­ greinað í § 7 í viðtøkunum. Fram til 2002 fevndu hesi rættindi um møtirætt og tal­ i­rætt á aðalfundi. Í 2002 fingu limirnir í limafeløgunum eisini atkvøðurætt á aða­l­ fundi í landsfelagnum, sum vald umboð fyri lima­feløgini áður høvdu havt. Síðan 2002 hevur setningurin í § 7, har limafeløgini lata frá sær – delegera – áv­ ís rættindi til limir teirra, ljóðað so­leiðis: ”Rætt til at møta á aðalfundi við talu­rætti og atkvøðurætti hava allir limir í lima­fel­øg­un­ um.” Hetta er greið tala, einki er at mis­s­kilja. Limafeløgini hava ikki latið frá sær upp­ skotsrættin. Setningurin í § 3, sum Bozena Rasmussen heing­ir seg í, gav onga meining, har hann stóð, tí § 3 snýr seg um viðurskiftini millum lim­afeløgini og landsfelagið – ikki um rætt­indi hjá limunum í limafeløgunum mótvegis landsfelagnum. Soleiðis sum Bozena Ras­mussen tulkar setningin, er hann eisini í and­søgn til púra greiðu ásetingina í § 7. M.a. av teirri orsøk varð setningurin tikin burtur úr viðtøkunum á eykaaðalfundi 19. oktober 2019. Men limafeløgini hava latið frá sær til sín­ar limir bæði møtirætt, talirætt og at­ kvøð­urætt á aðalfundi landsfelagsins. Upp­ skot­srætturin er næstan tað einasta, tey hava eftir. Um so er, at limafeløgini eisini skuldu havt ætlanir um at avreiða fleiri rætt­indi, eitt nú uppskotsrættin, eiga tey at gera tað við líka so greiðum orðum, sum tey, ið longu standa í § 7. Í hvussu so er ber ikki til at loyva tilvildarligum nevndarlimum í lands­felagnum at ræna rættindi frá lima­ fel­øg­unum við mistulkingum av ivasomum setn­ingum í viðtøkunum. Eg kenni ikki onnur meginfeløg, har lima­feløgini hava latið frá sær so víðgongd rætt­indi til limir sínar. Í MEGD, har Boz­ ena Rasmussen sjálv er forkvinna í ein­um av limafeløgunum, sleppa limirnir í lima­ feløgunum t.d. hvørki at seta fram uppskot ella at atkvøða á aðalfundi, sum tað sæst í við­tøku­num hjá MEGD. Hetta hava lim­a­ feløgini síni valdu umboð at taka sær av. Arne Thorsteinsson Nakað av kjaki hevur verið, hvørt tað er rætt, at politiskir flokkar stilla upp til komm­unuval. Ført hevur verið fram, at flok­s­politikkur órógvar, og at betri er við »ó­politiskum« listum. Í ein ávísan mun ber til at skilja tað, tí summ­ir flokkar fáa illa sín floks­pol­i­ tikk at passa inn í kommunupolitisku mynd­ina. Eitt nú stríðið um stjórn­ar­ við­ur­skifti okkara. Hinvegin kunnu fólk skjótt koma på herr­ens mark, tá eingin politisk skrá er hjá list­u­num – sum ofta bara eru ein í tali. Tá kundi tú tað sama valt ein­stak­ ling­ar, tí so fekst tú tann bara tann vald­an, tú valdi, og ikki onkran annan á list­an­um, sum tú ikki ert samdur við. Men í høvuðsstaðnum hevur hetta sjón­ar­mið ongantíð havt fastatøkur. Kanska tí talan er um størri kommunu, har lætt­ari verður at fyriskipa, tá talan er um et­a­bleraðar flokkar við floks­ skrá­um og organisatiónum aftanfyri. Greitt er tó, at fólk velja ymist frá bý­ráðs­vali í Havn til løgtingsval, tó at rák­ið kann vera tað sama. Av teimum 79 sum bjóða seg fram eru tað bara trý valevni, sum vilja vera utt­an fyri pol­itisku skipanina. Og tó. Teir sum hava stillað upp uttanflokka eru menn úr Mið­flokkinum, sum hev­ ur gjørt av ikki at stilla upp til bý­ráðs­ val í Havn, ein avgerð, sum tað kanska ikki er full semja um í Mið­flokk­in­um. Gáttin er høg at koma inn í Tórs­ havn­ar býráð. Tí ber til at siga við rímu­lig­ari vissu, at smáu flokkarnir og smølu list­ar­nir hava ikki ein livandi kjans at fáa um­boð valt. Tú skalt hava út við 900 at­kvøð­ur, fyri at fáa umboð valt í Tórs­havn­ar býráð. Seinast kostaði síðsti býráðssessurin 829,5 at­kvøður. Framsókn og Sam­ bands­flokk­ur­in eru minstu flokkar í Tórs­havn­ar býráð. Teir hava ein sess í part og á­vik­a­vist 9,9 og 9 prosent av at­ kvøð­u­num. Spenningurin er hesaferð um borg­ ar­stjór­an. Onkur heldur, at stríðið stend­ur millum Anniku Olsen úr Fólk­ aflokk­i­num og Heðin Mortensen úr Javn­að­ar­flokkinum. Men so er ikki. Tí her er alt upp á spæl og nógvir knívar á lofti nátt­ina eftir valið. Tann einasti, sum kann kenna seg tryggan, er tann, sum kann telja upp í sejy á egnum lista. Ann­ars stendur alt opið