Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74 Sosialurin Vísindavøka á ferð í oktober og november Í ár fer Vísindavøka á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 26. oktober til 4. november Talan verður um fýra tiltøk, í Runavík, í Hovi, í Klaks­ vík og í Sørvági, sum eru skipað eftir sama leisti. Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovn­un­ um. Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður at fáa. Hvør framløga verður bert hild­ in eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk. Tiltøkini verða skipað sambært almennu koronutilmælunum og aktuellu støðuni.  Framløgur í Kongshøll og á netinum Størsta almenna granskingar­til­ takið í Føroyum, Vísindavøkan, verð­ur í Kongshøll 6. november. Hó­ ast koronuavmarkingar, er skráin á tremur við feskari føroyskari gransk­ing, sum skal miðlast, so øll skilja. Hetta er dagurin, har granskarar á vanliga máli - og stutt! - leggja fram sína gransking, so øll kunnu vera við. Byrjað verður snimma á morgni klokkan 8:00, og so koma fesku fram­løgurnar sum perlur á ketu heilt fram til klokkan 15:00 seinna­ partin. Høvuðsevnið í ár er korona, men eisini onnur evni verða við­ gjørd. Tiltakið er alment og ókeypis, tó krevst tilmelding til einstøku fram­ løgurnar. Sí skránna á baksíðuni. Plássið er avmarkað orsakað av koronustøðuni. Latið verður upp fyri tilmeldingum á vísindavøka.fo tann 23. oktober. Stroymt verður eisini beinleiðis frá framløgunum, leinki til fram­ løgurnar verður lýst á vísindavøka. fo og á Facebook. Kringvarp Føroya tekur fram­ løg­urnar upp og fer at senda tær seinni í vetur og í vár. Mynd: Annika Sølvará Í fjør var Kongshøll á tremur við fólki til framløgurnar. Orsakað av koronutilmælunum sleppa í mesta lagi 100 fólk inn í senn í ár. Í staðin fer at bera til at fylgja við á beinleiðis stroyming. Stuttfilmar um gransking Á Vísindavøku fara vit at al­ mannakunngera nakrar stutt­ filmar um gransking í Føroyum. Ein filmur verður um, hvussu ein koronukanning verður gjørd frá byrjan til enda. Ein verður við eini stuttari lýsing av gransk­ ingarstovnunum í Føroyum. Og ein verður um plástdálking í havhestamagum. Hetta gera vit ístaðin fyri tey tiltøkini, sum vit plaga at hava á svalanum í Sjóvinnuhúsinum og uttanfyri, men sum tíverri ikki kunnu haldast í ár orsakað av koronuavmarkingum. Vit vóna at kunna hava tiltøk aftur í 2021. Í ár ber ikki til at hava tiltøk á svalanum ella uttanfyri. Tað ætla vit at hava aftur komandi ár.