hósdagur 22. oktober 2020síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 23. oktober 2020 · Nr. 74
Sosialurin
FILMSKAPPING:
Vís okkum tín gerandisdag
í koronutíðini
Gongur tú í 7.-10. flokki? So kanst
tú vera við í filmskapping, sum
Granskingarráðið skipar fyri í
sambandi við Vísindavøkuna.
Korona hevur broytt lívið hjá
okkum øllum í 2020. Hetta ávirk
ar eisini ársins Vísindavøku, sum
ikki kann hava tiltøk fyri ung,
eins og undanfarin ár. Í staðin
hava vit gjørt eina Vísinda
vøkuapp, har vit fara at hava
ymiskt tilfar fyri stór og smá.
Her halda vit at nýggir filmar um
ung til ung høvdu verið góðir.
Vit vilja tí við hesum bjóða
skúlaungdómum at vísa okkum
sín gerandisdag í koronutíðini.
UM KAPPINGINA
LUTTAKARAR: Tú skalt vera
næmingur í 7.-10. flokki.
EVNI: Gerandisdagurin hjá
ungum í koronutíðini
LONGD: 3 minuttir.
KRØV: Tak upp og klipp við
fartelefon. Tú skalt loyva
okkum at leggja filmin út í
appina. Filmar tú fólk, mugu
tey senda váttan fyri, at tað er í
lagi, at tey eru við. Vit tilskila
okkum rætt til ikki at
almannakunngera filmin, um
hann verður mettur at vera
óhóskandi á onkran hátt.
GÓÐ RÁÐ: Tað er altíð eitt gott
hugskot at filma við telefonini
liggjandi, altso horisontalt, so
myndin er breiðari enn hon er
høg. Far ikki ov langt burtur frá
mikrofonini, um tú vilt hava
talu á. Ansa eftir, at tú hevur
nóg mikið av plássi á telefonini
til at kunna filma. Til ber at
nýta appina FilmoraGo til at
klippa við. Um tú nýtir iPhone
ber eisini til at nýta I-Movie.
FREIST: Sunnudagin 1.
november áðrenn midnátt. Send
okkum filmin við Dropbox ella
WeTransfer.
Ein dómsnevnd við fólki frá
Filmshúsinum og Granskingar
ráðnum velur vinnaran.
VINNINGURIN ER
KR. 5.000.
Vinnarin og innkomnu filmarnir
verða almannakunngjørdir á
Vísindavøka.fo
MIÐLAHEIÐURSLØN
Vísindavøkan 2020 endar við til
taki, sum fagnar góðari miðling
av gransking.
Tað krevur góð evni at miðla
gransking til fólk flest. Ymsu
granskingarøkini hava nógv og
serlig fakorð. Vísindaligar frá
greiðingar verða oftast skrivaðar
til samstarvsfelagar, sum kenna
økið og ymsu fakorðini. Í almenn
ari miðling skulu hesi fakorðini
og økið lýsast í heilt øðrum máli.
Ofta skal hetta eisini gerast stutt
og uttan ov nógvar smálutir. Tað
er ein stór avbjóðing fyri flestu
granskarar.
Miðlatiltakið byrjar kl. 15.30.
Fyrst er snarrøðukapping. Nakrir
granskarar skulu stutt og greitt
fortelja tað, sum er lýst á gransk
ingarmáli á einum postara, so
leiðis at øll skilja hetta. Hetta fáa
teir upp til 150 sekund til. Ein
dómsnevnd kjósar vinnaran, sum
fær heiðursløn.
Síðani verður vinnarin av
filmskappingini fyri næmingar í
7.-10. flokki kosin og virðisløn
handað. Freistin at lata filmar inn
er 1. november. Ein dómsnevnd
metir um innkomnu filmarnar.
At enda verður ársins miðla
heiðursløn handað. Hetta er eitt
herðaklapp, sum verður latið
granskara ella øðrum, sum hevur
dugað serliga væl at miðla gransk
ingarúrslit, hevur víst á týdningin
av gransking ella á annan hátt
varpað ljós á nyttuna av vísind
um.
Filmskapping: Vís okkum tín koronudag
Í 2019 fekk Lis Mortensen, landafrøðingur, ársins miðlaheiðursløn.
SNARRØÐUR:
150 sekund um
gransking
Á Vísindavøkuni fara nakrir granskarar at dystast í sonevndari
postara-snarrøðukapping. Kappingin snýr seg um heilt stutt at
leggja fram innihaldið á einum granskingar-postara. Tiltakið verður
skipað soleiðis, at teir eftir tørni hava hvør sína stutta framløgu,
sum skal vera:
•
150 sekund munnlig framseting
•
við eini mynd á vegginum, sum er avrit av sjálvum
postaranum og
•
uttan kjak og spurningar úr salinum
Hvør granskari fær sostatt 2 1/2 minutt at leggja fram síni úrslit og
grundgeva fyri, hví teirra gransking er umráðandi
DØMING
Ein dómsnevnd við trimum umboðum ger av, hvør vinnarin av
kappingini er. Av tí at henda kappingin leggur dent á at miðla
gransking, so vigar sjálv framløgan mest í dømingini, men postarin
í sær sjálvum verður eisini tikin við í eina heildarmeting.
Vinningur verður latin fyri bestu postara-snarrøðuna.
Í dómsnevndini eru granskarar og miðlafólk.
Miðling í miðdepilin