Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. oktober 2020 · Nr. 75 2MIKUDAGSBLAÐIÐ Tað valdar ein ávísur spenningur um málið um at javnseta sam­ kynd foreldur við hinskynd for­ eld­ur í barsilsskipanini. Orsøkin til tað er, at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum – og kanska onnur tingfólk við – vilja taka undir við and­støð­u­upp­skot­i um mál­ið, sum gongur beint í­ móti støð­uni hjá samgonguni og ser­liga Miðflokkinum og part­ vís Fólkaflokkinum, sum ikki á nakr­an hátt vilja verja – og so slett ikki víðkað – rættin hjá sam­ kynd­um fólkum yvirhøvur. Orsøkin til aktuellu støðuna er, at samkynd foreldur ikki eru javn­sett við hinskynd foreldur í bars­ils­skip­anini. Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen, landsstýrismaður, og Jo­han Dahl, løgtingsmaður, hava víst á, at hetta eigur og skal rætt­ast. Men Miðflokkurin sigur kort­ a­nei. Og sjálvandi sigur flokkurin korta­nei, tí júst mál um ikki at geva sam­kyndum rættini og eitt nú málið um ikki at loyva fost­ur­ tøku yvir­høv­ur eru til­veru­grund­ ar­lag­i­ð hjá Miðflokkinum. Hetta eru tvey tey størstu málini hjá Mið­flokk­i­num – tað er tí at Mið­ flokk­ur­in er til. Flokkurin verður noydd­ur at lata sær lynda, at Løg­ tingið hevur eina aðra hugsan, tá flokkurin ikki hevur á­virkan. Men júst nú hevur Mið­flokk­ur­ in størri ávirkan enn nakr­an­tíð. Við bara tveimum ting­fólk­um og bara 5,4 prosentum av velj­ ar­u­num aftan fyri seg, so hev­ur Mið­flokk­urin buktina og báð­ ar endarnar í hes­um máli. Mið­ flokk­ur­in eigur og skal forða øll­um, sum gevur sam­kynd­um nøk­ur rætt­indi. Ger hann ikki tað, visk­ar hann seg sjálv­an úr pol­it­isku skipanini við næsta val. Hví skulu fólk velja Mið­flokk­ i­n, um hann hjálpir samkyndum og eggj­ar samfelagnum at glíða long­ur fram á glíðibreytini? Flokk­ur­in er í samgongu við ting­fólk­, sum øll sum ein vóru í­móti, at samkynd fólk skulu kunna giftast og tíans heldur fáa børn. Mið­flokkurin hevur evsta ment­ar­n­ar­liga myndugleika í land­i­num. Miðflokkurin hevur evsta kirkju­liga myndugleika í land­i­num. Miðflokkurin hevur vald­ið til at reka Bárð Nielsen úr Ting­a­nesi, um hann gevur sam­ kynd­um bara eitt vet størri rætt­ indi. Hetta málið er einfalt fyri Mið­flokk­in, men sera ør­kyml­ andi fyri løgmann, sum tos­ar um onkra skipan við at peng­ar fylgja barninum, sum eins og skrá­ sett parlag heldur enn hjún­a­lag skuldi kyrrað onkr­an. Mið­flokk­ urin kann ikki kyrr­ast – tí tað hevði verið endin hjá Mið­flokk­ i­num. Hetta er eitt perfekt mál hjá Miðflokkinum at vísa sína styrki – og eitt mál sum kann STYRKI OG VEIKLEIKI Í SAMA MÁLI Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@ sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Styrkin hjá Miðflokkinum er veikleikin hjá samgonguni Landsfelagið Pensjónista er felag, ið sambært enda­máls­ grein­ini í viðtøkum fel­ags­ins er sett á stovn at ar­beiða fyri fíggjarligum, sos­i­al­um, ment­an­ ar­ligum og øll­um øðrum á­huga­ málum pen­sjón­ista. Hetta ljóðar sera gott og fevn­andi og áleið 1600 fólk eru eins og eg limir í hesum lands­ felagi. Landsfelag Pensjónista fær 450.000 kr. á fíggjarlóg lands­ins. Leygardagin farna var eg á fyrsta sinni á aðalfundi hjá Lands­fel­ag Pensjónista. Havi verið á nógvum fund­ um av ymsum slagi og við í mong­um nevndararbeiði, men havi aldrin upplivað nakað, ið bara minn­ir minsta vet um tað, ið for­kvinna og næstforkvinna lands­fel­ags­ins borðreiddu við á að­al­fundi­num. Í formansfrágreiðing síni frá virksemi felagsins sein­asta ár­ið, legði forkvinna Lands­fel­ag­sins serdeilis ó­fant­a­liga og niðrandi eftir øðr­um nevnd­ar­limi. Hesin nevnd­ar­lim­ur varð lagd­ur undir bæði líkt og ólíkt av for­kvinn­ uni, ið sam­stund­is heitti á fund­ a­r­fólkið um ikki at velja nevnd­ ar­lim­in, ið stóð fyri vali seinni á að­al­fundinum, aft­ur. Sjálv stóð forkvinnan ikki fyri vali, so hon hevði einki at ótt­ast. Framferðin hjá forkvinnuni søm­ir seg á ongan hátt av eini for­kvinnu fyri einum meg­in­fel­ agi fyri 1600 fólkum, ið livir av al­mennum stuðli. Í Føroyum hava vit tíbetur øll tal­u­frælsi. So forkvinnan fær ikki givið mær munnkurv. Eg gjørdi beinanvegin á að­al­ fundinum vart við, at fram­ ferð­ar­hátturin hjá forkvinnuni var burt­ur úr vón og viti og ikki sømdi seg. Eg vil ikki vera partur av eini tøgn­mentan, har tann, ið hev­ ur makt, knógvar tann, ið ikki er samd­ur við honum í øll­um lutum. Framburðurin hjá næst­for­ kvinnu felagsins var annars – um til ber – enn verri enn tann hjá for­kvinnuni. Einki av tí, hesar báðar førdu fram viðv. ósemju við ann­an demo­krat­iskt vald­an nevnd­ arlim, hoyrdi heima undir punktinum “for­mans­frá­greið­ ing” á aðalfundi hjá ein­um limafelagi. Høvuðorsøkin til ósemjuna í nevn­d­ini í Landsfelagnum, er so simp­ult sum, at umrøddi nevnd­ar­limur fyri tveimum ár­um síð­ani dittaði sær at biðja um fáa innlit í síni egnu set­anarviðurskifti sum fyrr­ver­andi starvsfólk hjá Landsfelagnum ígjøgn­um 10 ár. Landsfelagið við for­kvinn­uni og næstforkvinnuni á odda hava líka síðan á­hald­andi noktað fyrrverandi starvs­fólk­i­num innlit í starvsfólkamálið, hó­ast nógvar royndir eru gjørd­ar at fáa viðurskiftini upp­á pláss. At slík diktatorisk atferð og maktmisnýtsla hjá for­kvinnu og næstforkvinnu lands­fel­ags­ ins – fyri skattaborgarans pen­ ing – ávirkar sálarliga um­hvørv­ ið og arbeiðslagið í nevnd­ini hjá felagnum á nega­tiv­an hátt, kann einhvør siga sær sjálvum. Annars er einki óvanligt í, at ein nevnd býtir seg í meiriluta og minn­iluta – hetta eigur í minsta lagi nevndarlimurin í Lands­fel­ ag­num, ið er fyrrverandi løg­ ting­s­maður, at vita – og virða. Í ein­um demo­kra­ti­i er ein av horn­a­stein­u­num, at minnilutar verða virdir og sleppa til orðanna – og ikki verða nýttir alment sum fótatraðk, niðraðir og kar­ak­ter­myrdir. Í nevndini hjá Lands­fel­ag­ num situr sum nevnt eisini ein fyrr­ver­andi løgtingsmaður, ið skal vera ein hampamaður. Gam­alt er, at hann, ið tegir, sam­ tykk­ir. Hesin segði einki um at­ burðin hjá forkvinnuni og næst­ for­kvinn­uni, og má nið­ur­støðan tískil verða, at hann tekur undir við at­burð­i­num. Afturat at vera forkvinna Lands­felagsins, er forkvinnan nevnd­ar­limur í einum poli­ tisk­um veljarafelag umframt nevnd­ar­lim­ur í Føroysk Miðla­ fólk, so hon skuldi eisini vitað, hvussu eitt demokrati eigur at virka við m.a. opinleika og gjøgn­um­skygni. Megnar forkvinnan í Lands­ felagnum ikki at virka und­ir dem­o­krat­isk­um meg­in­reglum, eigur hon hóskandi at taka seg aftur sum forkvinna í Lands­ felag Pensjónista. Forkvinnan boðaði frá, at for­mans­frá­greið­ing­in nú verður send lands­stýr­is­kvinn­ uni í almannamálum, Elsebeth Mer­c­e­d­is Gunnleygsdóttir. Tað hevði klætt for­kvinn­ uni al­ment at tikið orðini um nevnd­ar­limin aftur heldur enn at senda lands­stýriskvinnuni í al­manna­mál­um hesa út­spill­ing fyri al­menn­an pening. Fær landsstýriskvinnan í al­ mannamálum fund­ar­frá­greið­ ing­ina í tí líki, hon varð løgd fram, fari eg sum limur í lima­ felagi í Landsfelag Pen­sjón­ista at heita á lands­stýr­is­kvinnu­na at gera forkvinnuni í lands­felag­ num greitt, at tí­l­íkur málburður um ann­an dem­o­krat­iskt valdan nevndarlim, sum varð borin fram undir for­mans­frág­reiðing hennara, ikki eigur at koma fyri í eini for­mans­frágreiðing hjá ein­um felagi, ið livir av skatta­ borg­ar­ans peningi – og ikki skal endurtaka seg. Á fundinum var eisini løg­ tings­limu­r til staðar. Eg fari við hes­um at heita á hana um at bera løgtinginum boð um framferðarháttin, so løg­tings­ lim­ir kunnu umhugsa – nú fíggj­ar­lógin skal samtykkjast – um fíggjarlógin skal fíggja tí­líka framferð. Eg fari somuleiðis at biðja landsstýriskvinnuna í al­mann­ a­málum, ið sum eftir­lits­mynd­ ug­leiki og avvarðandi í mun til fígging felagsins, biðja Lands­ felag Pensjónista beinanvegin – utt­an drál – at geva tað innlit, ið starvs­fólk hava krav uppá. Sjálv má eg gera mær greitt, um eg yv­ir­høvur ynski at vera í ein­um meginfelagi, ið virkar á slík­an ódemokratiskan og ó­virð­i­ligan hátt – tí hvør verð­ur kast­aður fyri leyvurnar næstu ferð? Maria Jacobsen, limur í Vága Pensjónistafelag Landsfelag Pensjónista – eitt diktatur fyri skattaborgarans pening? Heyst á Áarstovu Tíðindaskriv Aftan á trupla várið hjá matstovunum sæst at aftur er gongd í gastronomiska rákinum og serliga eru tað okkara egnu føroysku rávørurnar, sum verða nýttar og nýtulkaðar og til dømis er stuttligt at síggja, at stórt tiltak fyri bøndum var í Silo her fyri, og vesturi í Vágum hava tey fyriskipað eitt fuglakvøld og í Klaksvik verður skjótt eitt rivkvøld við rivum ur Fugloynni. Matstovurnar Heima Í Havn og einahelst Áarstova er undangongumatstovu við árligum tiltøkum, har rávørurnar fylgja árstíðini. Somuleiðis er grøna rákið á Sandi ment sera nógv, og í dag telist grønmeti av Sandi millum heimsins bestu. Komandi fríggjakvøld og leygarkvøld fer Áarstova at hava Heystarkvøld, har dentur verður lagdur á úrdráttir av føroyska seyðinum gandað saman við grønmeti av Sandi aftur við champagnu, góðum víni og Mikkeller bjóri.