Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. oktober 2020 · Nr. 75 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 á Hjalla 24 - 188 Hoyvík - tvattur.fo - Tel. 30 85 85 Við Heinta og Veita tænastuni kemur Tváttur reinsarí og vaskarí heim til tín bústað eftir og við tí, sum skal reinsast og vaskast Heinta og Veita Les meira og bílegg á tvattur.fo Grafix 504251 NÝTT RING 30 85 85 Arne og kona hansara, Edna, ið er dótt­ ur Hedvig og Hilmar Andresen, kend frá Frelsunarherinum í Føroyum, vóru inni á gólvinum hjá okkum her í Oslo fyri stuttum. Hugnaligt var at hitta tey, men eingin okkara hugsaðu um, at hetta var síðstu ferð, vit hittu hann. Arne var sera hjálpsamur maður, og tá ið konan skuldi ørindi til Hauge­ sund, vildi hann hjálpa grannanum, ið var brekaður vegna sjúku, og tí situr í rullustóli. Tá ið Edna kom heimaftur, setti grann­in seg í samband við hana og spurdi eftir Arna, tí hann hevði ikki hoyrt frá honum. Hon fór til staðið, har hann skuldi fella nøkur trø, og hon fann hann liggjandi, sum um hann vildi hvíla seg í sólskininum við arbeiðshjálminum og motor­sagini liggjandi við liðina á sær. Hon sá skjótt, at Arne var farin heim til Harran. Tað síðsta, hann hevði sagt við grann­an, var: “Eg takki Gudi fyri, at eg eri so frískur og havi góða heilsu.” Tað kann sannast, at “eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gist­ ir.”  Arne var føddur í Haugesund, og aldist upp í Frelsunarherinum har. Hann var skóti í Frelsunarherinum sum barn, og hann tók seinni av­ gerðina at gerast soldátur. Hann varð eisini leiðari hjá skótunum. Sunnudagsskúlaarbeiðið lá honum á hjarta, og hann var sannførdur um, at tað var neyðugt at læra børnini um tað, ið hoyrdi Guds ríki til. Arne fór sum ungur í hertænastu í norska herinum. Eftir tað fór hann i 1969 at útbúgva seg til yvirmann (offiser) í Frelsunarherinum. Har møtti hann Ednu, tey giftust og fingu børnini Hilde Joy, Tor Arne og Eili. Abba- og ommubørnini eru fýra í tali,  Leiðarar í Havn Hjúnuni vóru leiðarar fyri Frelsun­ar­ herin í Havn árini 1978 – 1980, har hann gjørdi eitt dygdargott arbeiði. Alsk­urin til Føroyar var so stórur, at tey fleiri ferðir hava vitjað heim aftur á klett­ arnar. Í 1985 gavst hann sum offiserur, og familian flutti til Aksdal uttanfyri Haugesund. Hjúnuni ynsktu so fegin at umboða tað kristiliga arbeiði har, og hvørja viku opnaðu tey heim teirra og ynsktu bygd­arfólkinum vælkomin á møti. At leiða børnini til Kristus lá teim­ um á hjarta. Tí høvdu tey møti og sang­venjing fyri síni egnu børn saman við teimum hjá grannunum í nógv ár. Sum pensjonistar bjóðaðu tey grannabørnini í sunnudagsskúla heima í stovuni annan hvønn sunnu­ dag. Á keypsmiðstøðini savnaðist bygda­fólkið so at siga dagliga, og av leiðsluni har fingu tey loyvi til at hava ein “evangeliseringsbás.” Í sannleika brendu tey fyri tí kristiliga, og ynkstu fegin, at bygda­ fólkið skuldi hoyra tann kristna boð­ skapin. Sjey ferðir vitjaðu tey Russland og boð­aðu boðskap Guds í Murmansk og har á leiðini. Tey vildu fegin hjálpa teim­um trúgvandi har, og vitjað var eisini í Estlandi, Romenien og Italia.  Jarðaferðin var í Førre kirkju. Geir Johannesen helt eina frálíka minn­ ingar­røðu um okkara kæra vin Arna. “Trúgv er at hvíla við allari síni tyngd” er tað sum nógv hugsa um í sam­band við hesi hjún, og tað var undir­strikað við sanginum, ið Daniel Oskars­son sang; “Eg eri, um enn so veikur, tryggur í hondum Guds.” Í hesum korónatíðum er tað av­ mark­að hvussu mong, ið kunnu savnast, men mong sótu eisini heima við hús og fylgdu við á netinum. Harrin vælsigni og troysti teg Edna og tína famlju, nú tú hevur mist mann tín, og vit lýsa frið yvir minninum eftir Arna Andreas Kallevik.   Njál Mackay Djurhuus MINNINGARORÐ UM ARNE KALLEVIK