týsdagur 27. oktober 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUNDA KOMMUNA
MIKUDAGUR
28. OKTOBER 2020 · NR. 75
Sosialurin
22
Árni Gregersen
Eyðsýndi borgarstjórin í Sunda
kommunu, Heðin Zachariasen,
gevst nú í kommunapolitikki.
-Ja, hatta var tað. Nú stilli eg
ikki uppaftur, sigur hann ógvu
liga avkláraður her stutt undan
kommunuvalinum.
Hann hevur áður ikki stillað
upp, men er so komin aftur,
men soleiðis verður ikki hesa
ferð.
-Nei, vit hava fingið tað frá
hondini, sum eg setti mær fyri,
so nú mugu onnur taka yvir,
sigur hann hendan dagin, vit
vitja hann á kommunuskriv
stovuni á Oyrabakka.
Skrivstovan er beint við
nýggja skúlan, sum júst er
tikin í brúk. At byggja skúlan
er størsta verkætlanin, sum
nakrantíð er framd í Sunda
kommunu.
-Ja, tað er rætt og vit eru
eisini
rættuliga
stolt
yvir
skúlan, har hann nú stend
ur, men sannheitin er tann,
at broytingin í sjálvum skúla
bygnaðinum
í
kommununi
var eitt minst líka so stórt tak,
sigur fráfarandi borgarstjórin.
Kortini dylur hann ikki fyri
hvussu fegin hann er fyri, at
tað hevur eydnast at byggja
nýggjan og nútímans gera
skúlan á Oyrabakka.
Tá ið vit spyrja, hvørjar av
bjóðingaar liggja fyri framm
an, so víisir hann á tær
ferðslubroytingar, sum koma,
nú Eysturoyartunnilin letur
upp og mesta ferðslan fer eftir
báðum ørmun á Skálafjørði
num heldur enn um brúnna
um Streymin.
-Fleiri óttast fyri hesum,
men eg havi heldur eina kenslu
av, at hetta fer at verða ein
fyrimunur fyri okkara kom
munu. Minni ferðsla á vegnum,
so tað verður skjótari at koma
fram og kanska eisini frið
arligari at búgva her.
Ferðavinnan
Heðin Zachariasen ivast ikki
í, at tá ið ferðavinnan fer at
taka seg uppaftur eftir korona,
so verður Sunda kommuna
ein miðdepil í føroysku ferða
vinnuni.
Allar tríggjaar bygdirnar
Tjørnuvík, Saksun og Gjógv eru
partar av kommununi og tær
eru eisini lokkandi ferðamál
fyri ferðafólk.
-Tað eru sjálvandi mál eftir
at loysa í sambandi við hesa
vinnuna, men eg ivist ikki í,
at hyggja vit longur fram, so
verður ferðavinnan ein stórur
partur av vinnulívinum her í
økinum, sigur hann.
Fíggjarkarmarnir
Sjálvt um kommunan hevur
tikið eitt tungt fíggjarligt tak í
sambandi við skúlabyggingina,
so er hon rættuliga væl fyri
fíggjarliga.
Samlaða skuldin hjá kom
mununi er minni ein ein hálv
skattaálíkning, so fíggjarliga
rásarúmið er rættuliga stórt
hóast íløgurnar.
Umframt at byggja skúlan,
so hevur kommunan í hesum
valskeiðnum eisini gjørt stórar
íløgur við vøllin við Margáir.
Húsið er bygt við einum væl
veruparti, har allir borgarar hjá
kommununi hava møguleika at
venja, hava tey hug til tess.
-Sjálvur haldi eg, at nógv
er hent, tey árini eg havi sitið
í kommununi. Vit hava lagt
kommunurnar saman í eina
og vit hava broytt bygnaðin
í skúlanum. Tað er slíkt, sum
tekur tíð og sum er nbeyðugt at
kjølfesta millum borgararnar.
Tað gjørdu vit við fólkaatkvøðu
og borgarafundum og tí eydn
aðist tað so væl, sigur Heðin
Zachariassen.
Í løtuni situr fráfarandi
borgarstjórin á tingi. Hann var
ikki valdur inn seinast, men
tá ið Fólkaflokkurin fór í sam
gongu, tók hann sæti á tingi
fyri eitt av landsstýrisfólkun
um.
Hann
er
eisini
aktivur
vinnulívsmaður
við
stórari
bussfyritøku, umframt at hann
luttekur í øðrum vinnuligum
arbeiði.
HEÐIN ZACHARIASEN:
-EG KOMI IKKI AFTUR
Borgarstjórin í Sunda kommunu stillar
ikki upp - gevst nú í kommunalpolitikki
22