týsdagur 27. oktober 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VESTMANNA KOMMUNA
MIKUDAGUR
28. OKTOBER 2020 · NR. 75
Sosialurin
24
Vilmund Jacobsen
Pauli T. Petersen, sum hevur
verið borgarstjóri í Vestmanna
kommunu seinastu tvey val
skeiðini, heldur, at tað hevði
verið
meira
spennandi
til
kommunuvalið hesaferð, um
meira enn tann eini listin
var til valið. Níggju fólk eru
uppstillað á einum og sama
lista, og av hesum skulu sjey
veljast í bygdarráðið.
- Men, eg haldi ikki, at tað
er fyrstu ferð, at hetta er hent,
sigur hann.
Fólkavøkstur
Pauli T. Petersen sigur, at tá
sitandi kommunustýrið tók
við fyri skjótt fýra árum síðan,
varð dentur lagdur á at fáa
fólkavøkstur í Vestmanna.
- Hetta hevur eisini eydnast,
soleiðis at fólkatalið í hesum
tíðarskeiði er vaksið við umleið
fimm prosentum.
Borgarstjórin sigur, at tað
eisini í hesum valskeiði hevur
eydnast at betra um nakrar
grundleggjandi tænastur.
- Vit hava fingið nýggjan
ansingarstovn í heilsukjallar
anum, sum annars hýsir lækna
og tannlækna, har 1., 2. og 3.
flokkur hava eitt frítíðartilboð.
Tørvur hevur eisini verið á
grundstykkjum, og her hava
vit gjørt eina útstykking á
22 stykki, sum øll eru seld, og
nøkur hús eru í gerð. Vit hava
gjørt allan ovaraveg, og vit
hava fingið brúgv um Fossá,
sum hevur ligið á láni í nógv ár.
Tað hevur eisini eydnast okk
um at gjørt tað bíligari at hava
børn á ansingarstovni, har
foreldur nú bert rinda fyri tað
fyrsta barnið.
Pauli T. Petersen vísir á, at
roynt hevur eisini verið at gera
verkætlanir, sum kommunan
hevur havt í gongd, lidnar, men
her eru tey ikki rættiliga komin
á mál við øllum.
- Vit hava eisini arbeiði í
gongd, sum koma at halda fram
í nøkur ár, ásannar borgar
stjórin.
Nýggur skúli
Tað nýggjasta hjá Vestmanna
kommunu beint í løtuni er, at
tey hava sett skjøtil á ætlaninar
at byggja ein nýggjan og
nútímans
skúla
í
bygdini.
Gamli skúli er frá fimmti-og
sekstiárunum og hevur ikki
teir fasilitetir og møguleikar,
sum nýggir skúlar hava í dag.
- Ætlanin er at seta pengar
av á fíggjarlógini fyri 2021 til
nýggjan skúla, men í løtuni
dugi eg ikki at siga ítøkiliga,
hvussu nær ein slík verkætlan
er. Greitt er, at gamli skúlin
hevur tænt fyri seg, og at
neyðugt er at seta pengar av til
nýbygging.
Pauli T. Petersen vísir á, at
skúlin í Vestmanna hevur eina
lutfalsliga lítla fimleikarhøll,
meðan teir nýggju skúlarnir,
vit kenna í dag, hava ein stóra
og góða høll, sum kann brúkast
til nógv ymisk endamál.
Í Vestmanna er eisini skjøtil
settur á at byggja Fjallsveg
niðan í Miðalsbrekku, og hetta
kemur eitt nú at avlasta gomlu
vegirnar í bygdini.
Bústaðarmynstur broytist
Borgarstjórin vísir á, at nú øll
tey 22 grundstykkini í nýggju
útstykkingini eru seld, noyðist
kommunan at finna nýggj
byggiøki.
- Vit eiga ikki meira lendi
beint nú, men hetta er eisini
eitt mál, sum vit arbeiða við at
loysa.
Pauli T. Petersen fegnast um,
at tað nú eisini hevur eydnast at
útvega nýggjar og fjølbroyttar
bústaðarmøguleikar í Vest
manna, har Bústaðir byggja
sjey íbúðir á økinum, har gamla
kommunuskrivstovan var.
- Hetta arbeiðið er komið væl
áleiðis, og nú verður arbeitt við
bjálving og klæðing. Av teimum
sjey íbúðunum, verður ein íbúð
bygd til fólk við avbjóðingum,
sigur hann.
Fleiri íbúðir á veg
Nú gamla turkihúsið niðast í
bygdini í Vestmanna verður
rivið niður fyrsta dagin, er
spenningur í Vestmanna um,
hvat lendið skal brúkast til.
Borgarstjórin vil ikki siga
meira enn, at bygningurin
nú skal rívast niður, og hetta
verður gjørt hin 15. november.
Tá Sosialurin vitjaði í Vest
manna herfyri, skiltist á fólki,
vit hittu á vegnum, at tað
er upp á tal at byggja íbúðir
á lendinum, har turkihúsið
stendur.
Men hetta vil Pauli T. Peter
sen hvørki vátta ella avsanna í
løtuni.
- Vit eiga turkihúsið, sum vit
keyptu frá Eik í sínari tíð, og
vónandi fer onkur spennandi
verkætlan at spyrjast burtur
úr hesum, er tað einasta, sum
borgarstjórin vil siga.
Tunnilsverkætlan
Ein onnur ætlan, sum borgar
stjórin eisini er sera spentur
upp á, er ein tunnil, sum kann
geva bygdini ein høgligari sam
band suður eftir.
- Eg havi skilt, at Landsverk
arbeiðir við einari verkætlan
við einum tunli, sum fer inn á
leiðini, har tunnilsmunnin til
Vágatunnilin er, og ætlanin
er, at hesin tunnil skal koma
upp í Vestmanna. Sum eg
havi skilt, er hetta ein tunnil á
stívliga fimm kilometrar, sum
hevði gjørt farleiðina millum
Vestmanna og leiðirnar sunn
an fyri munandi betri, enn tað
er í dag.
Pauli T. Petersen heldur, at
ein slík farleið avgjørt er nakað,
sum tey í Vestmanna fara at
leggja dent á í einum komandi
skeiði.
- Øll vita, at farleiðin til
Vestmanna liggur høgt, og her
kann vera rættiliga keðiligt um
vetrarnar við hálku og vindi,
sigur borgarstjórin, sum er til
reiðar at taka eitt tørn aftrat
í Vestmanna kommunu, um
boð enn einaferð verða eftir
honum.
SPENNANDI VERKÆTLANIR
FYRI FRAMMAN Í VESTMANNA
- Vit fara at seta skjøtil á nýggjan skúla,
og tað er mítt ynski, at Vestmanna
eisini fær tunnilssamband, sigur
borgarstjórin, Pauli T. Petersen