Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VESTMANNA KOMMUNA MIKUDAGUR 28. OKTOBER 2020 · NR. 75 Sosialurin 26 Byggimeistari Jóni Durhuus Reynslí 1 · FO-350 Vestmanna · Tel. 22 31 24 Durhuus Tel. 22 31 T u uu uu ur u h rhu 2 3 rhu h 2 u 3 D Te T uu ur u h rhu 3 h 2 3 us 2 3 el. 22 3 Du el Du l. Du l. 2 ur 22 ur 22 h rhu 3 rh 2 uu u 1 uu gim 1 · m gi 1 · Re Re m gi 1 · gi Re Byggimeistari Jóni Durhuus SVÁGRAR - TEL. 227073 - NESLÍÐ 4 - 350 VESTMANNA - SVAGRAR@SVAGRAR.FO Svágrar Sp/f eru eisini á facebook Vit veita góða og skjóta tænastu innan HVS og ventilatión Vit hava drúgvar royndir innan HVS og montering av jarðhita og hitapumpum Vit veita heildarloysnir til sethús, eins og vit eisini gera allar umvælingar Vilmund Jacobsen Tað eru tveir listar til kom­mu­ nu­valið í Kvívíkar kommunu, listi A, sum hevur heili 11 val­ evni og listi B, sum hevur fimm valevni. Greitt er, at borgarstjórin sein­astu fýra árini, Heri Müller, stillar ikki upp aftur á valinum hesaferð. Á valinum í 2016 fekk hann nógv flestar persónligar at­kvøður, heili 90 í tali, sum er rættiliga nógv í einari kom­ munu á stødd við Kvívíkar kom­munu. Ein avloysari skal tískil finn­ast fyri Hera Müller, og tað skuldi - alt annað líka - ikki verið so trupult, tá talið av valevnum er heili 16. Í bygdaráðnum í Kvívíkar kom­munu eru sjey fólk. Vatnorkuverk Í Kvívíkar kommunu, sum er rætti­liga víðfevnd, hevur í nøk­ur ár verið ókeypis at havt børn á dagstovni, og tað henda kom­munan, sum slóðaði fyri, at onkur onnur kommuna sein­ni eisini hevur tikið dag­stovna­ gjaldið burtur. Ein av spennandi verk­ætlan­ unum, sum Kvívíkar kommuna hevur arbeitt við, er eitt vatn­ orku­verk, sum skal gera, at kom­munalir bygningar í Kvívík verða hitaðir við vatnorku, og henda ætlan er nú komin undir land. Í Kvívík er skúli við svimji­ hyli, og her er barnagarður, og báðir stovnarnir eru lutfalsliga nýggir. Men, tað kostar at hita bygningarnar, og tað kostar í orku at halda svimjihylin heit­an. Ætlanin hjá kommununi við vatn­orkuverkinum er at spara meginpartin av oljuni burtur, sum kommunan brúkar, og soleiðis er ætlanin at reka kom­ munalu bygningarnar í Kvívík - í fyrsta lagi skúla, svimjihyl og barna­garð - við vatnorku. Heri Müller, borgarstjóri, sigur, at alt kommunustýrið stend­ur aftan fyri hesa spenn­ andi verkætlan, sum birtist fyri fáum árum síðan, og sum nú í hesum valskeiði hevur tikið skap. - Tað kann vera langt frá tí degi, at politiska skipanin sigur, at nú skal leggjast um á grøna leið, til allar góðkenningar, hoyr­ings­freistir og øll loyvi eru upp á pláss. Ja, hetta er ein so mikið drúgv leið, at eg ivist í, um vit her í kommununi høvdu gjørt tað um aftur, sum hann tekur til. Skilagóð íløga Heri Müller hevur áður sagt, at málið hjá honum er, at vatn­orku­verkið skal tendrast í hesum ári, og tá vit skiftu orð við borgarstjóran fyri tíð síðan, segði hann seg vóna, at hann vegna kommununa slepp­ur at trýsta á knøttin til vatn­turbinuna, áðrenn tíðin hjá honum sum borgarstjóri rennur út. - Útrokningar og vatn­roynd­ ir vísa, at orkuverkið hevði ver­ ið nóg mikið til hita og heitt vatn hjá allari bygdini í Kvívík ein vanligan yrkadag. Í Kvívík eru tey sannførd um, at hetta er ein skilagóð íløga, og at íløgan kemur at spara seg inn aftur eftir nøkrum fáum árum. - Eingin veit, hvussu verður við oljuprísinum, men tað, sum telur nógv hjá okkum í løtuni, er, at vit sum kommuna taka eitt tak, sum ger okkum og Før­ oyar grønari, og tað er ein góð kensla, segði borgarstjórin fyri tíð síðan. HERI MÜLLER GEVST - MEN FLEIRI BJÓÐA SEG FRAM AT STÝRA Borgarstjórin í Kvívíkar kommunu stillar ikki upp aftur, men líkt er ikki til, at tað hevur verið trupult at fáa fólk at bjóða seg fram