týsdagur 27. oktober 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. oktober 2020 · Nr. 75
44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá ið okkara kæra mamma
Elsa Leo Joensen
f. 06. januar 1920 – d. 30. september 2020
andaðist og varð jarðað.
Vit takka av hjarta øllum tykkum, familju,
vinum og kenningum, sum hjálptu til á
ymiskan hátt, vitjaðu, ringdu, sendu heilsanir,
bakaðu, lótu minnisgávur, kransar og blómur.
Tøkk til Poul Jóhan Djurhuus, Jógvan S.
Jacobsen, Páll á Lakjuni, Svenning av Lofti og
Hanus M. Hansen fyri góð og troystarrík orð á
røktarheiminum, í Siloa og á grøvini.
Tøkk til tónleikarar, einsangara, berarar,
hjálparfólk í Siloa og tykkum øll, sum fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Ein serstøk og innilig tøkk til tykkum øll,
sum á Eysturoyar røktar- og ellisheimi við
hjartaligari umsorgan og góðari røkt, vóru um
hana tey 13 árini, hon búði har.
---
Eisini ynskja vit at takka øllum tykkum, sum á
ymiskan hátt hjálptu til og heiðraðu hana á 100
ára føðingardegnum fyrr í ár.
Jóannes og Páll
TØKK
Í samband við at kona mín, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Hanna Olsen, fødd Sundstein
fødd 13-12-1940, andaðist 29-08-2020
ynskja vit at takka øllum, sum á ymiskan hátt
hava hjálpt og troystað okkum. Bæði vinir,
slekt, starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og
starvsfólk hjá Roðanum.
Somuleiðs takka vit øllum, sum fylgdu henni
til gravar, og sum fylgdu við á netinum. Eisini
takka vit tykkum í ELIM fyri ervið, og tykkum,
sum sendu minnisgávu til Berøa.
Hjartaliga takk og Harrin signi tykkum.
Olaf við familju
TØKK
Ingrid Dam
f. 11. juni 1935 – d. 07. august 2020
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá okkara kæra mamma,
vermamma, omma og langomma andaðist og
varð jarðað. Vit takka fyri kransar, blómur og
telefonuppringingar.
Tøkk til prest, Derhard Jógvansson og
starvsfólk á Landssjúkrahúsinum fyri umsorgan
og røkt ta seinastu tíðina.
Eisini vilja vit takka teimum, sum vitjaðu hana
heima hjá okkum tey seinastu árini.
Familjurnar vegna
Herman, Maiken og Jonna
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
Vælkomið
lítla barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barnsburðinum, og vilja vit fegin
siga frá hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.