Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-27, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. oktober 2020 · Nr. 75 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Í kvøld eru tríggir dystir á skránni í bestu fótbóltsdeildini. Talan er um dystir, har tey fýra liðini eru partar av, sum fyrr í summar og í heyst vóru við í euro­peisku kappingunum. HB fær vitjan av NSÍ, sum er annað av bara tveimum lið­ um, ið hevur vunnið ímóti FM favorittunum. 22. juni vann NSÍ 2-0 við Løkina, og síðani er tað bara KÍ, sum hevur vunnið á HB (2-1 í Klaksvík). Góða gongdin ber við sær, at HB í kvøld hevur møguleika at fáa FM heitið inn um stokkin, tá ið NSÍ verður gestur í Gundadali. 2. august fóru teir gulu og svørtu úr Gundadali við 2-0 tapi ímóti HB. Í kvøld er nýggjur maður við NSÍ stýris­ vølin. Leygarkvøldið var Allan K. Jepsen millum áskoðararnar, tá ið NSÍ vann 3-2 á heimavølli ímóti Víkingi. Tá høvdu Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen ábyrgdina, men í kvøld verður tað Allan K. Jep­ sen, sum fer at sita á beinki­ num. Har er ætlanin, at hann skal hava ábyrgdina til kapp­ ing­ar­lok 2022. Í HB vóru teir sunnudagin á Argjum mintir á, at úrslitini kunnu vera rættiliga óvæntað í síðstu umførunum. Hilmar Leon Jakobsen skoraði 3-2 sigurs­málið, tá ið tíðin var um at vera farin. Undan kapp­ingar­ byrjan var Hilmar Leon ikki í HB hópinum. Nú hevur hann skorað 11 mál, og avrikini hava síðstu nógvu ferðirnar verið so sannførandi, at hann er sjálvskrivaður millum teir fyrstu ellivu. Stóra kappingin NSÍ, KÍ og B36 stríðast um annað plássið í europeisku kapp­ingini. Hitt plássið vinnur vinn­ arin í steypafinaluni, sum verður 5. desember. Felags fyri øll trý liðini er, at tey um vikuskifti vóru í stórum stríði, áðrenn tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku. B36 sá út til at missa tvey stig á Skála, inntil Sebastian Pingel í evstu løtu skoraði sigurs­málið. Í kvøld eigur B36 aftur útivøll ímóti liði úr Eystur­oy, sum er væl lægri á støðu­talvuni. Dysturin ímóti ÍF verður í Klaksvík, tí ljósini i Fløtu­gerði eru ikki nóg góð til dystir í landskappingini. ÍF hevur ikki vunnið í meiri enn tríggjar mán­að­ar. Sun­ nu­dagin kløkk­aðu fugl­firð­ ingar KÍ í fyrra hálv­leiki, hóast lykla­spæl­ar­arnir Jens Joensen og Hák­un Ed­munds­son, sum síðstu ferð­ir­nar hava verið í mið­verjuni, ikki vóru við. KÍ venjarin Mikkjal Thomas­ sen skifti Páll A. Klettskarð inn eftir stóran hálvan tíma, og eftir steðgin komu Deni Pav­ lovic og Patrik Johannesen á vøllin. Tá var heilt øðrvísti, og KÍ vann 4-1. Gongdin var stað­ festing av, at tað er ikki nóg mikið at hava nógvar spælarar í hópinum. Um nytta skal fáast av spælarunum, so er neyðugt, at teir støðugt verða hildnir til, so teir eru í dystarvenjing, tá ið tað er brúk fyri teimum. Sunnudagin var Jesper Brinck á beinkinum, meðan Ísak Simonsen, sum eftir skaða­ steðg hevur havt ilt við at vinna plássið á vinstra vong­ verja aftur, vísti, at dystar­ venjingini hjá honum bilar einki. Í kvøld skal KÍ spæla í Sarpu­gerði ímóti Víkingi, sum eftir langa sigursrøð tvær tær seinastu ferðirnar hevur tapt á útivølli ímóti HB og NSÍ. Møguleikin hjá Víkingi at røkka luttøku í Europa næsta summar er í steypakappingini. Tað er greitt, at Víkingur í lands­kappingini er og verður nummar fimm. Higartil í ár hevur Víkingur vunnið sjey heimadystir, spælt ein javnan (0-0 ímóti TB) og tapt tríggjar – 2-1 ímóti ÍF, 2-1 ímóti KÍ og 3-1 ímóti HB. KÍ hevur 55 stig og hevur møgu­leika við fullari úrtøku í f ý r a t e i m u m s í ð s t u dystunum at røkka 67 stigum. Um tað eydnast verður úrtøkan eitt stig hægri enn í fjør, tá ið KÍ vann FM. Um full úrtøka í fýra teimum seinastu umførunum fer at røkka til at endurvinna FM er meiri enn ivasamt. Millum deildirnar Í kvøld halda liðini frí, sum hava hóttanina av niðurflyting at stríðast við. Sorin Anghel og hansara menn á Skála vóru sunnu­dagin um reppið at vinna stig frá B36. Í tveimum teimum seinastu um­førunum hevur Skála m ø g u ­ leika at vinna seg av aftasta plássi. Sunnudagin skal Skála spæla á útivølli ímóti grannunum í EB/Streymi, og annan leygardag verður punkt­um sett á útivølli ímóti TB. Spurningurin er, um Skála fer at ferðast norður um aftur Suður­oyarfjørð við vissuni um, at næsta ár verður tað ley­gar­ dagsfótbóltur á Skála, ella um møgu­leikin framvegis verður Í trimum førum eydnaðist tað sunnudagin favorittum at venda hóttandi tapum til sigur og fulla úrtøku HEYSTARKVØLDINI HEYSTARKVØLDINI SPØKJA SENSATIÓNIRNAR SPØKJA SENSATIÓNIRNAR Onki nýtt Ikki við: Andrias H. Eriksen (mjadnarskaði), Hugin Samuelsen (búkskaði), Bjarni Petersen (fótskaði) Ivasamur: Sonni Ragnar Nattestad (fótskaði) Við aftur: Árni Frederiksberg (eftir leikbann), Magnus Holm Jacobsen (eftir leikbann) Onki nýtt Ikki við: Heri H. Mohr (fótskaði) og Samuel Johansen Chukwudi (leikbannaður) Við aftur: Mathias Nygaard (eftir leikbann) Allir tøkir LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR KÍ