Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Kjak: Klaga um aðalfundin hjá Landsfelag Pensjónista 3O. OKTOBER 2020 Føroya Tele: Jørgen dregur innaftur Fyrr­ver­andi for­mað­urin í bretska ar­ beið­ar­a­flokk­i­ num vil ikki koma við um­ bering fyri við­ ­merk­i­ngar til eina frágreiðing um jødar í flokk­inum. Bretski andstøðuflokkurin Labour hevur í gjár gjørt av at koyra fyrrverandi for­mann­in, Jeremy Corbyn, úr flokkinum fyri­bils. Tað hendir sum avleiðing av teimum við­ mer­k­ing­um, hann hevur sett fram, eftir at ein frá­greiðng hevur staðfest, at flokkurin ó­lógliga hevur happað og gjørt mismun á jød­um í flokkinum. – Í ljósinum av viðmerkingunum, sum eru setta fram, og vegna vantandi vilja hans­ara at taka tær aftur, so hevur flokk­ urin Labour fyribils koyrt Jeremy Vcorbyn úr flokk­inum, meðan málið verður kannað, verð­ur sagt í fráboðan frá flokkinum. Í frágreiðingini kemur fram, at Labour und­ir leiðsluni hjá Corbyn hevur framt happing og gjørt mismun á jødum. Sambært Daily Mail skal Corbyn í gjár hava sagt, at niðurstøðan í frágreiðingini gera ov nógv av støddini á trupulleikanum. /ritzau/Reuters HÁÐAR JØDAR Kaj spælt seinastu tónar sínar Minningarorð síða 20-22 Puritan gekk burtur í 1920 Siðsøga síða 24-25 Í blaðnum... Labour koyrir gamla formannin úr flokkinum Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri L. Berg, pensjónistur Undirritaða var á aðalfundi hjá Lands­fel­ ag Pensjónista leygardagin 24. okt. Á fundinum fór fram sera grov og niðr­andi happing frá forkvinnu felagsins, Be­ate L. Samuelsen, og næstforkvinnuni, Inge­borg Vinther, mótvegis einum øðr­ um nevndarlimi, soleiðis sum eg upplivdi tað. Hetta var so ótespiligt fyri fleiri, ið vóru á fundinum, at nøkur rýmdu. Hesin nevndarlimur varð so illa við­ far­in av forkvinnuni og næstforkvinnuni, at tað var undir alt lágmark, og hetta var í sjálvari formansfrágreiðingini. Um hetta ikki var happing, hvat er so? Tað var púra ásýnligt, at tað, sum fór fram, var ”avtalað spæl” millum hesar báð­ar. Beate L. Samuelsen fór so langt út um mark, at hon í sjálvari for­mans­frá­grei­ð­ ing­i­ni heitti á tey 79 fólkini, ið vóru møtt á aðal­fund­i­num, um ikki at velja demo­ krat­iskt uppstillaða nevndarlimin aftur. Hinir nevndarlimirnir søgdu einki. Í einum demokratii má tað vera loyvt at siga sína meining, uttan at blíva hund­ dálk­að­ur. Men sýnist demokratiið ikki at galda í Landsfelag Pensjónista. At hetta var lyndið í hesum báðum, for­kvinnuni og næstforkvinnuni, hevði eg ikki væntað, men skommin er teirra. Eg havi verið á fundi hjá L.P. nakrar ferð­ir fyrr og tá hevur alt verið hugnaligt og góður og siðiligur stemningur. Tað var so ikki undir hesari nevndini. Eg fari at heita á nevndina í L.P. um at biðja um umbering fyri henda ófantaliga fund og taka hesi orðini um nú fyrr­ver­ andi nevndarlimin aftur, so man sum lim­ur vónandi einaferð aftur kann føla seg væl at koma á fund hjá L.P. »Fyri at tryggja javnbjóðis kapping á fjar­skift­is­marknað­i­num verður farið und­ir fulla ognarliga sundurskiljing av al­menna fjarskiftisnetinum.«. Soleiðis stendur skrivað í sam­gongu­ skjal­inum, og tað var hesa til­gongd, sum Fíggjarmálaráðið fór undir við at koyra samtaksstjóran á Føroya Tele úr nevndini í netfelagnum, P/F Net. Men tað vildi leiðslan á Føroya Tele ikki vera við til, og tí søgdu bæði sam­ taks­stjór­in Jan Ziskasen og nevnd­ar­ for­mað­u­rin, Ómar Svávarson seg úr størv­um sínum. Tað er alment, at tað hevur ligið ser­ liga tungt á hjarta hjá løgmanni at fremja hesa sundurskiljing. Hann fekk sjálv­ur orðingina í samgonguskjalið, með­an hann framvegis var fíggjarstjóri hjá kapp­ing­ar­neyt­anum hjá Føroya Tele, Nema. Og tað varð gjørt, uttan at fleiri av tingmonnum hjá Sam­bands­ flokk­i­num vistu av tí. Tað kom eisini dátt við hjá teimum, at almennu parta­ fel­ø­g­ini vórðu flutt úr Vinnu­mál­a­ráð­ num hjá Helga Abrahamsen og út til Jørgen Nicla­sen í Fíggjarmálaráðnum. Men nú hevur Jørgen Niclasen so drig­ið innaftur. Helst var tað skilabesta loysn­in, nú trýst varð so ógvusliga á skip­ani­na, at stórur vandi var á ferð. Nú er nevniliga ikki vist, at »farið verð­ur undir eina fulla ognarliga sund­ ur­skilj­ing«, so sum løgmaður ætlaði. Nú skal ein kanning setast í verk, sum skal lýsa málið. Og tað er sjálvandi ikki vist, at júst ein »ogn­arlig sundurskiljing« er besta loysn­in, og tað er so slett ikki vist, at ein »ogn­arlig sundurskiljing« er best fyri eig­ar­ar, Føroya Fólk, og lands­kass­an. Gjøgnumskygnið man vera á góðari leið, tá leiðslan í Nema hevur verið um­ boð­að í netfelagnum seinastu 6-7 árini – og ætlanin var jú, at leiðslan í Føroya Tele ikki skuldi vera tað. Tað er gott, at steðgað verður á, og at menn stoyta kalt vatn í blóðið. Eingin kann hava nakað ímóti, at viðurskiftini verða kannað, og at úrslitið av eini kann­ing kann hava ta avleiðing, sum løg­maður vil hava – men hon kann eins væl hava júst tað mótstættu av­leið­ing, at tað er best fyri eigarar og sam­fel­agið, at broytingar ikki verða gjørd­ar. Tað er í øllum førum ikki rætt at skil­ja sundur, bara tí at ein løgmaður við per­són­lig­um áhugamálum heldur tað. Staðfestast kann fyribils, at Jørgen hevur drigið inn tað, ið Bárður kastaði.