týsdagur 21. desember 2004síða 30
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólakvøld í Oyndar
HUGLEIÐINGAR
Frits Johannesen
Tær gomlu føroysku kirkjurnar
hava eitt kirkjurúm, sum fólk
flest kenna seg væl í. Viðurin
ber natúrligan anga við sær. Er
kirkjan nývaskað, er hesin angi
næstan gudiligur. Sum siður var
jólakvøld fyri góðum fimmti
árum síðani, bleiktraðu kertur
inn eftir gólvinum, og ljós varð
kveikt í ljósakrúnum og á altari-
num í Oyndarfjarðar kirkju.
Andlitsbrøgdini á bygdarfólk-
unum vóru merkt av dagligum
strevi og mangan trongum lívs-
korum, sum dansaðu undir
hesum leiftrandi ljósi. Soleiðis
var hetta jólakvøld 1950 í
Oyndarfjarðar kirkju.
Altartalvan í Oyndarfjarðar
kirkju er málað av C. W. Eckers-
berg. Hetta er av Jesusi í Getse-
mane. Hvussu nógv henda
mynd er listaliga virðisett, verð-
ur ikki farið í holt við, men
Ekersberg er høgt í metum sum
listamálari. Hann er føddur í
1783 og doyr 1853. Hann kemur
undir málararnar frá gulltíðini í
Danmark. Eckersberg hevur í
dagbók síni skrivað: 18. august.
1838 Besøg af Soeliuti Heide-
mann og prof Friedenreich an-
gående et billede til en kirke på
Færøe., og 12. febr. 1840: har
rørt farver på altertavlen til
Færøe. Fleiri slík notat eru í
dagbók hansara líka til 27. mars
1840, tá ið hann skrivar: Ar-
bejdet på og blevet færdig med
alterbilledet til Færøe, som
forestiller Kristus i Getsemane.
14. august 1840 Besøg af prof.
Friedenreich, som bragte betal-
ing: 100 Rhd. For altertavlen
Kristus i Getsemane ( til Østerø
kirke på Færøe). Hetta, sum her
er nevnt um dagbók hansara,
hevur Petur Andrew Petersen,
prestur, hugt eftir og latið mær
upp í hendi. Takk fái hann fyri
tað.
Lítið vitstu fólk í Oyndarfirði,
at altartalvan var málað av
einum málara, sum nam sær
læru í list í Frankaríki (1810) og
í Italiu (1815),. Samstundis
sum Eckersberg var í Rom, var
eisini myndahøggarin Berthel
Thorvaldsen har. Thorvaldsen
gjørdi í 1816 eina høggmynd av
Eckersberg, beint áðrenn hann
fór heimaftur til Danmarkar.
Hetta var ein tøkk fyri ta frálíku
myndina, ið Eckersberg málaði
av
honum
í
Rom
1814.
Eckersberg var næm-ingur hjá
Jacques- Louis David, sum
málaði myndina Tann deyði,
Marat. Hetta er eitt meistara-
verk. Marat var skrivandi koll-
veltingar maður undir tí fronsku
byltingini, og var myrdur í
baðikari sínum í 1893 av eini
aðalskvinnu, sum æt Charlotte
Corday, ið sjálv misti høvdið í
Guillotinuni
Eckersberg var ein meistari at
fáa dýbdina í málningum sínum
so livandi og reina sum gjørligt
og ikki bert tað, men hann kendi
møguleikarnar við tí kubiska í tí
tóma rúminum í hugtøkum. (
t.d. Korvet på stabelen) Hetta
var, áðrenn sálarfrøðingarnir
fóru at umrøða hesi eyðkenni
metafysiskt. Eisini skal nevnast,
at langt áðrenn Newton vísti á ta
vanligu atdráttarmegina, so
høvdu listafólk sett út í kortið,
hvussu likam í málningum
ávirkaðu hvørt annað (Michel-
angelo: Tá ið Adam varð skapt-
ur) Hetta er kanska ikki serliga
jólaligt at skriva um, men eyg-
uni hava altíð flogið frá Jesusi í
Getsemane, upp í tróðrið í tí
spælandi ljósinum, sum er í
hesum fagra kirkjurúmi í Oynd-
arfjarðar kirkju. Soleiðis var
eisini jólakvøld 1950.
Jólakvøld hoyrdust fótafet
oman eftir Túni. Fólk vóru í
jólahýri og altarsskrýdd.og vóru
á veg í kirkju. Ansastova, sum
nú man vera uml. 100 ár, liggur
við henda "alfara" veg. Úr hes-
um húsi koma ættarfólk míni
frá í móðirættina. Hon er áføst
Heiriksstovu. Hjá Peri liggur
skamt ífrá, somuleiðis Mórits-
arstova og hjá Dunga Oluffu.
Við Lið er eisini í hesum hópi-
beint omanvert durin í Ansa-
stovu, men her var øskukalt
1950. Her búðu Elspa og Petur
við Lið. Tey vóru systkin og
ógift.
Tær gomlu genturnar komu
sinniligar inn eftir kirkjugólv-
inum og settu seg í heimastólin,
har familjan hevði sitið í fleiri
mansaldrar. Jólaandlitið setti
seg fast í bitar, kvistar og fjalir-
nar undir loftinum. Mentanar-
liga jørðildi hjá teimum var
umhvørvið Niðri í Túni. Verðin
var ikki tann víði heimur, sum
fólk í dag nálgast at, men eg
ivist onga løtu í, at teirra
kosmiski hugaverð var eins væl
røkt, sum hjá fólki, ið nú eru
uppi á døgum. Tær bóru mið-
øldina á baki. Hugaheimurin var
sprottin úr Brockmann, kingo-
løgum, sagnum, fyrndarsiðum,
huldufólkum, gævudøgum og
tungum løtum bæði á sjógvi og
landi. Mundi Jesuspápi ikki vera
góður við hesar einsligu kvinn-
ur, ið dusaðust millum prest,
dekn, organist, klokkara og
bygdafólk í síni heild? Jesus í
Getsemane, sum Eckesberg
hevði málað, var komin til
Oyndarfjarðar - rætti út høgra
armin og hevði vinstra á bring-
uni, hugdi niðurfyr seg, og segði
nøkur orð í tí myrka kvøldar-
ljósinum um byrðina, sum var
løgd á hann, sum tyngdi hann
almikið hesa stund í Getsemane.
Hann bar eisini syndabyrðina
hjá teimum gomlu gentunum,
ið hugdu upp á myndina og upp
á Jesus og tað fáliga ljósið í
myndini. Ljós skýggj í bláari
skygging í mánalýsi lógu yvir
hesa stund í tí døkku, dimmu
viðarlundini, Getsemane.
Vit vóru ikki í Getsemane,
men vit vóru í í kirkju jólakvøld
í Oyndarfjarðar kirkju og sótu
30