Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 4 Nógvur laksur stendur inni í havnini á Sandi, har bátar royna at fáa fatur á so nógvum fiski sum gjørligt Vilmund Jacobsen Hósmorgunin staðfestu fólk hjá Mowi, sum hevur aling á Sands­ vág og júst er í holt við tøku, at hol var á tøkubúrinum, sum ligg­ ur fram við grótkastinum. Stjórin í Mowi Føroyar, Hans Ják­up Mikkelsen, sigur, at einir 20.000 laksar eru mistir úr búr­i­ num.  - Hetta er fiskur, sum vigar um­leið fimm kilo, so missurin svar­ar til umleið 100 tons - ella ein­ar fýra miljónir krónur. Tað er stórt spell, at hetta hendi, nú tað ann­ars hevur gingist so væl við al­ing­ini á Sandsvág í hesum um­ fari. Stjórin í Mowi vísir á, at tað hev­u­r verið nakað av ókyrru í sjón­um, bæði í gjár og síðstu nátt, og hann væntar, at tað er hetta, sum er orsøkin til, at hol er kom­ið á nótina í tøkubúrinum. Fantastiskur fiskur Hans Jákup Mikkelsen leggur dent á, at tað er einki galið við al­ i­ring­unum, tí teir hava ligið væl úti á vánni, síðan fiskur varð sett­ur út í september í fjør. Tað hev­ur gingið væl við alingini á Sands­vág og fiskurin, sum Mowi hig­ar­til hevur tikið, er fan­tast­ isk­a vakur og góður. - Higartil í heyst hava vit tikið eini 1400 tons, og eini 600 tons eru nú eftir at taka. Vit hava rigg­að okkum til tøku á brygg­j­ uni á Sandi, og higartil hevði alt ging­ið væl. Tað er tí stórt spell, at hetta hendi nú, sigur Hans Ják­ up Mikkelsen. Hann sigur, at í gjár settu ein­ ir tríggir bátar gørn eftir mistum laksi, og tá var nógvur laksur at síggja inni í havnini á Sandi. - Vit eru komnir suður við gørn­u­num, og nú verður so roynt at fáa fatur í so nógvum sum tilber. Strika í rokningini Hans Jákup Mikkelsen heldur, at ein orsøkin til, at laksurin, sum Mowi hevur alt á Sandsvág, er so góður, eitt nú hevur sína or­søk í, at her er eingin lús at snakka um, og tískil hevur held­ ur ikki verið neyðugt við av­lús­ ing, sum sjálvandi fer illa við fisk­i­num. - Hetta, sum nú er hent, er sjálv­sagt ein strika í rokningini, men hetta mugu vit so taka, sum tað er, leggur stjórin í Mowi, Hans Jákup Mikkelsen, aftrat. MOWI HEVUR MIST FYRI 4 MILJÓNIR Í LAKSI Tað er her í tøkubúrinum, at laksur gongur, áðrenn hann verður pumpaður upp Nú verða vit nógv betri fyri at sløkkja eld í høgum bygn­ing­um, sig­ur Guð­mund­ur Jakobsen, brand­meist­ari í Vági Hetta er eitt stórt framstig fyri trygdi­na í Suðuroy. Tað sigur Guðmundur K. Jak­ ob­sen, brandmeistari í Vági. Hesa seinastu tíðini hevur ver­ið arbeitt við at keypa ein stiga­bil til bjargingarfeløgini í Suð­ur­oy. Hesa seinastu tíðina hevur mál­ið verið til viðgerðar í teim­ um sjey kommununum og nú hava allar kommunurnar sam­ tykt, at bilurin verður keyptur. Talan er um tann gamla stiga­ bilin hjá Tórshavnar Sløkkiliðið, men har eru nakrir bygningar so høg­ir, at tey máttu fáa nýggjan stiga­bil. Í Suðuroynni eru eisini nakrir høg­ir bygningar og nú tey hava fing­ið ein nýggjan stigabil, eru tey mun­andi betri væl fyri at sløkkja eld í høfum bygningum. – Eg hugsi mest um, at vit hava nakrar høgar skúl­a­bygn­ ing­ar í Suðuroynni, og skuldi tað vilj­að so illa til, at eldur kom í, eru vit nógv betri fyri at sløkkja, og at bjarga fólki nú sigur Guð­ mund­ur K. Jakobsen. Kommunurnar, sum hava sam­tykt at keypa bilin, siga, at hes­in bilurin fer at nøkta tørvin í Suð­ur­oynni í nógv ár. Stigabilurin hevur ein stiga upp á 30 metrar. Hann er 20 ára gam­al­ur, men hann hevur ikki koyrt meiri enn 21.000 kilo­metr­ ar, so hann er í fínasta standi og púra óslitin. Hann kostar 350.000 krónur, men næsta ár skal hann til 20 ára eft­ir­lit, sum er eitt krav, og tað hava kommunurnar í Suð­ur­ oynni átikið sær at rinda. Guð­mundur K. Jakobsen sig­ u­r, at tíðliga næsta ár fer bilurin av landinum til eftirlit. Annars er bilurin longu komið til Suðuroyar, har hann stendur í høl­um hjá sløkkiliðnum á Tvør­ oyri. Har verður hann helst stand­ andi, tí brandmeistarin í Vági sigur, at ger tað sama, hvar í oynni hann stendur. Hann sigur, at ein slíkur bilur er ongantíð við í fyrsta liðið, tá ið eldur kemur í. Hann sigur, at næsta stóra ynsk­ið hjá sløkkiliðunum í Suð­ ur­oy, er at fáa ein tangabil, tí tað er ikki allastaðni í Suðuroy, at tað er nokk av vatni, skuldi eldur komið í. Her hugsar hann um ein tanga­bil, sum tekur onkustaðni í­millum 10 og 18 tons av vatni. Ein stórur bati fyri trygdina í Suðuroy