týsdagur 21. desember 2004síða 31
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
rfjarðar kirkju 1950
kring krubbuna í Bethlehem í
einum skirvisligum fjósi, men
ljósið frá krubbuni var nógv
bjartari enn ljósið í Getsemane í
myndini hjá Eckesberg. Jesus lá
og brosaði upp í andlitið á Elsu í
Húsi, Magninu, Dunga Oluffu,
Ellu á Breyt, Henriettu og Fiu
við Stein. Merkiligt, at Jesus-
pápi eisini skuldi vera góður við
gamlar gentur, sum vóru grenj-
utar og formanaðu okkum børn-
um við orðum úr Gamla Testa-
menti. Nei, tær skuldu heldur
verið í Getsemane, enn at sitið
her jólakvøld og verið aftan fyri
greinarnar og trøini í hesari
lund, so eingin sá tær. Sovið
saman við lærusveinunum og
kanska kóka teimum kaffi og
givið teimum nýbakað skapilsi.
Tað høvdu lærusveinarnir verið
sera glaðir fyri.
Patriarkurin Heini í Stovuni –
Stóra Skegg, sat sum ein pro-
fetur og boygdi høvur. Sat bara
stillur. Hann var Jesuspápi
góður við. Hann líktist Jesaja
profeti. Hann livdi ímillum rún-
urnar í hesi halgu bók og dugdi
at skrifta úr henni meira enn
nakar annar. Hann var so blíður
og sá so mildur út. Hann fór at
leiða allar tær gomlu grenjutu
genturnar til krubbuna og biðja
Jesuspápa vera góður við tær.
Har kom hann gangandi eftir
bitunum við teimum hond í
hond, meðan Jesus í Getsemane
rætti høgra arm út ímóti
teimum. – Bara tær ikki detta av
bitunum. Nei, Stóra Skegg
hevði so sítt skegg, at tær kundu
halda sær í skeggstrýggjum
hansara, so tær ikki brustu í
gólvið. Jesus bað tær bara koma
og vaka við sær í Getsemane,
men tað tímdu tær ikki – Heini
vildi heldur leiða tær at krubb-
uni, sum var skamt við ta inn-
astu ljósakrúnuna, beint framm-
an fyri altartalvuni.
Ljósspælið í andlitunum bar
ikki brá av tí ljóspæli, sum var í
andlitinum á Jesus í Getsemane.
Rukkurnar í andlitunum á teim-
um gomlu gentunum dandaðu
sum vallingar í mánalýsi undir
Rókum og Kalsoynni. Jesuspápi
hevði onga rukku. Hann sá so
sorgarfullur út jólakvøld ... í
Getsemane. Hví smílist hann
ikki? Hví brosar hann ikki móti
ommu míni? Hon var Maria
moy í Oyndarfirði. Bannaði ikki
- var bara við tí góða orðinum.
Formanaði ongan. Hon var so
mild sum einglarnir á markini.
Fía við Stein sat í tí ljósabrúna
sjallinum og njóðraði teir
donsku jólasálmarnar í einum
fløktum duri, sum eg ikki skilti.
Hon vildi treyðugt fara upp á
bitarnar. Hon var so ser. Stóra
Skegg var sterkur og syfti hana
upp á bitarnar og fekk hana
eisini við til krubbuna undir tí
innasta ljósastakanum. Hon
hevði tænt í Edenburgh undir
Fyrra Heimsbardaga, og drong-
ur hennara var fallin í krígnum í
Frankaríki. Hon var komin aftur
undir Róvlstein at vera og var so
innisæl, at ikki sigst frá tí.
Andreas á Flótti legði lest-
rarfjølina upp á pláss, tók lest-
rarbókina fram og fór at lesa
jólaboðskapin til jólakvøld.
Hann var sum ein himmalsk
ond úr jólaboðskapinum. Brill-
urnar livdu á nøsini, hvørja ferð
hann nevndi krubbuna. Tær
gomlu genturnar sótu beint
omanvert deknin og sveiggjaðu
við beinunum. Tær vóru so
glaðar og skemtaðu sína mill-
um. Stovuheini hevði at teimum
og bað tær sita stillar og ikki
órógva lesturin. Tær so gjørdu
og sótu og hildu hendur saman
oman fyri Andreas tætt við
krubbuna, har Jesusbarnið lá og
durvaði, men Jesus í Getsemane
lá á knæ og rætti hondina út.
Vildi hann hava Heina í Stovuni
til sín, ella vildi hann bara nerta
við skallan á Andreasi? Hvar
vóru lærusveinarnir hjá Jesusi,
tímdu teir ikki at vera jólakvøld
í Oyndarfjarðar kirkju? Teir
skuldu skammast at standa og
lúra aftan fyri greinarnar í
Getsemanie. Spæla teir krógva
og blunda? Tað ger eingin jóla-
kvøld. Eingin hevur hoyrt slíkt.
Jósef og Maria sótu við
krubbuna og tjúklaðu um tann
nýfødda heimssonin. Runið í
sjónum og alduskvatlið í Krabb-
hyli á fløðandi sjógvi fekk
heimssonin at sova trygt. Mánin
tepraði um fjallagreinirnar á
Kalsoynni, og ein rípa av ljósi lá
og rembdi sær úti í Djúpinum.
Mánin var enn ikki komin und-
an í Getsemani, men í Bethle-
hem stóð ein bjørt stjørna og
stavaði niður yvir krubbuna í
Oyndarfjarðar kirkju undir tí
innastu ljósakrúnuni. Stovuheini
vildi hava øll í kirkjuni upp á
bitarnar, áðrenn Andreas fór at
lesa lesturin til jólakvøld.
Omma – Lena í Ansastovu, var
ikki so løtt upp á fót. Hon vildi
treyðugt fara og somuleiðis
abbi, men tá ið tey sóu Elina í
Hvanngarðinum,
Niklas
og
Siggu í Heiriksstovu og Heina í
Móritsarstovu fara upp eftir
einum gyltum stiga, lættu tey
sær á og fóru eisini upp á bitar-
nar.
Hesi fólk, sum dagliga gingu
og tøtlaðu hvørt um annað oman
eftir og niðan eftir Sjóvartúni,
brosaðu. Nú vóru tey á veg til
krubbuna. Menninir hugdu út
ígjøgnum gluggarnar á veggin-
um oman móti sjóvarmálanum
og smáprátaðu um veður og
vind. Allir vóru samdir um, at
veðrið fór at halda sær um
høgtíðina. Djúpini tóku nógv av
mánalýsinum til sín. Tann
myrki, stálgrái liturin í hesum
djúpa vatni var eins myrkur sum
myrkrið í altartalvuni av Jesusi í
Getsemane. Hulisliga myrkrið
millum greinar og trø tóku
glæmuna av mánalýsinum uppi
í vinstra horni í myndini til sín
eins og Djúpini goymdu at tí
bleika, erpna mánalýsinum, sum
dansaði á eini útoyggj jólakvøld.
Bjartast var ljósið yvir krubb-
uni. Tað var í eygunum á tí
nýfødda og ein gloria var um
høvdið. Hetta ljósið var eitt heilt
annað ljós, enn tað, sum spjálk-
aði sær í Djúpinum og eisini
øðrvísi enn ljósið í Getsemane.
Tað líktist nógv tí ljósinum, sum
bylgdist Frammi í Skarði eitt
summarkvøld á hásumri í
sólsetri, tá ið sólin skrivaði eitt
stórt V á Rustina, men hetta
ljósið í krubbuni og Betlehems-
stjørnan í ljósakrúnuni var av
himmalskum uppruna og nógv
skarari.
Nú vóru øll fólk, sum vóru í
kirkjuni, komin upp á bitarnar
og summi vóru farin heilt upp í
tróðrið. Nú sóust lívsroyndirnar
skyggja í ljósrípum á andlits-
brøgdunum á oyndfirðingum
jólakvøld. Barnið í krubbuni
brosaði, og fólk undraðust yvir
henda himmalska heimssonin,
sum lá undir eini ljósakrúnu
jólakvøld í kirkjuni í Sjóvartúni.
Lívsundrið var í ljósinum
Frammi í Skarði, í mánalýsinum
á Kalsoynni og i fáliga ljósinum
í Getsemane.
Jesus í Getsemane var so hug-
tungur. Hví fóru lærusveinarnir
ikki at troysta hann ella tær
gomlu genturnar, sum sótu
kring krubbuna? Tær kundu
givið honum ein temunn við
jólakøkum. Jesus í Gethsemane
lætst ikki um vón. Hann var í
svárari neyð. Hví kemur hann
ikki fram at krubbuni?
Dunga Oluffa fór í sínum
hvíta fyrriklæði og sínum halg-
aða hatti yvir at myndini av
Jesusi í Getsemane. Fór tætt at
Jesusi og hálsfevndi honum.
Jesus græt. Hann var so hug-
tungur og sorgarfullur. – Oluffa
troystaði hann. Turkaði tárini av
kjálkunum við tí hvíta fyriklæð-
num.- Mín kæri drongur, hví ert
tú einsamallur hesa kvøldarløtu
í hesum urtagarði? Hon rópti á
lærusveinarnar og bað teir
skamma seg, at teir ikki kundu
troysta Jesus í Getsemane jóla-
kvøld. Hetta helt hon vera úr-
sýnt og ómenniskjansligt. Hon
fór inn ímillum greinarnar og
fann lærusveinarnar sovandi. –
Hvat billa tit tykkum inn! Liggja
tit og snorksova jólakvøld í hesi
viðarlund, nú himmalski heims-
sonurin er borin í heim! Ikki
skuldu tit lagt í! Hvar er Pætur?
Pætur! Pætur!
Pætur raknaði við og settist
upp undir seg. Hann sær Dunga
Oluffu koma í sínunm hvíta
fyriklæði millum greinarnar í
Getsemane í móti sær. - Á, hann
komi til mín, er tað tú Oluffa?
Hvat veit tær við í kvøld? Tú ert
ikki ørindaleys, tá ið tú so snjøll
31