Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 32

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

rópar navn mítt. Tú plagar ikki at vera so seint úti, og tú ert jú altarsskrýdd. – Ja lukka er tað Pætur? – Ja vist er tað tað! Oluffa bleiv sum hamskift, tá ið hon í prestatrúgv síni hoyrdi máli á Pæturi. – Nei lukka, tað er jólakvøld og Jesus í Gethse- mane sær so hugtungur út har frammi. Eg royndi bert at vita, um onkur tykkara kundi farið til hansara og verið hjá honum jólanátt. Eg havi roynt at troysta hann eitt sindur. Pætur sat og kulsaði og dró teppið, sum hann hevði um seg, longur upp undir seg og nú sást bert eitt svøvn- tungt fjes koma undan. - Oluffa, hvussu hevur Elsa í Húsi tað og Fía við Stein? Eg síggi tær sita í kirkjuni næstan hvønn sunnu- dag, somuleiðis teg og Henri- ettu?. – Munnu tær ikki hava tað gott? Tær sita allar í løtuni við krubbuna, undir tí innastu ljósakrúnuni saman við hinum oyndfirðingunum. Sært tú ikki? Eyguni á Pæturi gjørdust tyngri og tyngri og legði hann seg afturá aftur steinin, sum hann hevði til kodda, og teskaði: – Heilsa øllum! Gleðilig jól. Pætur var so kvøldsvavdur. Hann orkaði ikki at vekja. Hinir lærusveinarnir hirdu ikki at lurta eftir einari gamlari gentu úr Oyndarfirði í hvítum fyriklæði og einum svørtum hatti, sum hevði eitt net fyri framman. Onkur lærusveinur, sum hugdi við øðrum eyganum, helt hetta vera heimsins minsta sildagarn. Ein løgin kvinna. Tá ið hann fekk at vita, at hon var úr Oyndarfirði og gomul genta, legði hann seg á hina liðina og svav víðari. Dunga Oluffa kom undan aftur skógarmyrkrinum í sínum skrykkjuta gongulagi og segði við Jesus. - Tað eru einir treisknir lærusveinar, tú hevur, ið liggja og sova jólakvøld burtur í Getsemane! Jesus segði einki. Hann hugdi bert fram fyri seg og sá okkurt forborgið, sum ikki var av hesum heimi. Dunga Oluffa vildi ikki órógva Jesus í Getsemane, men segði við hann, at Haremst prestur kom at præ- dika í morgin, lukka, og tá mást tú vera eitt sindur blíðari og ikki liggja á knæ her og súrmúla. Jesus í Gethsema hugdi við sínum havdjúpu eygum upp á Oluffu eina skamma stund og var stummur eins og Vælfarar- steinur í Støðni. Dunga Oluffa tók um Jesus í Getsemane og kysti hann. – Góða nátt, lukka, og gleðilig jól. Elsa í Húsi rópti á Dunga Oluffu. - Stelirnar ikki, Oluffa, kom yvir at krubbuni og síggj barnið, hann liggur longu og pliar! - Tað vildi eg meint. Hann sær so gløggur út. Dunga Oluffa kom út úr tí døkka, dimma, myrka málninginum í tí hvíta fyriklæðinum. Hon vendi sær á og sá nú í fjesið á øllum læru- sveinunum, ið kagaðu undan greinum og viðarbulum. Glóm- urnar á teimum skygdu í tí fáliga ljósinum. Henni untist ikki við hesa sjón og skundaði sær aftur til tað fjálga fjósið, har krubban var. Dunga Oluffa kom yvir at krubbuni. Hon var eitt sindur móð av ferðini í Getsemane og tivaði eitt sindur. Ella á Breyt við sínum beytaeygum spurdi Oluffu, um hon hevði sæð onkr- an, sum hon kendi? – Jú, lukka! Eg sá allar lærusveinarnar liggja og snorksova á berajóli undir teimum trøllakendu greinunum og tí síða, gulliga grasinum í Getsemanie Eg skal heilsa tykkum øllum frá Pæturi. Eg fekk tonna á hann, men hann var eins svøvntungur sum hinir lærusveinarnir. – So lukka, teir høvdu ikki nyttað til útróðrar- menn her í bygdini. Vit roknaðu við, at tú fórt at vera náttløgd. Tú ert eingin ársungi longur. Vit eru komnar har til, at vit fáa einki lagt afturat og eru sum kúgvahalið, vit vaksa niðureftir! Øll brosaðu, men Dunga Oluffa bleiv eitt sindur snerpin og forfjamskað og ruggaði við høvdinum. – Ella! Prestur kem- ur í morgin, og eg má vera væl fyri, tá ið prestur kemur oman eftir Túni í sínum svarta og væl stívaða kraga. Segði hetta við Jesus í Getseman, at Haremst prestur fór at prædika undir há- messuni í morgin. Nei, at liggja har millum rýtandi lærusveinar, hann náði tú meg! Tað er tann rámi undirgangur! Stóraskegg bað tær gomlu genturnar vera eitt sindur friðar- ligari, nú Andreas las lesturin til jólakvøld.. Øll settu seg kvirr niðurat og lurtaðu. Maria og Jósef sótu og hildu hvørt um annað og sóu so góð út. Jesus- barnið svav sín søta blund. Tann heilagi friðurin legðist yvir Krabbhyl, Oksastøð, Kattar- hellu, Áarsker, Jesus í Gethse- mane og fólkið, sum var í kirkj- uni. Knappliga reisti Hensrietta seg upp og fór einsamøll gangandi eftir einum av bitun- um. Hon var áhælsin og datt... Raknaði knappliga við og hugdi yvir hagar Henrietta plagdi at sita. Hon sat har eins og allir oyndfirðingarnir – helt saman hendur, blundaði og sat undir orðinum. Stóraskegg við sínum hvíta jólaskeggi og sínum stóru hondum sat sum ein gamal patriarkur og tók alt til sín, sum lisið varð. Allar hinar gomlu genturnar sótu í sínum jólahýri og svølgdu hvørjum orði. Hetta var ein sjaldsamur dreymur, eg hevði havt undir ommusa lið jólakvøld Í Oyndarfjarðar kirkju 1950. Dagin eftir uml. hálvgum tólv- tíðina kom Haremst oman eftir Túni og Dunga Oluffa stóð uttan fyri í sínum snjóhvíta fyrri- klæði, sínum heilaga hatti og heilsaði upp á prest. – Glædelig jul, Dunga Oluffa. – Ja, glæde- lig jul, Haremst. 32