Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KOMMUNUVAL 2020 MIKUDAGUR 4. NOVEMBER 2020 · NR. 77 Sosialurin 10 Kommunan hoyrir til tær smærru í Føroyum, so hóast ongin skuld er, so eru pengarnir heldur ikki nógvir Árni Gregersen Ein partur av skipanini fyri før­oysku kommunurnarer, at kommunurnar ikki hava loyvi at skylda meira enn eina álíkn­ ing. Hetta er ásett við lóg, so bú­ skap­urin ikki skal fara av kós, um allar kommunur læna, so nógv tær kunnu. Hjá Viðareiðis kommuna er hetta ikki trupulleikin, tí held­ ur enn at skylda pening, so eig­ ur kommunan á leið tað sum svar­ar til triðingin av einari álíkn­ing á bók. -Tað ljóðar væl, men hóast støðan er soleiðis, so er ikki talan um nógvan pening, tí vit eru so fá í kommununi, sigur Hans Jákup Kallsberg, sum sein­astu 13 árini hevur verið borgar­stjóri á Viðareiði. Hann sigur, at Viðareiði hevur eitt fyrimyndarligt sam­ starv við hinar kommunurnar í Norðoyggjum. Samstarvið um­ fatar eldraøkið, barnavernd, skúla­samstarv og so framvegis. -Tað er neyðugt hjá okkum í teimum smáu kommununum at samstarva um tær størru upp­gávurnar, annars ber tað ikki til at reka smáu kom­ munurnar, sigur hann. Á Viðareiði búgva 352 fólk. Avbjóðingar Smáu kommunurnar hava stórar avbjóðingar, tí hóast tey eru fá, sum gjalda, so kostar so at siga alt tað sama fyri smáu kom­murnar, sum tað kostar teim­um stóru. Í løtuni gongur hampiliga væl í kommununi, hóast tað vísir seg, at inntøkan í ár er ein fimm prosent minni enn í fjør. -Sjálvur haldi eg, at hetta er ein avleoiðing av korona­ keppuni. Vit hava nógvar fiski­ menn, sum búgva her og tað er eftir øllum at døma lækkandi fiska­prísirnir, sum í seinasta enda ger, at vit fáa eina heldur lægri skattainntøku, sigu Hans Jákup Kallsberg. Á smoltstøðini hjá Bakka­ frost verður arbeitt við fullari ferð og tunnilin hevur longu nøk­ur á á baki. -Men eg vænti ikki, at vit fara at merkja tað av álvara fyrr enn tunlarnir Norður um Fjall koma. Tá vænti at fólk aft­ur fer at flyta hendan vegin, sig­ur borgarstjórin. Hann sigur, at fyri framman liggur hjá kommununi at bøta um barnagarðsviðurskiftini, tí tey eru ikki tíðarhósknadi. Í bygdarráðnum sita fimm fólk. Tað gongur ikki so væl at fáa fólk á vallistarnar, men val verður á Viðareiði 10.november eins og í hinum kommunum í Før­oyum. -Eg havi valt at stilla upp­ aftur hesaferð tí mær dámar tað, sigur borgarstjórin, nú við­ ing­ar aftur fara at seta krossin. VIÐAREIÐIS KOMMUNA EIGUR PENGAR Á BÓK