Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KOMMUNUVAL 2020 MIKUDAGUR 4. NOVEMBER 2020 · NR. 77 Sosialurin 12 Hugurin at sleppa at stýra Hvannasunds kommunu er ikki stórur – bert ein listi stillar upp Árni Gregersen At tað er hvør sítt at sita sum borgarstjóri í eini meðalstórari kommunu og einari av teimum smáu, havi eg upplivað. Tá ið undirritaði royndi at fáa fatur á borgarstjóranum í Hvannasundi, bað hon meg ringja aftur um eina løtu, tí hon hendan dagin var avloysari fyri skrivaran, sum var sjúk. -Tá ið kommuan og mann­ ing­in er so lítil, so er man skjótt ein partur av fyrisitingini eisi­ ni og tekur eina hond í, sigur Ingrid Petersen, sum sein­astu tíðina hevur sitið fyri borð­ endanum í Hvannasunds kom­ munu. Hvannasunds kommuna er eitt av teimum økjum, sum fer at fáa gagn av nýggju tunlun­ um Norður um Fjall. -Tað mugu vit fyrireika okkum til og tí eru vit farin undir at gera eina útstykking, so fólk, sum hava hug at flyta higar sleppa at byggja ,sigur hon. Hon sigur, at tað vísir seg, at summi eru farin at hyggja móti kom­mununi, nú farleiðin fer at gerast betri og tryggari. Eini 420 fólk búgva í Hvannasunds kommunu. Kom­ munan er partur av sam­starvi­ num millum kommunurnar í Norð­oyggjum, millum annað um eldraøkið. Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við Hvannasund til Hvannasunds kommunu. Hes­ ar seks bygdirnar eru: Múli, Fossá, Norðdepli, Depli, Norð­ toftir og Hvannasund. Samferðslukervið í kom­ mun­uni er væl útbygt og koyr­ andi er millum allar bygdir í kom­mununi. Í 1974 kom byrging um Hvanna­sund, so Borðoyggin og Viðoyggin vórðu saman­ bund­nar. Rutubáturin út til Svínoyar og Fugloyar siglir út frá Hvanna­sundi. Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan Múla í 1737, kom ikki gongd á fyrr enn í 1835. Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin stendur uppi enn. Børnini í Hvanna­ sundi vórðu rógvin í skúla, og hini noyddust at ganga. Skúli varð so aftur bygdur í Hvannasundi í 1932. Hesin húsar í dag Café Old School. Í 1983 varð nýggjur skúli bygd­ur á Fossánesi, og her ganga nú øll børnini í kom­ munu­ni í skúla til og við 7. skúla­ár. Skúlabørnini í fram­ hald­sdeildini verða koyrd til Klaksvíkar. -Sjálvt um talan er um fleiri bygdir, so er talan um eina lítla kommnu. Hon er hampiliga væl fyri fíggjarliga, tí vit eiga eina hálva álíkning á bók, men tá ið talan er um so smáar kom­munur, so er tð ikki serliga nógvir pengar kortini, sigur Ingrid Petersen, borgarstjóri. -Hjá okkum røkkur aftur­ beringin frá landinum í sam­ bandi við eldraøkið ikki til og hjá einari so lítlari kommunu ger tað stóran mun, sigur Ingrid Petersen, sum bjóðar seg framaftur á valinum 10 nov­em­ ber. Í seinastuni hevur kom­ mun­an gjørt eina íløgu í eitt spælipláss, men annars brúkt nakað av pengum til at við­ líka­halda tær ognir, sum kom­ munan eigur. Eisini eru tey farin at fríðka eitt sindur um í kirkjugarðinum og rundan um krkjuna. Níggju fólk bjíða seg fram til valið, sum verður í næstu viku. FYRIREIKA SEG TIL TUNLARNIR KOMA