týsdagur 3. november 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KOMMUNUVAL 2020
MIKUDAGUR
4. NOVEMBER 2020 · NR. 77
Sosialurin
14
Heðin Mortensen
Javnaðarflokkurin
Havnin er deilig, øll sum
hon er. Men portrið til ta
deiligu Havnina er fyri mong
miðbýurin, sum við sínum
hugna og vakurleika dregur
gestirnar til sín, og tí er av
alstórum týdningi, at vit
hjúkla um miðbýin, so hann
framvegis kann vera tað, ið vit
øll vænta okkum av honum.
Vit skulu lyfta miðbýin
uppaftur til tað, ið gevur
hugna, tryggleika, upplivingar
– ja, snøgt sagt trivnað. Tað
verður uppgávan hjá komandi
býráð at menna miðbýin, so
hann aftur fer at blóma og
veruliga sleppur at standa
fyri øllum tí góða og heita,
Havnin ber orð fyri at vera.
Vágsbotnur
og
Konga
brúgvin
treingja
til
eina
bøtandi hond, so tað verður
enn hugnaligari hjá bæði
gestum og havnarfólkum at
leita sær oman. Tað sama við
Vaglinum og Gongugøtuni,
ið kunnu vera karmur um
ymsar upplivingar, ið gera tað
stuttligt at fara í miðbýin.
Somuleiðis eiga vit at betra
um umstøðurnar hjá handils
lívinum í miðbýnum, so bæði
handlar og kundar kunnu fáa
gleði av tí. Treytin fyri lívi í
miðbýnum er ikki minst, at
handilslívið blómar, tí uttan
handlar, matstøð og onnur
tilboð til borgaran, fáa vit ikki
ein livandi miðbý.
Sølutorgið
í
Vágsbotni
hevur til tíðir verið nógv
umrøtt, og har eiga heilt greitt
at verða gjørdar broytingar, tí
við plintarnar er alt ov trongt
til, at bæði bilar og fólk kunnu
ganga hvørt um annað. Vit
mugu tryggja okkum, at
pláss onkursvegna er bæði
fyri koyrandi ferðslu, park
ering og fólki til gongu ella í
keypsørindum.
Umsíður er tak komið
yvir Steinatún, soleiðis sum
vit høvdu lagt tað til rættis í
farnu setu, og tað er at fegnast
um. Nú ræður so um at fríðka
um og gera tað høgligt hjá
fólki at bíða eftir bussinum –
ella bara at stytta sær stundir
har eina løtu, tá ið ein kortini
er í miðbýnum.
Yvirhøvur eiga vit at síggja
til, at miðbýurin er snøggur,
hugnaligur og innbjóðandi, tí
hann er hjartað í høvuðsstað
num, vit øll eru góð við. Har
skulu øll kunna kenna seg
sum heima, og tí vilja vit rað
festa ein góðan trivnað mitt í
Havnini sera høgt.
Heðin Mortensen
Javnaðarflokkurin
Nú styttist til kommunuvalið,
og brúk er fyri, at allar góðar
kreftir fylkjast um ein góðan
og samhaldsfastan politikk
næstu fýra árini, so vit øll
aftur kunnu vera errin av Tórs
havnar kommunu.
Vit eru ein stór og rúmlig
kommuna, og vit eiga tí eisini
at fara væl um hana. Fyrst
og fremst hugsa um børnini,
ungu barnafamiljurnar og tey
eldru, tí tað eru tey, ið hava
mest brúk fyri, at tey fáa eina
hjálpandi hond.
Ansingarpláss skulu vera
til øll børn í Tórshavnar kom
munu, og vit skulu brúka peng
arnar upp á børnini og ikki
brenna alt av í einum tungum
leiðslubygnaði.
Vit
skulu
syrgja fyri, at krónurnar verða
brúktar “á gólvinum” og gagna
børnunum.
Ungar familjur, ið hava hug
at búseta seg í Havn ella her um
leiðir, skulu hava møguleika til
tað.
Um vit syrgja fyri viðlíka
haldsløttum
bústøðum
til
okkara eldru, so tey kanska
kunnu selja síni hús, og so
barnafamiljur kunnu fylla tey
av nýggjum, fáa vit kanska eitt
umbýti, har øll eru vinnarar.
Lætt at ferðast
Vit hava ein vakran bý og úti
um kommununa vakrar og
hugnaligar bygdir. Umráðandi
er, at vit raðfesta viðlíkahaldið
høgt, so trivnaðurin er góður
í hvørjum króki í Tórshavnar
kommunu.
Teir
bygningar,
kommunan eigur og varðar
av, eiga altíð at vera í góðum
standi, so teir kunnu brúkast
til tað, teir eru ætlaðir til.
Eisini skulu vit syrgja fyri, at
Bussleiðin verður optimerað,
so hon nøktar tørvin hjá
teimum, ið hava brúk fyri
henni. Men heldur ikki eiga vit
at gloyma tann veruleika, at í
Havn eru nógvir bilar – og teir
verða bara fleiri – so vit skulu
arbeiða fyri góðum og varandi
parkeringsloysnum.
Viðvíkjandi sambandinum
út til Nólsoyar og úti í Hest, so
eigur Tórshavnar kommuna
at taka upp samráðingar við
Strandfaraskip Landsins um
loysnir, so okkara borgarar á
hesum oyggjum ikki eru fyri
vanbýti. Vit eiga at taka eitt
tak, so eisini nólsoyingar og
hestfólk kunnu ferðast, tá
ið tey mest hava brúk fyri tí,
so vit eisini sjóvegis kunnu
hjálpa okkara borgarum, sum
vit annars gera tað aðrastaðni
í kommununi við Bussleiðini.
Ymsir snøklar
Í Kollafirði, sum skjótt í 20 ár
hevur verið partur av Tórs
havnar kommunu, eiga vit at
fáa avgreitt vetrarfriðingina,
ið hevur drigið út, og somu
leiðis er tíðin komin til, at
bátahylurin á Signabø verður
gjørdur liðugur. Eisini skulu
Hallarstuðlar
sum
skjótast
sleppa í gongd, so ítróttarhøllin
kann verða liðugt innrættað.
Eitt tiltrongt og hóskandi ellis
heim og sambýli við umlætting
eigur at verða bygt sum skjót
ast.
Á Argjum eiga vit at skapa
betri bústaðarmøguleikar, eitt
nú við eldrasambýli og eldra
íbúðum, og har eru møguleikar
bæði niðri á Argjum og uppi
á Hamaranum. Og so eiga vit
at gagnnýta gamla skúlan
og umhvørvið kring hann, tí
har kundi verið upplagt við
bæði umlætting, dagtilhaldi
og øðrum, so tey eldru á Argj
um kunnu fáa ágóðan av tí.
Upplagt hevði verið, at argja
fólk her kundu farið til sín egna
kommunulækna, tí tað kunnu
tey ikki nú.
Karlamagnusarbreyt fyllir
nógv í Hoyvík fyri tíðina,
og har eru vit eisini sinnað
at finna loysnir, so samsvar
verður millum bústaðir og
parkeringspláss. Ein loysn, sum
vit í minnilutanum eisini hava
víst á fleiri ferðir, er at taka
grundstykki innaftur, og eisini
kunnu grøn øki gerast til spæli-
og frítíðarpláss.
Lurta og vera opin
Bústaðartrupulleikar
eru
ymsastaðni í kommununi, og
eiga vit at fáa til vega grund
stykki,
so
byggingin
ikki
steðgar upp av tí orsøk. Vit
hava víst fyrr, at vit megna at
útvega grundstykki, og gera tað
fegin aftur.
Yvirhøvur skulu vit hava eitt
býráð fyri borgaran, har hann
kennir seg væl og altíð kann
geva til kennar, hvat brúk er
fyri. Vit skulu lurta eftir øllum
og vera opin fyri teimum loys
num og hugskotum, borgarar
nir hava.
Vit eru til reiðar at taka
neyðugu tøkini, so vit fáa eina
góða kommunu næstu fýra
árini. Til tað krevst, at tit velj
arar geva okkum álit, so vit
kunnu bróta upp um armar
og bera Tórshavnar kommunu
trygt og væl ígjøgnum tey
komandi árini.
Vit eru til reiðar Tann deiliga
Havn