týsdagur 3. november 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KOMMUNUVAL 2020
MIKUDAGUR
4. NOVEMBER 2020 · NR. 77
Sosialurin
16
Vilmund Jacobsen
Vágur er nógv broyttur sein
astu 10 árini, og tað er neyvan
at gera nøkrum órætt at siga,
at í allari hesari broyting hevur
borgarstjórin seinastu árini,
Dennis Holm, verið miðdepilin.
Saman við góðum fólki, bæði í
kommunu og veitarum í øki
num annars, hevur tað eydnast
at gera Vág til ein rættiligan
upplivingarbý.
Hevur tú sum familja eina
ferð verið í Vági, draga teir
møguleikar, ið býurin hevur at
bjóða, teg aftur.
Ítróttarháskúlin hevur verið
ein stór succes, og tað hava Páls
Høll og Marghøllin so sanniliga
eisini. Matstovuvinnan í Vági
stendur í besta blóma, og sein
nu árini eru tilboðini vorðin
fleiri og fleiri.
Fara vit nøkur ár aftur, vóru
seingjarplássini í Vági lut
falsliga fá í tali, og í dag eru
tey fleirfaldað - við ymiskum
leigumøguleikum til fólk, sum
hava hug at uppliva tað frí
tíðarvirksemið, sum er skapt
seinnu árini.
Hvørki
Páls
Høll
ella
Marghøllin spyrja eftir, hvussu
veðrið er, og tað gera matstovur
og gistingarmøguleikarnir í
býnum heldur ikki.
Við
hesum
møguleikum,
sum skaptir eru í býnum hesi
árini, fær Vágur eisini vitjan at
nógvum ferðafólkum, serliga
føroyingum, men eisini útlend
ingum, sum vilja uppliva teir
møguleikar sum eru.
Vágur broyttist
- Fara vit eini 10 ár aftur, var
Vágur ein lutfalsliga stórur
fiskivinnubýur við virkjum,
trolarum og bátum. Í dag hava
vit nakað av laksavinnu, sum
sjálvandi er ógvuliga kær
komin, og vit hava nakrar
útróðrarmenn, sum baksast.
Vit hava eisini aðrar vinnufyri
tøkur, sum hava veitingar til
skip og bátar, og vit hava Vágs
Skipasmiðju.
Borgarstjórin, Dennis Holm,
ásannar, at Vágur er ikki tann
fiskivinnubýur, sum býurin
var, men í býráðnum eru tey
ógvuliga fegin og takksom fyri
alt tað, ið er av vinnuligum
virksemi.
- Sjálvandi kundu vit í Vági
bara havt sett okkum afturá
og bíðað og vitað, um býurin
mentist aftur á fiskivinnu
økinum. Men, hetta beyð mær
ímóti, sigur Dennis Holm,
Nýggir møguleikar
Sum samfelagsfrøðingur, ið
starvaðist á granskingardepli
num fyri samfelagsmenning
í 12 ár, sá hann nýggjar møgu
leikar, sum í dag hava ómetaliga
stóran týdning fyri Vág og alla
Suðuroynna.
- Eg vil siga, at vit vórðu
tvingað at leita nýggjar leiðir
og síggja nýggjar møguleikar,
og í dag fegnast vit øll um tað,
sum í góðum samstarvi í Vágs
kommunu - og við veitarar í
økinum - er skapt. Tað er ser
liga seinastu tvey árini, at vit
hava sæð, hvussu fólk hava
leitað suður til okkara og hava
notið teir møguleikar, ið vit nú
hava, og sum vit so gjarna vilja
deila við onnur.
Dennis Holm sigur, at góða
gongdin hesi seinnu árini eisini
hevur ført til, at Vágs kom
muna seinastu átta árini er
vaksin við 100 fólkum, og tað
fegnast hann sjálvsagt um.
- Tað, sum vit serliga fegnast
um í dag, er, at nógv fólk koma
norðan eftir og suður at vitja
okkum, og hetta gevur sjálvsagt
eisini ringvirkningar, bæði í
Vági og kring um í oynni. Tað
er eisini gleðiligt at síggja, at
familjur, sum fyrst hava verið
her einaferð, leita suður aftur,
ferð eftir ferð.
Eisini í heyst
Borgarstjórin vísir á, at hóast
heystfrítíðin er liðug, og vit eru
komin út í november, kemur
framvegis væl av fólki til Suð
uroyar at halda vikuskiftisfrí
og soleiðis, sum hann hevur
skilt á teimum, sum leiga út og
reka matstovuvinnu í Vági, eru
framvegis dagar, har tey hava
væl at gera.
- Tað er eingin ivi um, at bæði
Páll Høll og Marghøllin saman
við øðrum góðum møguleikum,
sum eru í Suðuroy, draga fólk
suður higar. Tað hevur stór
an týdning, at vertíðin, tá fólk
ferðast og vilja uppliva, er
vorðin longri, og tað er at vóna,
at soleiðis verður eisini, tá várið
fer at nærkast. Ferðafólk geva
eisini inntøkur, og inntøkur
gera, at fólk trívast í sínari
vinnu. Øll tilboð krevja eitt
grundarlag, og tað er fantast
iskt at síggja, at tað higartil
hevur eydnast okkum so væl
at skapa møguleikar, sum fólk
í stórum tali spyrja eftir.
Fleiri seingjarpláss
Dennis Holm sigur, at í 2013
hevði Vágur 35 seingjarpláss
á Hotel Bakkanum og nøkrum
summarhúsum kring um í
kommununi, men í dag eru
seingjarplássini 170, og longu
til várs væntar hann, at talið av
seingjarplássum, sum kunnu
leigast, fer at liggja millum 220
og 230.
- Vit hava givið byggiloyvi til
eina spennandi verkætlan, har
ein veitari ætlar at byggja heili
10 frítíðarhús í Vági, harav eini
fýra ætlandi skulu standa liðug
longu til várs, sigur borgar
stjórin í Vágs kommunu.
Spennandi gongd
Dennis Holm heldur, at nú Vág
ur er í einari ógvuliga góðari og
spennandi gongd, ræður um
at halda fast og halda fram
við tí arbeiði, sum er gjørt hesi
seinnu árini.
- Einki kemur av ongum,
og nú er avbjóðingin at halda
fram, og tí havi eg eisini gjørt
av at lata meg stilla upp aftur
á
kommunuvalinum,
sigur
borgarstjórin í Vágs kommunu,
sum vónar, at nýggja býráðið
fer at føra býin longur fram á
somu leið sum seinnu árini, so
leiðis at ymisku tilboðini í Vági
kunnu gerast enn fleiri og betri.
FISKIVINNUBÝURIN
SUM GJØRDIST UPP-
LIVINGARMIÐSTØÐIN
- Vit kundu havt sett okkum afturá
og bíðað og vitað, um býurin mentist
aftur á fiskivinnuøkinum. Men, hetta
beyð mær ímóti, og tí gingu vit nýggjar
leiðir, samstundis sum vit fegnast um
alla ta vinnu, ið er, sigur Dennis Holm,
borgarstjórin í Vágs kommunu
- Einki kemur av ongum, og nú er avbjóðingin at halda fram. Tí havi eg eisini gjørt av at lata meg
stilla upp aftur á kommunuvalinum, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm