Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KOMMUNUVAL 2020 MIKUDAGUR 4. NOVEMBER 2020 · NR. 77 Sosialurin 18 87 fólk búgva nú í Fá,jmjin, sum er ein av minstu kommununum í Føroyum Árni Gregersen Fámjiningar hava lagt nógva orku og nógv stríð í at arbeiða fyri at fáa tunnil til bygdina. -Nú sær tað út til at eydnast, tí nú er kommunan komin á fíggj­ar­lógina við tunli. Tað gleðir okkum ómetaliga nógv, at vit eru komin so langt, sigur Jóa­nis Lisberg, borgarstjóri í Famj­in. Hann vísir á, at tosið um tunnil og at verlkætlanin er komin so langt ávegis, hevur vakt áhugan hjá fólki at venda eyguni móti bygdini á vestur­ síðuni á Suðuroynni. -Nú fær kommunan fyri­ spurn­ingar um grundstykkir. Tað hava vit ikki fingið í fleiri ár, so tað er tekin um, at áhugin er vaksandi, sigur borg­ar­stjór­ in. Hann heldur eisini, at fleiri góðar orsøkir eru hjá fólki, sum vilja liva í friði at flyta til Fám,jins. Har er vakurt og friðarligt og harafturat er skatta­prosentið ikki meira enn 16 prosent. Kommunan veitir tær somu vælferðartænasturnar, sum hin­ar kommunurnar í oynni, so sum eldrarøkt, barnavernd, tilbúgving og annað saman við hinum kommununum, sum eru í oynni. -Eg harmist tó um, at ikki øll afturberingin frá landinum kemur í eldrasamstarvið. Vágur fær meira pengar aftur enn tey gjalda inn í samstarvið. Tað er harmiligt, tí tað hevði hjálpt okkum ómetaliga nógv, sigur Jóanis Lisberg. Kommunan er rímuliga væl fyri og eigur millum eina hálva og eina triðings álíkning á bók. Tað ljóðar av eitt sindur av peng­um, men ein eigur at hava í huga, at álíkningin hjá einari kommunu við 87 borgarum er avmarkað. Gjørt íløgur Kommunan hevur gjørt ílegur í ein nýggjan veg og ein verður gjørdur afturat. Vegirnir verða asfalteeraðir, tá ið tað fer at vára. Eisini eru ætlanir um at fríðka bygdina, millum annað við at gera kirkjugarðin. -Um summarið rógva eisini fleiri bátar út higani, so vit bøta um dráttin og annað -Eisini hava vit sett ein krana upp har, so vit royna at gera tað liv­iligt hjá teimum, sum rógva út har um summarið. Borgarstjórin væntar eisini, at ferðavinnan fer at venda eyguni meira vestur um, tá ið nú koyrandi fer at vera gjøgn­ um bergholið. -Eg vóni, at vit fáa eitt sindur meira av lívi í, tá ið vit fáa eina betri og tryggari farleið, sigur Jóanis Lisberg, sum stillar upp­ aftur og bjóðar seg fram at vera ein av teimum trimum bygdar­ ráðs­limunum, sum skulu stýra bygdini næstu fýra árini. FÓLKATALIÐ HÆKKAR OG ÁHUGIN VEKSUR - Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð, men nú er tíðin komin til at gevast, og eg vendi ikki aftur, sigur borgarstjórin í Hovs kommunu, Jónsvein Hovgaard Vilmund Jacobsen Tað er greitt, at borgarstjórin í Hovs kommunu seinastu fýra árini, Jónsvein Hov­ gaard, stillar ikki upp aftur á kommunuvalinum kom­andi. Hann hevur sitið í bygdar­ráð­ num seinastu 16 árini, harav borgar­stjóri hesa seinastu setu­ na. Nú heldur hann, at tíðin er komin til at gevast. Delmar Tausen, sum var borg­arstjóri í Hovs kommunu í fleiri ár fram til setuna undan hesari, er eisini á listanum hesa­ferð. Tað, sum er broytt í Hovs kom­munu til valið hesaferð í mun til undanfarin val, er, at fólka­talið í kommununi er dott­ið niður um 100. Sambært tølum hjá Hag­ stovu Føroya búgva 97 fólk í Hovs kommunu, og tað merkir, at nú skulu bert trý - heldur enn fimm - veljast í kommustýrið. Tá freistin at stilla upp var úti, vóru bara trý nøvn á einasta listanum til kom­ munu­valið, og tað er sambært val­lógini ov lítið. Tískil er tvey fólk nú stillað upp aftrat til bygdarráðsvalið í Hovs kom­ munu. 16 ár er nokk Jónsvein Hovgaard, sum er 63 ára gamal, heldur, at 16 ár sum bygdarráðslimur og nú borgar­ stjóri er nóg mikið. - Hetta hevur verið ein spenn­andi og lærurík tíð, men nú er tíðin komin til at gevast, og eg vendi ikki aftur, sigur borgar­stjórin avgjørdur. Hann vísir á, at Hovs kom­ muna hevur eina fíggjarætlan sum liggur um einar tríggjar miljónir krónur, og tað er greitt, at her er ikki nógvur peningur til íløgur. - Raksturin er dýrur, og eldraøkið kostar kom­munu­ni eini 15 prosent av fíggjar­ætlan­ ini um árið. Nú talið av bygdar­ ráðslimum dettur niður á trý umboð, verður nógv hjá øllum at renna eftir, tí tað eru javnan fundir við felagsskapir og myndug­leikar, har kommunan skal vera umboðað. Jónsvein Hovgaard vísir á, at tá farið verður nøkur ár aft­ ur, fylti ein fíggjarætlan hjá kom­munu­ni nakrar heilt fáar síður, men í dag fyllir hon fleiri ferðir so nógv. - Vit hava gott fólk í um­sit­ ingini hjá kommununi, og vit klára okkum væl, eisini fíggj­ ar­liga, tó at her er ikki nógv at gera gott við, um eg so kann siga, sigur hann. Borgarstjórin ásannar, at fólkagrundarlagið í Hovs kom­ munu broytist. Tað er ikki endi­ liga tí, at so nógv flyta burtur, at bygdin minkar í fólkatali. Men, her hevur verið lítil til­ flyt­ing. - Fólk eldast, og fólk doyggja burtur av, sum nú einaferð er lívsins gongd. Eg haldi ikki, at vit í Hovi hava sæð so stóra frá­ flyting. Men, tá lítil ella eingin tilflyting er, minkar fólka­ grundar­lagið, sum tíðin gongur, sigur Jónsvein Hovgaard. Familja flytir inn Eins og í øðrum smáum kom­ mun­um í Suðuroy, er lítið bygt í Hovi í fleiri ár, men í løtuni standa eini sethús í gerð, og familj­an er í holt við at flyta inn. - Vit hava eini trý ella fýra grund­stykki, sum familjur, ið møgu­liga kundu hugsað sær at bygt í Hovi, kunnu fáa fyri ein lagaligan prís, men vit mugu bara ásanna, at eftir­ spurn­ingurin hevur verið av­markaður. Tískil hava vit held­ur ikki følt tað sum serliga átrok­andi at fremja nýggja út­ stykking í Hovi. Jónsvein Hovgaard vísir á, at fólk eru hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri hjá kommununi, og hann heldur, at tað hevði verið hugaligt, um nakrar barna­familjur komu til bygdar. Umvæla skúlan Hovs kommuna hevur lítla og onga nettoskuld, men í kom­ andi skeiði verður neyðugt at brúka umleið eina miljón krón­ ur upp á skúlan. - Tað eru serliga vindeyguni, sum er vánalig og mugu skift­ ast. Síðan er ætlanin eisini at klæða bygningin. Fyri fá­um árum síðan fekk skúlin eisi­ ni nýggjan køk, soleiðis at útleigingarmøguleikarnir kun­ du gerast betri. Jónsvein Hovgaard sigur, at Hovs kommuna hevur sett peng­ar av til umvæling og við­líka­hald, og hann sigur seg vóna, at hetta arbeiðið verður gjørt í komandi ári. Í skúlanum er eingin skúlagongd, og tí verða skúlin og góði skúla­garð­ urin brúkt til onnur endamál. - Vit hava avtalu við aðrar kom­mun­ur í Suðuroy um bæði skúla og barnaansing, og hvar hesar avtalur eru, hong­ ur sum oftast saman við, hvar foreldrini arbeiða, sigur borgar­ stjórin í Hovs kommunu. 16 ÁR ER NÓG MIKIÐ Jónsvein Hovgaard hevur verið í bygdarráðnum í Hovi í 16 ár