Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KOMMUNUVAL 2020 MIKUDAGUR 4. NOVEMBER 2020 · NR. 77 Sosialurin 20 Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð. So er tað nú, at vit skulu taka hond um javnstøðuna, og ar­ beiða fyri at kvinnur og menn fáa líka løn. Ein góð byrjan kundi verið at stytt arbeiðs­ vikuna og varðveitt lønina, í hvussu so er í teimum týðandi um­sorganarstørvum, har kvinn­ur røkja flestu størvini. Líkaløn. Júmen hava ikki tað? – spyrt tú óivað. Og svarið er nei. Á pappírinum kanska. Men tann beiski veruleikin vís­ir, at til dømis í juni mánað í 2020, tjentu menn á føroyska arbeiðs­ mark­naði­num tilsamans uml. 200 milliónir krónur meira um mánaðin enn kvinn­ur. Menn 520 milliónir og kvinn­ur 320 milliónir kr. Í 2014 var munurin “einans” 140 milliónir, so tað gongur skeiva vegin. Kvinnur og niðursett tíð. Tað eru á leið líka nógv­ar kvinnur á arbeiðs­mark­naði­ num sum menn – og ja, eg veit væl, at tað eru fleiri kvinnur, sum arbeiða niðursetta tíð, enn menn. Men hví gera tær tað? Ikki bara tí at tær ynskja tað, men av teirri einføldu grund, at “kvinnu”størvini øgi­liga ofta einans verða boðin út sum parttíðarstarv. Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsu­hálparar, heilsu­røkt­ ar­ar, námsfrøðingar, hjálp­ ar­fólk, og vaski- og rein­gerð­ ar­fólk. Og so ikki at gloyma flaka­fólkini. Hetta eru alt starvs­fólka­ bólkar, sum eru lívs­neyð­ugir fyri, at okkara væl­ferðar­sam­ felag virkar. Tað eru eisini hesar, sum mangan ikki fáa ein fullan arbeiðsdag, tí tað er ov tungt – ella tí tað ikki ber til at leggja eitt vaktarskema, sum tryggjar fulla tíð. So lat okkum standa sam­ an um at lyfta hesar starvs­ fólka­bólkar upp nú, so at lønar­gloppið millum kvinnur og menn minkar, og so at arbeiðs­um­støðurnar verða virði­ligar. Okkum dámar væl arbeiðið – men tað er ov hart og ov illa lønt. Tey flestu, sum starvast í front­linjuni - og sum tryggja okkum øðrum lív og heilsu, ikki minst nú Korona legði land­ið lamið – siga somu søgu, at teimum dámar sera væl sítt arbeiði, men lønin er ov lág, arbeiðsbyrðan ov tung, og síðst men ikki minst, virð­ ingin er ov lítil. Tað skal Tórshavnar Kom­ mu­na leggja sær í geyma og gera nakað við í næsta valskeiði. Og tað fari eg at stríð­ast fyri. Inn­an eldra­røkt­ ina, á dags­tovna­øki­num og í heilsurøktini, fái eg álit veljar­ ans. Tórshavnar Kommuna loys­ir tað ikki einsamøll – men vit mugu gera okkara. Líkaløn í Tórshavnar Kommunu nú! Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar Býráð Eg slapp at vera fluga á veggi­ num einar 14 dagar, tá ið ein om­mudóttir skuldi skifta frá vøggu­stovu til barnagarð. Hesir dagar vóru ómetaliga læru­ríkir fyri meg. Ikki einans sá eg starvsfólk hvønn dag kýta seg langt út um tað, vit kunnu krevja av starvsfólki, eg sá eisini, hvussu pressaður gerandis­dagurin er á einum van­ligum dagstovni í Havn. Og eg síggi tíverri eisini, hvussu starvsfólk fella frá. Dagstovnaøkið hongur í ein­ um klønum tráði Dagstovnaøkið hongur í ein­ um klønum tráði í dag. Og tað kann kollapsa, áðrenn vit vita av. Har manglar orka, fakfólk, tíð, pengar og virðing. Her skulu stór tøk takast beinan veg­in, tá ið nýtt býráð tekur við. Tí skal dagstovnaøkið upp­ rað­festast. So tað munar. Fái eg saman við Javn­að­ar­ flokkinum møguleika fyri tí, vil eg gera mítt ítarsta fyri at náms­frøðilig starvsfólk fáa um­støður at hugsavna seg um sítt arbeiði – sum er at menna, menta og at brynja børnini og komandi ættarlið til eitt sam­ felag í støðugari broyting. Hesi mál skulu avgreiðast á dagstovnaøkinum so skjótt sum møguligt: • Fleiri námsfrøðilig starvs­fólk skulu inn á alt dag­stovna­økið – og betri normeringar • Námsfrøðingar skulu fáa møguleika at eftirútbúva seg fyri­reik­ ingartíð • Leiðslurnar á dagtovnunum skulu fáa leiðslurættin aftur • Tað skal verða møguligt at ar­beiða fulla tíð á dagstovni í Tórs­havnar Kommunu • Frítíðarskúlatilboð til 3. flokk í Badmintonhøllini skal setast á stovn • Frítíðarskúlin Spírin skal varð­veitast • Børn við serligum tørvi skulu raðfestast Henda uppraðfesting av arbeiðs­umstøðunum á dag­ stovna­økinum kemur at kosta. Men íløgan er ein fyritreyt fyri, at samfelagið virkar, at familj­ urnar trívast, og síðst men ikki minst, at vinna og virksemi kann mennast. Bestu arbeiðsumstøður á dagstovnum í Tórshavnar Kommunu Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins til Tórs­havnar Býráð Vit skulu blása lív aftur í mið­ býarætlanina. Seinastu fýra árini er ikki nógv hent til tess at fríðka um býin og at skapa lív og trivnað í miðbýin. Vit skulu loyva borgarum at búseta seg í miðbýnum. Fríðka um og halda viðlíka. Tað er átrokandi. Bróta niður múrar, skapa luft og ljós eins og dygdargóð spælistøð og mentan­ar­støð fyri bæði børn og vaksin. Vit skulu taka burtur forð­ ingar fyri tí góða hugskotinum Sølutorgið í Vágsbotni skal fáast at blóma. Og listafólk skulu sleppa at seta dám á býin. Tað er umráðandi, at tú fært møguleika fyri at siga tína hugsan – og at bý­ráðs­ politikarin lurtar eftir hvat tú sigur. Lat okkum fáa sambandið aftur í lag millum býráð og borg­ara og standa saman um eitt Býráð fyri borgaran. Livandi býur