hósdagur 5. november 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 78
28
JÓANNES BJARTALÍÐ: AB GER
TAÐ TORFØRT FYRI OKKUM
Vit fáa tað ikki at koyra í dag, og AB ger at tað
torført fyri okkum. Teir spæla væl í dag og vit fáa tað
ikki at kora ordiligt, men tað gongur til seinast. Vit
hava ikki tryggjað okkum hatta annað plássið enn,
men tað ætla vit leygardagin, sigur Jóannes Bjartalíð.
TRÓNDUR ARGE – KLAKSVÍK
K
Í kann við 3-1 sigrinum
á AB mikukvøldið í
Klaksvík avgera sína
egnu lagnu í stríðnum
um at sleppa í Evropa til komandi
ár, á seinasta leikdegnum. Tað er
løtur í dystinum, har KÍ er merkt
av nógvu broytingunum, men
argjamenn taka ikki av.
KÍ kann nú við sigri á HB
leygardagin tryggja sær 2.
plássið, silvurið og eitt pláss
í Europa League til komandi
kappingarár.
Argjamenn eru nú nærri
niðurflytingini enn nakrantíð
í ár. AB skal fáa eitt betri úrslit
enn Skála á seinasta degnum,
fyri at hava ein kjans at yvirliva.
Nummar tíggju flytur niður,
meðan nummar níggju skal
spæla móti B68 í einum upp- og
niðurflytingardysti.
Símun onga viðmerking
Tað kom óvart á, tá AB
mánadagin boðaði frá, at felagið
hevur sagt upp venjaran, Símun
Samuelsen. Hetta bara tveir
dagar undan næstseinasta
dystinum í landskappingini.
Úrslitini hava ikki verið góð,
men tað er at undrast á, at
feløgini í Føroyum skjóta við so
skørpum. Hesa ferð er heldur
eingin avloysari. Loysnin er
Rógvi Poulsen, ið er kropsligur
venjari og spælari á besta
liðnum.
Símun Samuelsen hevur sum
so onga viðmekring, men sigur
við Sosialin at hann vónar at AB
bjargar sær. Hartil sigur hann, at
yrkisleiðin sum venjari júst er
byrjað, so hann ræðist ikki eitt
anna venjarastarv.
Hann er triði venjarin, sum
óvæntað fær sekkin. Fyrst var
tað Eyðun Klakstein í Víkingi,
síðani Glenn Ståhl í NSÍ og nú
Símun Samuelsen í AB. Sorin
Anghel takk fyrr í ár fyri seg
á Argjum, har hann og nevdin
samdust um at gevast við
samstarvinum. Tað var eisini
støðan á Skála, tá Bill M. Jacob
sen takkaði fyri seg.
-Nevndin hevur avgjørt at
steðga samstarvið við Símun
Samuelsen. Nevndin hevur
bert gott at bera Símuni. Hann
hevur staðið fyri framgongd og
menning av ungum leikarum.
Men tað er eingin loyna, at úrs
litini hava verið ímóti okkum
í ár. Tað eru tveir dystir eftir,
og vit stríðast fyri at yvirliva í
deildini. Rógvi Poulsen, høvuðs
ungdómsvenjari, tekur yvir tað,
sum eftir er av kappingini. AB
møtir KÍ á útivølli mikudagin
og EB/Streymi á heimavølli á
síðsta leikdegi. Nevndin takkar
Símuni fyri gott samstarv og
ynskir honum bestu eydnu
framyvir. Nevndin hevur ikki
fleiri viðmerkingar hesum við
víkjandi, skrivar AB.
Serliga hendan seinasta við
merkingin er brúkt av Víkingi,
NSÍ og nú AB. Hetta er ein
óskikkur at halda, at tú bara
kanst koyra venjaran uttan
nakað. Sum Sosialurin hevur
fingið fortalt, so er ósemja í
nevndini hjá AB, har ávísir
nevndarlimir vildu broyting,
men tað er ilt at síggja hvat fyri
broyting talan er um, tá ongin er
settur í staðin.
Nógvar broytingar hjá KÍ
Tað eru fleiri broytingar á liðnum
hjá KÍ, tá Bjarki Danielsen
bríkslar dystin í Klaksvík í
gongd. Hjá KÍ sita fleiri profilar
á bonkinum. Teirra millum eru
Jóannes K. Danielsen, Patrik
Johannesen, Deni Pavlovic og
Ole Erik Midtskogen.
Lukasz Jaro
sinski hevur endur
vunnið plássið millum stengur
nar, meðan Dávid Langgaard,
Steinbjørn Olsen, Boris Dosljak
og Páll A. Klettskarð eru nýggir
frá byrjan.
Hjá AB eru onkrar broytingar
at hóma. Bjarki Nielsen og Jasper
Van Der Heyden eru í álopinum,
meðan Asbjørn Heðinsson er á
vinstra miðvøllinum. Mikkjal T.
Hentze hevur funnið gaggurnar
fram aftur og er undir liðini á
Sørini Samuelsen í miðverjuni.
Eitt í part
Tað er vindur og regn við Djúpu
mýru, tá Jasper Van Der Heyden
vinnur ein luftbólt. Bjarki Niel
sen stríkur avstað og Heini
Vatnsdal missur fótafestið.
Lukasz Jarosinski nær ikki og í
nøkur sekund er tøgn kring vøll
in. Síðani hoyrast bara rópini
frá Ab-spælarunum og onkrum
einkultum argjamanni, sum
er farin til Klaksvíkar í ódnar
veðrinum.
KÍ hevur bóltin nógv restina
av seinna hálvleiki, men tað er
sjáldan at Silas Eyðsteinsson
skal til arbeiðis. Hann tekur sær
væl av innleggunum, men tað
einu ferðina er hann ov djarv
ur. Innleggið hjá Borisi Dosl
jak er ikki so hart og steðgar í
vindinum. Silas Eyðsteinsson
nær ikki út alíkavæl og Páll A.
Klettskarð kemur
í millum og skorar.
AB tekur ikki av
KÍ ger tríggjar útskiftingar í
hálvleikinum. Dávid Langgaard,
Steinbjørn Olsen og Jonn
Johannesen fara út fyri Ole
Erik Midtskogen, Jóannes K.
Danielsen og Deni Pavlovic. Tað
gevur eitt trýst fyrstu minutt
irnar, men innanfyri tíggju
minuttir hevur AB fleiri góðar
støður. Felags fyri allar støður
nar er Jasper Van Der Heyden,
sum var nær við at skora.
Tað endar alt við at KÍ
fær brotsspark, eftir at Sørin
Samuelsen fær bóltin í hondina.
Tað er undir ongum umstøðum
við vilja og hann fær ongan fyri
mun av støðuni. Liðskiparin hjá
AB er bara óheppin. Jóannes
Bjartalíð tekur av og smekkar
bóltin í málið.
-Bólturin vildi ikki liggja
stillur. Mikkjal hevði júst
skeldað meg, tí eg gjørdi ov
skjótt av við eitt hornaspark. So
hesa ferð bíðaði eg og so skjeyt
eg. Eg hevði bestemmað meg
áðrenn, sigur
Jóannes Bjartalíð.
Ole dagsins maður
Norski áleyparin, Ole Erik Midt
skogen, kom á vøllin í seinna
hálvleiki. Hann var klárt besti
maður teir 45 minuttirnar hann
var á vøllinum. Hann var ein
støðug hóttin og átti eisini upp
leggið, tá KÍ punkteraði dystin.
Aftur var Sørin Samuelsen
óheppin. Hesa ferð gleið hann og
Ole Erik fór avstað við bóltinum.
Ósjálvsøkin spældi hann bóltin
fyri føturnar á Borisi Dosljak, ið
skoraði.
Norski áleyparin serveraði
eisini bóltin fyri Pálli A. Klett
skarð stutt seinni, men ein
argjamaður fekk ruddað vekk
í evstu løtu.
KÍ vann uppiborið, men
kendu argjamenn sína vitjunar
tíð, so kundi minst eitt stig ligið
eftir á Argjum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Betri deildin menn: Tríggjar útskiftingar í hálvleikinum
talaðu sína søk, tá KÍ í vidi og regni vann 3-1 á AB. Tað
var javnleikur í hálvleikinum og bjargingin bleiv eitt
brotsspark og ein innskifting av Ole Erik Midtskogen
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
KÍ-AB 3-1:
KÍ STENDUR VIÐ EVROPA-
KÍ STENDUR VIÐ EVROPA-
TRUMFINUM
TRUMFINUM Í HONDINI
Í HONDINI