Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2020 · Nr. 79 2MIKUDAGSBLAÐIÐ Tað var gott, at tað var Joe Bid­en sum dró longra stráið á for­seta­ val­i­num í USA í síðstu viku. Á amerikanska forseta­val­i­ num seinast tók realitystjørnan og fleir­mill­i­ardingurin Donald Trump øll á bóli við at vinna sann­førandi á demokratisku fyrr­ver­andi utt­an­rík­is­ráð­frúuni, Hill­ary Clinton. Tað fekk parta­ bræv­a­kurs­ir­nar kring heimin at stúrt­dúkka og fólk at halda ondini, tí Donald Trump hevði ­ong­ar pol­it­iskar royndir, og stór ó­vissa var um, hvønn politikk hann í ver­u­leikanum fór at føra. Am­er­i­k­anski forsetin hevur ikki bert av­ger­andi vald yvir teim­um 50 stat­u­num í USA, men eisini eina leið­andi støðu á al­tjóða pallinum hern­að­arliga, bú­skap­ ar­liga og poli­tiskt. Mikil orrusta hevur verið kring Donald Trump í øllum for­set­a­skeiðnum, millum ann­ að utt­an­rík­is­pol­it­iskt, har hann hevur tikið USA úr fleiri al­tjóða av­talum, verið saman við norð­ur­ kor­e­anska einaræðisharranum, Kim Jong-un og hevur ført ein sera harð­an útlendingapolitikk. Hann er støðugt í stríð við fjøl­ miðl­ar­nar, sum hann leggur und­ ir at føra fake-news propaganda, og sjálvur er hann íðin brúkari á Twit­ter, har hann deilir sínar av­ gjørdu meiningar um politikk, miðl­ar og einstaklingar. Framferðarháttur hansara er ikki vorðin mildari við árunum sum forseti, eins og gerðir og út­ sagn­ir hansara framvegis eru ó­for­út­sig­il­ig­ar og kontr­o­ve­r­s­i­ ell­ar. Í valstríðnum hev­ur hann hild­ið hánt um kor­on­u­krepp­ una, lít­ils­gjørt Black Lives Matt­ er-rørsl­una eins og nokta at tik­ið frá­støðu frá vaksandi høgr­a­víð­ gongda uppreisturin í USA. Tað er gott fyri USA at sleppa av við ein slíkan forseta. Tað er gott fyri fólka­ræðið at sleppa av við ein slík­an poltikara. Tað er eis­ini gott fyri Evropa at sleppa av ein slík­an politikara, tí við­ur­ skifti millum USA og restina av heim­i­num kunnu bara gerast verri við einum slíkum forseta. Tað er ein lætti at hoyra ein mann, sum Joe Biden stíga fram. Bara tað at hann ikki gera landi og fólki fyri skommum, hvørja ferð hann opnar munnin, er ein lætti. Eingin annar forseti í USA hevur verið til slíka skomm fyri USA. So kunnu vit bara vóna, at tað fer at eydnast Joe Biten at fáa bil­bugd við koronukreppuni og at hann fera føra eina mann­a­vin­ aligari politikk, sum fer at merkj­ a­st kring heimin. Surningurin er so, um Donald Trump fæst frá valdinum uttan svørðs­slag. Men eitt land sum USA man hava onkra skipan, sum loysir ta avbjóðingina. SKILVÍSI SIGRAÐI Í USA Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@ sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tað er ein lætti fyri allan heim­ in at sleppa av við Donald Trump Bóka­ jól í blað­ num í dag EYKABLAÐ – Eg kann ikki lova før­oy­ ing­um nakað. Tað var boð­ skap­urin frá Mette Fred­er­ ik­sen, forsætisráðharra í Dan­mark, í Fólkatinginum í morg­u­n. Ætlanin er at seta eina lóg í gildi um, at trú­ar­ sam­feløg í Danmark, sum brúka eitt annað mál enn danskt, skulu týða sínar præd­ikur, og talur, til danskt. Endamálið við hesum er at forða fyri fyri at víð­ gongd­ir muslimskir prest­ ar sleppa at breiða ein hatsk­an boðskap ímóti Danska samfelagnum, í­móti jødum, og øðrum. Tað er eyðsæð, at slíkt fer fram í moskum, og ein av­leiðing av tú hevur ver­ ið, at fleiri ungir danir fóru til Sýria at stríðast fyri Isis. Sjúrður Skaale, fólka­ tings­mað­ur, hevur reist mál­ið fyri donsku stjórn­ini tí hann sigur, at ein ó­hepp­ in avleiðing av hesum, er, at før­oyskar samkomur og kirkj­ur í Danmark, verða lagd­ar undir ógrundaðan ill­gruna, og verða noyddar at seta tíð og orku av til at týða sín boðskap til danskt. Men hann hevur ikki fingin váttan fyri, at hetta ikki verður galdandi fyri føroyskar kirkjur og sam­komur í Danmark. Og í Fólkatinginum nú í morgun, vildi Mette Fred­ er­ik­sen heldur ikki lova nak­að um, hvat úrslitið av hes­um verið. Hon virðir, at tað verður prædikað á føroyskum í Dan­mark, og tey hava aldr­in havt trupulleikar av før­oyskum, katólskum, fronsk­um og øðrum kirkj­um í Danmark. – Men víðgongdir mus­limsk­ir prestar, sum prædika hat­ur í mosk­um í Da­n­mark er ein trup­ ul­leiki, sum vit skulu gera nakað við. Men hvat úrslitið verður fyri før­ oysk­ar samkomur, fái eg einki sagt um, sigur hon. Sjúrður Skaale end­ur­ tók, at hann fer a fylgja mál­i­num, tí hetta er púra burt­ur­við. Nú veksur fólka­ tal­ið eisini á pláss­um, har tað ann­ars hevur ver­ið mink­andi Tann 1. september í ár, búðu 52.756 fólk í Før­oy­ um. Sostatt er fólkatalið vaks­ið 827 fólk hetta sein­ asta árið, og tað er ein vøkst­ur upp á 1,6 prosent. Hetta vísir ein nýggj upp­gerð hjá Hagstovuni. Eftir tølunum frá Hag­stov­uni vísir tað seg fram­veg­is, at tað er í meg­in­øk­i­num, og helst við tunn­ils­munn­anar í Eyst­ur­oy­artunl­i­num, at fólka­talið veksur mest. Sostatt veksur fólkatalið mest í Suð­ur­streymoy á Skála­f­jørð­inum, men tað veks­ur eisini nógv í Eyst­ ur­komm­unu, í Klaksvíkar komm­unu, í Kvívík, í Vága komm­unu, og á Eiði. Men tað er eisini vert at leggja til merkis, at í vági hevur tað eisini verið fitt av fólka­vøkstri, tí nú búgva 23 fólk meiri í Vági enn fyri einum ári síðani. Til­sam­ans er fólkatalið í Suð­ur­oy vaksið 15 fólk hetta seinasta árið. Men tað vísir seg eisini, at nú er fólkatalið eisini far­ið at veksa í Sandoynni, har tað nú búgva 18 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani. Hesi seinastu árini hev­ ur gongdin annars ann­ars verið, at fólkatalið í Suð­ur­ oy og í Sandoy, er minkað, ella hevur tað, í besta førið, mest sum staðið í stað. Vilja hava før­ oy­ing­ar at lesa meira BÓKAJÓL SÍÐA 4 Lovar føroyingum einki Fólk tyrpast saman rundan um Eysturoyartunnilin Tunnilsmunnin í Rossagili norðan fyri Hvítanes. Tunnilin hevur uttan iva sína ávirkan á, hvar í Føroyum fólk vilja búgva