týsdagur 10. november 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. november 2020 · Nr. 79
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HB MEISTARI FYRI 24. FERÐ
Havnar Bóltfelag er mest vinnandi
felagið í føroyskari fótbóltssøgu. Í fjør
vann felagið steypakappingina fyri 27.
ferð og í ár hevur felagið vunnið FM-
heitið fyri 24. ferð. Sostatt er HB komið
upp á 51 steyp í føroyskum fótbólti
Tróndur Arge - Klaksvík
Tað eru farnir tveir minuttir
av
yvirtíðini,
tá
Hilmar
Leon Jakobsen brúkar sín
ar eginleikar sum hondbólts
spælari, og tveitur bóltin inn
í fimm-meturin. Har kemur
Delphin Tshiembe leypandi
upp um ein trunka av spæl
arum, og stútar bóltin í mál.
Gleðin í HB-leguni, og vón
brotið í KÍ-leguni, er ikki til at
taka feil av.
HB hevur fingið stig móti
argasta
kappingarneytanum
og ger klárt til FM-veitslu,
meðan KÍ misti Europa League
plássið úr hondunum í evstu
løtu. KÍ er nú í bíðistøðu og
má vóna, at HB ella NSÍ, sum
saman við AB bleiv stóri
vinnarin á seinasta leikdeg
num, vinna steypakappingini.
Bara tá kemur KÍ í Europa
League til komandi kappingar
ár.
HB skal spæla í Champions
League og í skiftirúminum
eftir dystin kundi Jens Berthel
Askou, venjari hjá HB, kunn
gera frammanfyri hópinum,
at felagið eisini hevur fingið
ein nýggjan landsliðsspælara
í Hilmari Leon Jakobsen. Hann
avloysir Andreas Lava Olsen úr
Víkingi, sum hevur givið avboð
vegna trupulleikar í lærkrika
num.
HB megnaði ongantíð í
hesum kappingarárinum at
vinna á KÍ í vanligum dysti,
men hóast tað, so hevur HB
tikið bæði Løgmanssteypið og
Europa League frá KÍ.
HB broytir spæliætlan
FM-vinnararnir úr HB hava
broytt spæliætlan til dystin í
Klaksvík. HB hevur fingið nógv
rós fyri sítt troyttaleysa álops
trýst á mótstøðuliðið, men í
seinnu hálvu hevur liðið fleiri
ferðir broytt til 3-5-2. Hetta fyri
at styrkja verjupartin, men
tað hevur í flestu førum fingið
útyvir álopsspælið. Tað var
eisini tilfeldið í Klaksvík, har
hvørki Mikkel Dahl ella Adrian
Justinussen fingu nakað burt
urúr í álopinum.
Heimaliðið hevði Ole Erik
Midtskogen, Deni Pavlovic og
Jóannes K. Danielsen við frá
byrjan. Teir byrjaðu á bonki
num móti AB mikudagin. KÍ
helst fast í síni 4-4-2 uppstilling
við Jákup B. Andreasen og Deni
Pavlovic á miðjuni, og Jóannesi
Bjartalíð í høgru.
Harður dystur
Tað er greitt longu frá byrjan,
at hetta verður ikki nakað fót
bóltsligt
upplivisli.
Størsta
upplivingin í fyrra hálvleiki er
nokk tá spælararnir koma á
vøllin, og viðhaldsfólk hjá HB
tendra eini tjúgu neyðblus.
Restin av fyrra hálvleiki er
ein harður dystur á miðjuni.
Longu fyrstu minuttirnar sæst
á spælarunum, at teir eru á
vølliunum fyri at vinna. Heini
Vatnsdal og Mikkel Dahl hava
okkurt koyrandi longu aftaná
nakrar fáa minuttir. Tað endar
við, at áleyparin hjá HB kemur
við eini alt ov seinum skumpi, ið
sendir Heina Vatnsdal umkoll.
Dómarin,
Jóhan
Hendrik
Ellefsen, valdi ikki at spæla kort
í fyrra hálvleiki. Bara Trónd
ur Jensen fekk tað gula kortið.
Tað var kanska gott, tí tað komu
heili átta av slagnum í seinna
hálvleiki. So er spurningurin um
dómarin hevði mist tamarhaldið
á dystinum, um fleiri spælarar
fingu gult kort longu í fyrra
hálvleiki. Sum heild vóru nógvar
taklingar og ónollur at síggja
í dystinum, sum ikki var væl
spældur.
Innskiftarar gera mun
Tað gert tíðliga greitt, at KÍ skal
vinna dystin móti HB, fyri at
tryggja sær 2. plássið og luttøku
í Europa League til komandi
kappingarár. NSÍ er á odda við
fleiri málum meginpartin av
dystinum á Tórsvølli móti B36.
Tað merkir at ein javnleikur
ikki røkkur til.
Mikkjal K. Thomassen, venj
ari hjá KÍ, sendir bæði Páll A.
Klettskarð og Boris Dosljak á
vøllin í seinna hálvleiki. Tað var
Boris Dosljak, sum legði upp
til útjavnandi málið móti AB,
tá Páll A. Klettskarð skallaði
bóltin í málið.
Tað
sama
hendi
tjúgu
minuttir fyri tíð leygardagin.
Boris innfyri og Páll skallar
bóltin í málið millum tveir stór
ar miðverjar hjá HB. Stór gleði
millum viðhaldsfólkini hjá KÍ,
sum ikki mundu telja meir enn
helmingin av áskoðarunum við
Djúpumýru hendan dagin.
KÍ er nú á Europa League kós.
Berthel satsar
Jens Berthel Askou, sum hevur
valt ein meiri verjukenda loysn,
velur nú at satsa. Pætur Peter
sen og Hilmar Leon Jakobsen
koma á vøllin í eini roynd at
fáa ein javnleik. Tað gongur
illa at koma til málmøguleikar,
men við hondbóltslandsliðs
spælaranum frá so seint sum
í januar í ár, Hilmari Leon
Jakobsen, hevur HB eitt vápn
upp á innkast.
Bólturin
verður
sendur
innfyri eina ferð, men verjan
hjá KÍ ruddar vekk. Bólturin
rullar út til innkast í høgru
einar
tíggju
metrar
frá
hornaflagginum. Har standa
spælararnir
hjá
HB,
sum
ikki eru við. Hilmar Leon ger
klárt og lítla løtu seinni er
ovurhondsstórur
fagnaður
millum HB-spælararnar. Bæði
á og uttanfyri vøllin.
HB arnir kunnu ikki brúka
eina stigi til so nógv sjálvir,
men teir hava við javnleikinum
fyribils tikið Europa League
frá KÍ, og hevnt ein part av
tapinum í Klaksvík fyrr í ár.
-Hetta hevur stóran týdning,
tí KÍ er okkara størsti kapp
ingarneyti. Vit hava ikki vunnið
á teimum í ár, so tað gott at vit
í minsta lagi fingu ein javnleik,
sigur Delphin Tshiembe.
Venjarin hjá HB heldur eisini
fyri, at tað er týdningarmikið
fyri kappingina, at HB spælir
dystin við øllum, sum teir eiga.
-Vit skulu eisini vísa kapp
ingini og eitt nú NSÍ og B36
virðing. Vit vilja ikki, at tey
skulu kunnu siga at vit bara
fóru til Klaksvíkar fyri at feira
meistaraheitið, sigur venjarin
hjá HB, ið eisini endurtekur tað,
sum Delphin Tshiembe sigur.
Mótsetningar
Spælararnir hjá KÍ vístu HB
tað virðing, at teir stóðu í mið
kringinum og klappaður, tá HB
fekk gullið um hálsin. Meðan
hevur FM-veitslu og skal spæla
um Løgmanssteypið, er KÍ nú í
bíðistøðu. Einasta vónin er, at
júst HB ella NSÍ vinna steypa
kappingina, ella verður ongin
evropesiskur fótbóltur í Klaks
vík komandi ár. HB hevur
vunnið meistaraheitið fyri 24.
ferð.
trondur@sosialurin.fo
Betri deildin menn 27.umfar: HB fór til Klaksvíkar eftir FM-
steypinum, men fekk bæði spilt Europa League luttøkuna hjá KÍ
og Hilmar Leon Jakobsen á landsliðið. Tað sæst á øllum brøgdum,
at málið hjá Delphin Tshiembe hevur týdningin fyri báðar partar
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
KÍ-HB 1-1:
HB TÓK FM-STEYPIÐ
HB TÓK FM-STEYPIÐ
OG EVROPA-PLÁSSIÐ
OG EVROPA-PLÁSSIÐ
FRÁ KÍ
FRÁ KÍ