Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2020 · Nr. 79 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge/ Jóannes Hansen NSÍ skal spæla í Europa. Tað tryggjaði Klæmint A. Olsen NSÍ við hattriki í 4-3 sigrinum á B36 leyg­ardagin, tá 27. og seinasta um­far var á skránni. Tað var einki at rafla um, tá ið NSÍ í góðveðrinum var á Tórsvølli. Gestirnir vóru heilt eirindarleysir, og leingi sá tað út til, at B36 fór at leggja rygg til stórtap. NSÍ vann 4-3. Sigurin ber við sær, at NSÍ vann silvurkrónurnar, og at NSÍ hevur tryggjað sær pláss í Europa næsta summar. Klæmint A. Olsen var av álvara í hopla. Hann skoraði trý mál ella hattrikk, og harvið lyfti hann seg heilt upp á mál­ tindin, har hann er undir lið­ini á Uros Stojanov hjá ÍF, sum leingi hevur verið ovast á mál­ tindinum. Pætur Turiðarson Skipanes legði NSÍ á odda, tá ið tíggju minuttir vóru farnir, eftir at Petur Knudsen fyrst hevði roynt seg, og so fór Klæmint A. Olsen fet fyri fet at taka seg heilt upp á máltindin. Tíggju minuttir eftir fyrsta málið var hann púra kaldur, tá ið hann umsetti brotsspark til 2-0. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið ein av heima­ monnunum fekk bóltin í armin eftir NSÍ horna. Tíggju minuttir undan steðginum økti Klæmint A. Ol­ sen, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið eftir inn­ legg frá Pæturi Turiðarson Skipa­nes, og fimm minuttir sein­ni kveiktist vónin eitt vet millum heimamenninir, tá ið Alex Mellemgaard setti bólt­in í málið, eftir at Árni Frederiksberg hevði sent bóltin í stólpan. Tíggju minuttir eftir steðgin økti Klæmint A. Olsen um munin til 4-1, eftir at Petur Knudsen hevði lagt innfyri. B36 svarar aftur Sebastian Pingel minkaði um munin, tá ið hann av brots­ teigar­samankomingini í vinstru og umvegis nærra stólpa sendi bóltin í málið. So var 4-2, og tað varð uppaftur meiri spennandi, tá ið Magnus Holm Jacobsen tólv minuttir undan leikloki minkaði um mun­in til 4-3. So var tað av álvara indian­ ar­a­fótbóltur. Tað gekk skjótt úr øðrum endanum og í hin, og í onkrum førum var tað spenn­ andi frammanfyri málini. Men NSÍ vann 4-3, og sigurin ber við sær, at NSÍ hevur vunnið silvur­krónur og næsta summar skal spæla í Europa. Klæmint aftur toppskjútti Undan 27. umfari var Uros Stojanov úr ÍF einsamallur á mál­tindinum við 17 málum, meðan Klæmint A. Olsen hevði skorað 14 mál. ÍF 4-1 ímóti Víkingi í Sarpu­ gerði, og Uros Stoja­nov var ikki millum ÍF mál­skjútt­arnar. NSÍ 4-3 ímóti B36 á Tórsvølli, og Klæmint A. Olsen skoraði trý mál ella hattrikk fyri NSÍ. Tí endaðu bæði Uros Stoja­nov og Klæmint A. Olsen á mál­ tindinum við 17 málum, men rituvíkingurin hevur gjørt tað upp á væl færri minuttir. Klæmint A. Olsen er tann spælarin, sum hevur skorað flest mál í landskappingini. Samlaða máltalið hjá NSÍ lið­ fo­r­manninum er 205 mál. Hetta er sætta ferðin, at Klæmint A. Olsen er toppskjútti í bestu deildini. AB fær ein nýggjan møguleika AB er framvegis partur av bestu deildini. Um AB eisini næsta ár fer at vera í bestu deild­ini er treytað av, um tað fer at eydnast argjamonnum at vinna í uppgerð um pláss í bestu deildini. Hon verður ímóti B68 28. novembur. AB vann 4-0 ímóti EB/ Streymi. Hetta var fyrsti sig­ urin yvirhøvur hjá AB í ár. Hóast teir ætlaðu sær at vinna og harvið at lyfta seg upp á sætta plássið, so var tað skjótt, at teir í EB/ Streymi ikki megnaðu at fylgja við. Heldur ikki hóast AB tíggju min­uttir undan leikloki misti lið­for­mannin Sørin Samuelsen, sum sá beinleiðis reytt. Tá var støðan 2-0. Gilli Róa­ son og Jasper Van Der Heyden skoraðu málini. 2-0 var støðan, inntil tað restaði eitt stórt korter. 3-0 málið skoraði Jasper Van Der Heyden, og Bjarki C. Niel­sen, sum er toppskjútti hjá AB við sjey málum, staðfesti rimm­ar sigurin. AB endaði á níggjunda plássi, og AB eigur nýggjan møguleika at endur­ vinna plássið í bestu deildini. Skálamenn í næstbestu deildina Skálamenn eru við at rigga av í Trongisvági, og sum tað tørnaði út í seinasta umfari, so er tað greitt, at skálamenn næsta ár fara at spæla í næstbestu deild­ini. Sorin Anghel hevur skrivað undir uppá, at hann skal standa á odda, tá ið Skála fer at stríðast fyri at sleppa upp aftur í bestu deildina, og nógvir av ungu monnunum, sum hava verið við í ár, fara at hjálpa venjar­ NSÍ vann kappingina um plássið í Europa League í komandi kappingarárið, meðan argjamenn yvirlivdu við at vinna sín fyrsta dyst í hesum árinum. Stóru tapararnir eru KÍ, B36 og til seinast Skála, sum má tað tungu leið niður í 1.deild Samanum 27. umfar: NSÍ OG AB NSÍ OG AB ERU STÓRU ERU STÓRU VINNARARNIR VINNARARNIR