Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2020 2 Sosialurin Bókajól HVØRJAR BØKUR LESA FÓLK? SOSIALURIN HEVUR SPURT NØKUR FÓLK, HVØRJAR BØKUR TEY LESA, UM TEY YNSKJA SÆR BØKUR Í JÓLAGÁVU, OG SO HAVA VIT EISINI SPURT, UM TEY HAVA NAKRA MEINING UM DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT ELLA ÚTLENDSKT? - Eg lesi bæði føroyskt og útlendskt. HVØRJA BÓK LESUR TÚ BEINT NÚ? - Bókina hjá Lars Løkke Rasmussen sum kom út í summar. HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ TÆR Í JÓLAGÁVU? - Eg havi einki serligt ynski. HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM? - Haldi, at onkrar eru sera góðar. Síðstu viku las eg bókina hjá Sólrun Michelsen "Ein táttur er silvur”. Hetta er ein perla av einari bók, sigur Emil Nolsøe.Lesur LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT ELLA ÚTLENDSKT? - Eg lesi so gott sum ongantíð bøkur longur. HVØRJA BÓK LESUR TÚ BEINT NÚ? - Eg lesi ikki nakað ávíst, men meira tað, sum fangar eygað. HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ TÆR Í JÓLAGÁVU? - Eg keypi ofta bøkur í jólagávu, tá eg eri í Føroyum, men havi ikki nakað ávíst bókaynski sjálv. HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM? - Eg ivist ikki í, at dygdin í føroyskum bókum sum heild er góð, sigur Eyðbjørg í Dali. LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT ELLA ÚTLENDSKT? - Eg lesi eitt sindur, og tað er mest fakliteraturur. Tá tað nú er fakligt, so er tað fyri tað mesta á onkrum norðurlendskum máli. Annars dámar mær væl at lesa ævisøgur. HVØRJA BÓK LESUR TÚ BEINT NÚ? - Í løtuni lesi eg eina bók hjá Turid Thomsen sum eitur: ”Í løtuni”. Ein deilig bók við góðum stuttsøgum. HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ TÆR Í JÓLAGÁVU? - Mær dámar sera væl bøkur við uppskriftum av øllum møguligum slag, bæði til at matgera, binda, hekla og annað hondarbeiði. Eg ynski mær onga ávísa bók, men ein, sum hevur við okkurt handaligt ella ein ævisøga, hevði verið fín at fingið. HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM? - Dygdin á føroysku bókunum eg góð. Har eru nógvar bøkur at velja ímillum, og evnini eru sera ymisk, sigur Hertha Olsen. LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT ELLA ÚTLENDSKT? - Havi altíð verið passaliga forvitin og lisið nógv. HVØRJA BÓK LESUR TÚ BEINT NÚ? - Sum mín persónliga støða er í løtuni, eri eg aftur farin í holt við at lesa eina bók, sum eg las fyri nøkrum árum síðan, ”Nuets Kraft” eftir Eckhart Tolle - og altíð nakað av andaligari føði. HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ TÆR Í JÓLAGÁVU? - Veit ikki, hvat kemur út upp undir jól í ár, men eg ynski mær onkra føroyska bók. HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM? - Eg trúgvi, at dygdin altíð hevur verið misjøvn, sigur Sjúrður Jacobsen. LESUR TÚ NÓGV, FØROYSKT ELLA ÚTLENDSKT? - Eg lesi nógv, bæði føroyskt og útlendskt. HVØRJA BÓK LESUR TÚ BEINT NÚ? - Í dag siti eg við ”Færøerne efter freden” hjá Hans Andriasi Sølvará, og á borðinum liggur nýggja bókin hjá Erlingi Isholm og biðir seg lesa. HVØRJA BÓK YNSKIR TÚ TÆR Í JÓLAGÁVU? - Eg ynski mær bókina hjá Hanusi Kamban. Hann er okkara besti stílistur og ein veldugur dokumentaristur. HEVUR TÚ NAKRA MEINING UM DYGDINA Í FØROYSKUM BÓKUM? - Generelt vil eg siga, at fagrar bókmentir eru lakar fyri ikki at siga vánaligar. Men, føroyingar duga sera væl at skriva søgu, ævisøgu og siðsøgu. Tað hevur mín áhuga, serliga nú søgumenn royna at gera seg leysar av tjóðskaparskriving. Men, ikki allir hava lært tað enn, sigur Dan Reinert Petersen. EMIL NOLSØE: EYÐBJØRG Í DALI: HERTHA OLSEN: SJÚRÐUR JACOBSEN: DAN REINERT PETERSEN: