Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-10, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2020síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2020 26 Sosialurin Bókajól Rit & Rák í SMS . Tlf. 603030 . ritograk@ritograk.fo . www.ritograk.fo WWW.RITOGRAK.FO Bílegg føroyskar bøkur á netinum. Tað er skjótt og ómakaleyst. Vigdís Finnbogadóttir er helst tann kend­asti íslendingurin millum før­oy­ ing­ar í dag. Hon var fyrsta kvinnan í heimi­num, sum gjørdist forseti, og søga hennara er á mangan hátt ógvuliga merkis­verd. Nú hevur íslendski rit­ høvund­ur­in og myndprýðarin Rán Flygen­ring endurskapað hesa søguna í mynda­bókini Vigdís – Bókin um fyrsta kvinnu­forsetan. Sanna Andrassdóttir Dahl sá bókina og var púra vís: hesa bókina máttu vit eiga á føroyskum HVÍ VALDI TÚ AT FARA UNDIR AT TÝÐA HESA BÓKINA TIL FØROYSKT? - Vigdís hevur altíð verið ein stór fyri­ mynd fyri meg – hon var fyrsta kvinna í heiminum, ið varð vald til forseta, og so hennara slóðbrótandi arbeiði við náttúruvernd og máli. Eg havi verið so heppin at hitt hana nakrar ferðir, og hon er nakað heilt serligt. Tá eg las um bókina, var tað fyrsta, eg hugs­aði, at hasa má eg fáa hendur á og týða sum skjótast. Tí komandi ættarlið í Føroyum mugu kenna Vigdís. HVAT HELDUR TÚ, AT HENDA BÓKIN KANN GEVA FØROYSKUM LESARUM? - Áræði. Tú kanst gera ein mun, um tú brenn­ir fyri onkrum. Og at mann skal tora at fara egnar og nýggjar leiðir. Eisi­ ni hóast mann í fyrstu atløgu ikki hevur við­rák. Og at síggja, at alt er óloysiligt tongt saman; mál, mentan, náttúra og javn­ støða. HVAT VAR SERLIGA AVBJÓÐANDI OG ÁHUGAVERT VIÐ AT TÝÐA JÚST HESA BÓKINA? - Tað er altíð ein avbjóðing at flyta ein tekst frá einum máli í annað og úr ein­ um konteksti í ein annan, og tað er eisini tí, tað er so spennandi. Tað var eisini læruríkt fyri meg. Eg visti til dømis ikki av, at tað var ein áheitan frá eini trolaramanning, sum gjørdi, at Vigdís tók ta stóru avgerð at stilla upp til forseta. Og tað er ótrúliga in­spi­rerandi at hoyra. At vit mugu stuðla hvør øðrum. Summi føroysk børn hava kanska ikki allan kontekstin, so tí havi eg gjørt eitt sindur við at seta orð á ymiskt í orða­listanum aftast. HVØR ÁTTI AT LISIÐ HESA BÓKINA? - Øll! Uttan undantak. Øll áttu at lisið bókina. Vigdís hevur okkurt at læra okk­um øll somul - óansæð kyn, aldur og hvar vit eru frá. Bókin er hóskandi til allar aldrar, tey allar yngstu verða vónandi fangað av stuttligu, litríku myndunum, og so egnar hon seg sera væl at lesa millum ættar­lið, og vónandi læra tey eldru – ið annars hava hoyrt nógv um Vigdís – eisi­ni okkurt nýtt. Í Íslandi kalla tey bók­ina eina fjölskyldubók, t.e. familju­ bók. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið bókina út. SØGAN UM HEIMSINS FYRSTA KVINNUFORSETA