Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 13. NOVEMBER 2020 Hatta er ov vánaligt av Mette! Listin hjá núverandi borgarstjóranum endar í andstøðu. Tað er nú greitt, hvør verður borgarstjóri í Fugla­firði hesi næstu fýra árini. Og tað verð­ur ein nýggju maður, sum fer at sita við borð­endan í býráðnum í Fuglafirði. Tríggir listar stillaðu upp ti býráðsvalið og teir fingu tríggjar býráðslimir í part. Men nú hava listi B og listi F gjørt av at skipa samgongu og tað merkir, at listi Á, har nú­ver­andi borgarstjórin, Sonni á Horni, er vald­u­r, verður settur í andstøðu. Og borgarstjóri verður fyrst valdi bý­ ráðs­lim­urin á lista F, Dávur Juul og vara­ borg­ar­stjóri verður Eyðun á Lakjuni, sum er fyrst valdur býráðslimur á lista B. Dávur Juul siglur úti, men hann kemur heim í næstum, og tá fer hann ikki avstað aft­ur, tí hann fer at røkja starvið sum borg­ ar­stjóri burtur av.di. FUGLAFJØRÐUR Jens-Kjeld er ein brandur Siðsøga síða 24-25 Prestur: Vit upp­ livdu serlig­an frið og hita í Føroyum Samrøða síða 20-21 Í blaðnum... Dávur Juul nýggjur borgarstjóri Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Maka til vrøvl, sum vit hoyrdu frá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú dana, nú um dagarnar, skulu vit leita leingi eftir. Søgan er tann, at danska stjórnin vil sleppa islamskum haturstalarum til lívs. Tey siga seg vita, at tað verður præd­ik­a­ð heilagt kríggj og annað í mosk­um í Danmark. Hetta verður gjørt á mál­um, sum danir ikki skilja, og tí fáa danir einki gjørt við tað. Men sambært nýggju lógini, so skulu allar prædikur á fremmandum mál­um í framtíðini umsetast til danskt, so allir danir skilja alt, sum verður sagt. Hetta er sum vera man ein stórur trup­ul­leiki fyri føroyska kirkjur og sam­komur í Danmark, tí so skulu allar før­oykar prædikur og talur, sum verða hild­ar í Danmark týðast til danskt, áðr­ enn tær verða hildnar. Tað leggur eina sera stóra arbeiðsbyrðu á tey, sum halda og skriva hesar røður og præd­ik­ u­r, sum beinleiðis verður ein forðing fyri føroyskum trúðarlívi í Danmark. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hev­ur spurt kirkjumálaráðharran, og í spyrji­tímanum í Fólkatinginum spurdi hann eisini Mette Frederiksen, for­sæt­ is­ráðfrú. Beint ímóti øllum væntanum svar­ aði hon »nej det ka' jeg faktisk ikke«, tá hon varð spurd, um hon kundi geva nak­að lyfti um, at »fremmandu« málini í rík­is­felagsskapinum verða undantikin hesi lóg. Hetta kundi hægsta konan í Dan­ mark altso ikki lova føroyingum. »Hvor Herre bevares« fyri und­an­ støkk­ing, kunnu vit bara staðfesta. »Hvor der er en vilje er der vej«, vita øll, so sjálvandi eiga føroyskt og grøn­ lendskt mál at vera undantikið slíkari lóg. Alternativið er, at vit í Føroyum eis­ ini fara at krevja av dønum, at alt danskt mál í almenna rúminum skal týð­ast til føroyskt, tí annars kunnu vit rokna við at onkur danskur prestur ella dóm­ari fer at snýkja onkran óreinan islamistiskan boðskap innímillum. Hvat hugsar handan konan fyri sær? Um hon er líka bundin at onkrum stirvn­um embætisverki, tá hon tekur støðu til at oyða allan minkastovnin í Dan­mark, so er ikki løgið, at sperðil kem­ur í. Sjálvandi skulu málini í ríkinum vera und­an hasi regluni. Hatta mugu fólk­atings­menninir fáa upp á pláss! Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2020 saman við kvittanum fyri goldnum barnagjøldum ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 7. desember 2020. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barnagjøld ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir. Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 7. desember 2020 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í juni 2021. Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barnagjald ella hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini. Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga. Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn. Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu okkara undir oyðubløð. Á heimasíðu okkara av.fo undir Útgjøld og veitingar/Stuðul til uppihaldspengar, er meira at lesa um stuðulin. Freist fyri stuðli ár 2020 Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2020, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2021. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum í 2020 burtur. Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis" Stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2020 - umsóknarfreist