hósdagur 12. november 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 80
28
HÅKAN ERICSON: GÓÐUR
VENJINGARDYSTUR AT FÁA
– Hetta var ein góður venjingardystur at fáa. Vit reistu
okkum í seinna hálvleiki, men tað rakk tíverri ikki til
meir enn eitt 2-1 tap, segði føroyski landsliðsvenjarin
hjá monnum, Håkan Ericson millum annað á
tíðindafundinum eftir venjingardystin móti Litava.
TRÓNDUR ARGE
H
åkan Ericson, lands
liðsvenjari,
fekk
svar upp á nakrar
spurningar. Hilmar
Leon Jakobsen er ein dygdargóð
ur avloysari fyri Andreas Lava
Olsen, og klárar væl at spæla á
landsliðnum. Ein miðvøllur við
Rógva Baldvinsson og Magnus
H. Jacobsen var ikki sann
førandi, meðan skjótu vending
arnar hjá Dan í Soylu passaðu
væl til samansetingina við
Brandi Hendrikssyni og Halli
Hanssyni, sum allir komu inn í
seinna hálvleiki.
Vit hava framvegis trupul
leikar við fáa hornaspørkini
innfyri. Kaj Leo í Bartalsstovu
fekk fleiri møguleikar at skjóta
bóltin innfyri, men ongantíð
kom bólturin longri enn Hilmar
Leon Jakobsen megnaði at kasta
bóltin.
Bartal Wardum bleiv innkall
aður í yvirtíðini og tað sást eina
løtu, men so hvørt sum liðið vann
seg frá á vøllin, trivust hann og
Heðin Hansen betri í miðverjuni,
tí tá líktist leikluturin meiri tí,
sum vit síggja í HB.
Tríggir nýggir frá byrjan
Håkan Ericson gevur trimum
spælarum sínar fyrstu minuttir
frá byrjan. Bartal Wardum
byrjar í miðverjuni saman við
liðfelagnum úr HB, Heðini
Hansen. Hetta er fyrstu ferð,
at Heðin Hansen byrjar inni,
men hann hevur fingið nakrar
minuttir fyrr.
Magnus Holm Jacobsen
fær eisini kjansin frá byrjan.
20 ára gamli miðvallarin hjá
B36 er úttikin fyri fyrstu ferð.
Í álopinum er Hilmar Leon
Jakobsen eisini við frá byrj
an. Hann hevur so seint sum í
januar í ár spælt við hondbólts
landsliðnum, men fekk eftir
FM-veitsluna í Klaksvík lands
liðsboð.
Vánaligur fyrri
hálvleikur
Tað sæst væl, at hetta
er ein venjingardystur,
sum nærmast liggur í
vegin hjá teimum flestu.
Heimaliðið spælir bóltin
væl runt, men megnar
illa at leggja stórvegis
trýst á føroyska liðið.
Tað gongur avbera illa
hjá føroyska liðnum at
fáa bóltin at ganga, og vit
koma heldur ikki til nakran
málmøguleika.
Tað eru bara tekin um vanda
støður, tá Hilmar Leon Jakobsen
tveitur bóltin inn í brotsteigin.
Stutt fyri hálvleik veksur trýstið.
Tríggjar minuttir fyri tíð gongur
galið, tá Gratas Sirgėdas fær ein
retur í brotsteiginum. Eftir inn
legg úr vinstru síðu tapur Bartal
Wardum sín tvídyst, og bæði
Rógvi Baldvinsson og Magnus H.
Jacobsen eru ov seinir at dekka
sínar menn. Tað endar við, at 25
ára gamli Gratas Sirgėdas kann
skora úr stuttari fjarstøðu mitt
fyri í brotsteiginum.
Tríggjar minuttir seinni
kemur enn eitt innlegg innfyri
úr vinstru. Hesa ferð kemur
Gunnar Nielsen út, men aftur
kann Gratas Sirgėdas lættliga
skora. Hesa ferð við høvdinum.
Gunnar Nielsen nær ikki út, men
miðverjan skumpar heldur ikki
fram, meðan Rógvi Baldvinsson
missur sín mann.
Sum heild var fyrri hálvleikur
ikki góður, og upp til fleiri spæl
arar vóru langt undir sítt besta.
Broytingarnar gera mun
Í hálvleikinum koma Ári M.
Jónsson, Gunnar Vatnhamar og
Dan í Soylu inn, og løtu seinni
koma Brandur Hendriksson,
Hallur Hansson og Jóannes K.
Danielsen eisini á vøllin. Litava
ger eisini fleiri broytingar og
tað
ávirkar
h e i m a l i ð i ð
nakað, og nýggju
føroysku spælararnir
settu nýtt lív í dystin.
Serliga miðvøllurin, við
Brandi, Halli og Dan, setur
gongd í føroyska spælið, meðan
Ári M. Jónsson er eitt fríkst íkast
á vinstra bakkinum.
Tað er meiri ferð á spælinum
og bólturin gongur skjótari. Í
vinstru fáa Ári og Kaj Leo spælt
seg til fleiri innlegg og fleiri ferðir
fáa vit innkast, sum Hilmar
Leon tveitur innfyri. Vit vinna
bara ongan bólt í brotsteiginum,
fyrr enn í yvirtíðini. Tá sendur
Brandur Hendriksson eitt høgt
innlegg innfyri og Hilmar Leon
Jakobsen roynir seg við saksa
sparki. Bólturin endar á tvør
stongini, og tætt undir málinum
prikar Gunnar Vatnhamar
bóltin í málið. Fyrsta málið hjá
leirvíkinginum á landsliðnum.
Alt í alt
Samanlagt er talan um eitt
góðkent avrik, tí føroyska liðið
spælir væl í seinna hálvleiki, men
tað er eitt sindur afturgangandi,
at føroysku spælararnir síggja
eitt sindur seinir og til tíðir ikki
nóg sterkir út, til at takla ávísar
tvídysti og støður.
Millum annað gekk torført
við vinna nakran luftdyst ella
nærdyst, tá Hilmar Leon Jakob
sen tveitti bóltarnar innfyri.
Tað sæst eisini, at vit kunnu
vænta avbjóðingar á bóltinum,
tá Brandur Hendriksson og
Hallur Hansson ikki eru á
vøllinum. Her verður neyðugt
við einum Dan í Soylu móti
Lettlandi, um vit skulu halda
fast í bóltinum.
Til Lettlands
Føroyska liðið er nú á veg til
Lettlands, har vit skulu spæla
leygardagin. Tað er ein dystur,
har vit við sigri kunnu tryggja
fyrsta plássið í Nations League
bólkinum. Tað verður uttan
Brand Hendriksson og Hall
Hansson, sum báðir hava leik
bann. Tá verður áhugavert at
síggja hvussu samansetingin
verður á miðvøllinum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Tað var lítið betri enn ein vetrarvenjing í fyrra hálvleiki, tá Litava vann
2-1 á Føroyum í venjingarlandsdysti á LFF Stadionas í Vilnius. Fleiri
broytingar um hálvleikin gjørdu mun, og Hilmar Leon Jakobsen átti
stóran lut, tá Gunnar Vatnhamar skoraði sítt fyrsta landsliðsmál
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Litava – Føroyar 2-1:
VETRARVENJING
VETRARVENJING