týsdagur 17. november 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. november 2020 · Nr. 81
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt
vóru um okkum og hjálptu okkum, tá okkara
elskaða kona, mamma, omma og langomma
Gigga Sørensen
f. 16.11.1941 – d. 09.11.2019
so bráddliga var tikin frá okkum.
Takk Sandoyar Sýslu bjargingarfelag fyri góða
hjálp.
Takk Havstein Klein fyri góð og troystarrík
orð.
Takk Jógvan Fríðriksson fyri góð orð í
kapellinum.
Takk berarir, sangarir, organistur, kirkjutænari
og gravari.
Takk Joanna og Durita fyri vakran og
hjartanemandi sang í kirkjuni.
Takk Oddfríður fyri sera væl yrktan sálm.
Takk øll tit mongu, sum fylgdu mammu til
hennara seinasta hvíldarstað.
Takk tit øll sum bakaðu og á annan hátt hjálptu
til við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og pengagávur til
Sandoyar Sýslu bjargingarfelag.
Hjartans tøkk øll somul.
Vegna tey avvarðandi
Johannes, Annette, John og Heidi v/familjum.
Eina hjartans tøkk vit veita fyri sýnda
samkenslu tá kæru foreldur, omma og abbi
okkara
Ragnar D. Fossdalsá
f. 18.11.1946 – d. 28.11.2019
og
Katrin S. Fossdalsá
f. 04.11.1943 – d. 28.12.2019
andaðust og vóru borin til jarðar.
Vit takka presti, kirkjutænarum, berarum og
sangarum.
Takk Sunleif og Michala fyri orgul og
floytuspæl í Sands Kirkju.
Tøkk tit ið bakaðu og hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
ávikavist B71 og Gerðisgarð.
Tøkk øll tit ið fylgdu teimum til teirra seinasta
hvíldarstað.
Eisini vilja vit veita eina tøkk til tykkum á
Gerðisgarði ið vóru um foreldur okkara teirra
síðstu tíð her á foldum.
Vegna tey avvarðandi,
Árni, Olga og Miriam v/familju.
Lívið aftnar, dagar fara,
eygu leggja saman seg,
hendur sleppa mínum kæru,
Gud mín vísir mær á veg.
Leggið alt í Hansar’ hendur,
goymið hvørja løtu væl,
latið hjartað gylla rendur,
um hvørt orð í minnum sæl.
Syngur sorgin; tárið tænir,
pínan sker í sál og kropp,
syrgir gleðin; smílið anir,
ljósið skínur í eitt glopp.
Berið meg tí ljóst í sinni,
góði Gud ver mínum hjá,
gev teim mál og sálarlinna,
so tey styrki munnu fá.
Oddfríður Marni Rasmussen
TØKK
Vit ynskja at takk øllum, ið á ymsan hátt sýndu
samkenslu tá okkara kæra mamma, vermamma,
omma og langomma
Tóra Weihe
f. 08-07-1921 - d. 29-07-2020
andaist og varð jarðað. Vit takka fyri
kransar, blómur og øllum ið lótu pening til
krabbameinsfelagið. Eisini ein serlig tøkk til
B8, heimarøkt, ellis- og røktarheimið í Runavík
og Sjóvarlon á Strondum.
Tøkk til prest, kirkjutænarar og sangarar.
Familjurnar vegna,
Ewald, Sámal og Jacobina
TØKK
takka vit fyri samkenslu, tá elskaða kona mín,
systir og svigarinna okkara
Sólgerð á Rógvi Jacobsen
f. 15. november 1935 - d. 17. Februar 2020
andaðist og varð jarðað
Takk Maria Summers við Skipá, prestur.
Takk Kirkjukórið og sangarar
Takk fyri blómur og kransar og fyri gávur til
Vestmanna kirkju.
Takk tit á heiminum á Grønanesi, sum vóru so
góð við Sólgerð. Takk øll, ið fylgdu Sólgerð til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Jákup