týsdagur 17. november 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN NOVEMBER 2020
8 KVEIK
Í nógv ár hava flestu, sum hava bygt nýtt ella hava sett
gamalt í stand, málað innandura við ljósum litum. Men, nú
er hetta broytt, og fólk eru vorðin meira djørv.
Tað sigur Petur Gaardlykke, sum eigur og rekur stóra
Colorama-handilin í Saltangará, ið bæði selur máling, tapet,
gólv, sengur, seingjarklæði, handklæði, pútur, gardintoy og
ymiskar prýðislutir.
- Tað byrjaði við, at fólk høvdu tríggjar veggir ljósar og
síðan settu lit á hin fjórða veggin. Nú síggja vit oftari, at
fólk seta litir á heili rúm við mattari máling.
Hann vísir á, at tað kann vera rættiliga ymiskt, hvørjar
litir fólk velja, og hetta kann vera alt frá tí djúpa bláa um
karrygult til olivengrønt.
- Vit eru altíð til reiðar at ráðgeva og vegleiða, um fólk
hava hug at spyrja seg fyri um, hvat vit halda hevði riggað.
Petur Gaardlykke leggur aftrat, at tað er serliga Lady-
málingin, sum tolir væl vasking, ið fólk mála við innandura.
SENGUR OG GARDINUR
Colorama í Saltangará hevur stóra gardindeild, og í ovaru
hæddini er eisini stór seingjardeild, har tey selja By Karma
sengur.
- Sengurnar eru vælumtóktar og selja væl, og vit hava
nógv viðskiftafólk, sum spyrja eftir gardintoyi, eins og
rullugardinur av merkjunum Faber og Botex Higline eru
nógv eftirspurdar.
Petur Gaardlykke leggur aftrat, at Colorama framvegis
seymar gardinur fyri viðskiftafólk, og um fólk ynskja tað,
kunnu tey eisini taka sær av at heingja rullugardinur og
aðrar gardinur upp.
FÓLK ERU DJARVARI TÁ TEY MÁLA
Tað er ikki alt hvítt longur. Nú velja fólk eisini djúpar, róligar og
mattar litir, sigur Petur Gaardlykke hjá Colorama í Saltangará
Byggir tú nýggj sethús - ella tú ætlar tær at skifta oljufýr út
við jarðhitapumpu í verandi húsum - so skal eitt hol borast.
Tað er her, at fyritøkan Sp/f Bora, sum Martin Sivertsen og
Ørvur Heinesen eiga og reka, kemur inn í myndina.
- Vit hava fleiri ára royndir við grønari orku og at gera
boringar til jarðhita. Vit eru ein føroysk fyritøka burtur av,
og tí er styrkin hjá okkum, at vit kunnu bora alt árið, og
tískil er bíðitíðin ikki so long.
Tað sigur Martin Sivertsen, sum vit hava skift orð við.
BESTU ÚTGERÐ
Sp/f Bora hevur bestu maskinur og útgerð til sína uppgávu.
- Vit hava tann størsta kompressaran í landinum, ein
Atlas Copco og ein borivogn, Comaccio GEO 600, og hetta
er soleiðis nógv tann besta útgerðin á marknaðinum til tær
uppgávur, sum vit bjóða okkum at gera fyri viðskiftafólk,
sum eru bæði privatfólk, kommunur og landið.
Ein av seinastu boriuppgávunum, sum Sp/f Bora hevur
gjørt, er eitt borihol beint í túninum hjá P/F Mariu Poulsen
í Tórsgøtu í Havn.
- Hetta holdið fer niður á 400 metrar. Orsøkin er, at húsið
er stórt og krevur nógva orku, og djúpri vit fara, tess størri
verður orkan, sigur hann.
DRÚGVAR ROYNDIR
Martin Sivertsen hevur fingist við jarðhitaboringar í eini
fimm ár, og hann hevur soleiðis verið við til at bora stívliga
500 hol tilsamans.
- Men, vit gera eisini aðrar uppgávur enn júst boringar til
jarðhita. Vit hava eisini gjørt royndarboringar fyri Lands
verk í samband við tunnilsætlanir, og vit bora eisini fyri
kommunur í samband við kloakkarbeiði og annað.
Hann sigur, at Sp/f Bora eisini hevur gjørt uppgávur í
samband við, at størri byggiverkætlanir, og her hevur upp
gávan eitt nú verið at kannað eftir, hvussu stórt molddýpið
er.
- Tey, sum vilja vita meira um okkara virksemi, eru væl
komin at hyggja inn á heimasíðuna - www.bora.fo, sigur
Martin Sivertsen.
SP/F BORA SYRGIR FYRI JARÐHITAHOLI
- Men, vit gera eisini aðrar uppgávur enn júst boringar til
jarðhita. Vit hava eisini gjørt royndarboringar fyri Landsverk í
samband við tunnilsætlanir, og vit bora eisini fyri kommunur í
samband við kloakkarbeiði og annað, sigur Martin Sivertsen
Lýsingagreinar: Vilmund Jacobsen - vilmund@sos.fo