Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2020 14 KVEIK Tað er nógv nýtt á marknaðinum, tá ræður um stýringar og skipanir innan el-økið. Hevur tú røttu kaffimaskinuna, kanst tú tíðarstilla hana, so kaffið er klárt, tá tú kemur upp um morgunin, og tú kanst tendra kaffimaskinuna við einari app, so kaffið er klárt, tá tú kemur heim eftir lokan arbeiðsdag. Gloymdi tú at dustsúgva stovuna, áðrenn tú fór av húsum og hevur fólk við tær heim aftur, kanst tú lata dustsúgvaran fara ein túr runt í stovuni, áðrenn tú kemur heim, og síðan fer hann upp á pláss aftur. Tú kanst hava eina el-skipan heima, sum tú bæði bæði kanst stýra manuelt og á einari app á fartelefon og teldu. Her kanst tú sløkkja - ella dempa - ljósini í hvørjum rúmi sær, og tú kanst sløkkja alt undir einum, um tú vilt. Ert tú á veg út av húsinum og hevur ringa tíð, nýtist tær ikki at renna runt alt húsið og sløkkja øll ljós og kontaktir, eina og eina. Sløkti tú ikki, tá tú fór av húsum, kanst tú gera hetta á appini á tínari fartelefon. Ert tú farin til songar, men ivast í, um børnini, sum hava kamar í kjallaranum, hava sløkt ljós ella sjónvarp, tí nú er vorðið seint, sært tú á appini, um alt lýsir. Tú kanst sløkkja ljósið í kømrunum, og tú kanst eisini sløkkja sjónvarpið, soleiðis at børnini ikki kunnu tendra sjónvarpið aftur uttan um appina á tínari fartelefon. Nógv el-tól og el-skipanir kunnu eisini tíðarstillast, og útlampur og gøtuljós kunnu stillast til at tendra og slókna - alt eftir, hvar á knøttinum tú ert, og nær sólin setir og rísur úr kavi. Eru forritini tey røttu, dugir skipanin sjálv at finna út av og tillaga seg eftir, hvar á knøttinum tú ert, og nær dagur og nátt eru, har tú ert. SPÆL ELLA NYTTA? Velur tú framkomnar skipaninar, sum finnast á marknaðinum, ber í stuttum til at stýra næstan øllum. Tá kunnu skipaninar bæði stýrast manuelt - ella við einari app, men tú kanst rokna við, at slík el-innlegging kostar nakað meira enn vanligt, tí fleiri lutir skulu til. Spurningurin er so, hvussu stór nytta er í allari hesari tøkni, sum er á marknaðium. Men, tað kann eisini vera stuttligt - og onkuntíð hent - at hava eina slíka skipan um alt húsið ella um ein part av húsinum. Eitt nú kann møguleikin at tendra hitapottin á einari app, meðan tú ert til arbeiðis, vera hentur. Tað er kanska fríggjakvøld, og tú hevur hug at fara hitapottin, tá tú kemur heim. Tá kanst tú tendra hitapottin á appini á fartelefonini - ella, at hitapotturin kann tíðarstillast til at tendra eina ávísa klokkutíð, so klárt er at leypa í pottin, tá løtan kemur. Men, liggur hitapotturin inni á appini, og tú ert burtur frá húsum, kanst tú eisini umbestemma teg, um okkurt ger, at tað ikki ber til at fara í pottin júst hetta kvøldið. Her eru í veruleikanum óteljandi møguleikar við tøkni til ymiskar ljós-og el-skipanir, og tað er næstan bara hugflogið, sum setir mørkini. TÚ KANST STÝRA NÆSTAN ØLLUM VIÐ EINARI APP Velur tú framkomnar el-og stýringsskipanir, sum finnast á marknaðinum, ber í stuttum til at stýra næstan øllum. Tá kunnu skipaninar bæði stýrast manuelt - ella við einari app á fartelefonini, men tú kanst rokna við, at slík el-innlegging og slíkar skipanir kosta nakað meira enn vanligt, tí fleiri lutir skulu til