týsdagur 17. november 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN NOVEMBER 2020
16 KVEIK
Lýsingagrein: Vilmund Jacobsen - vilmund@sos.fo
Sp/f VVS Import í Vestmanna umboðar og selur loysnir
innan HVS (hita, vatn og sanitet), ventilatiónsskipanir,
loysnir til sprinkling, trýstluft, størri og smærri avfuktara
skipanir og annars alt innan hesi øki.
Tað er Jóhan Hendrik Hansen, sum eigur og rekur
fyritøkuna, ið tekur sær av sølu, ráðgeving og tænastu
veiting. Fyritøkan átekur sær eisini praktiskar uppgávur
í samband við sølu og veitingar, og tá keypir VVS Import
seg til hesar tænastur.
Maðurin aftan fyri VVS Import hevur í nógv ár starvast
innan vvs-økið, og hann var eitt nú á skrivstovuni hjá
einum størri føroyskum veitara í fleiri ár.
Jóhan Hendrik Hansen hevur soleiðis bæði ráðgivið og
havt um hendi leiðslu og ábyrgd í fleiri verkætlanum, eins
og hann hevur drúgvar royndir í at rokna út tilboð.
- Eg havi ikki ein fysiskan handil, men bílagt verður
so hvørt, sum viðskiftafólk og feløg spyrja eftir teimum
loysnum, sum vit hava í okkara konsepti, sigur hann.
VARMAPUMPUR
VVS Import umboðar og selur tvær vælumtóktar og
dygdargóðar varmapumpur, Polar Energy og Flexit, sum
báðar borga fyri bestu dygd. Fyritøkan er eisini góðkend
sum veitari av varmpumpum, og tað er Umhvørvisstovan,
sum stendur aftan fyri hesa góðkenning.
- Tá fólk keypa hesar skipanir, havi eg undirveitarar, sum
leggja el og rør og annars syrgja fyri, at skipanin kemur upp
á pláss. Síðan taka vit okkum eisini av tænastuveiting, tá
skipanin er komin upp at koyra.
Jóhan Hendrik Hansen vísir á, at báðar skipaninar
eru luft-til-vatn skipanir, og tað merkir, at fólk, sum vilja
leggja um frá oljufýri til varmapumpu, kunnu brúka tær
instalatiónir, sum frammanundan eru í húsinum - antin
húsini hava radiatorar ella gólvhita.
- Taka vit skipanina hjá Polar Energy, er tøknin her
øðrvísi enn í vanligu varmapumpunum, vit kenna í
Føroyum. Henda skipan er enn meira orkuvinarliga, og hon
gevur nógva orku og nógv sera heitt vatn.
Hann sigur, at Flexit-varpapumpan hevur ongan útipart,
og hvørki Polar Energy ella Flexit krevja nakað borihol.
- Flexit-varmapumpan er ein ventilatiónspumpa, sum
vit rópa hana. Hon gevur sera nógvan hita og heitt vatn og
eisini ventilatión til húsini.
Jóhan Hendrik Hansen sigur, at síðan hann byrjaði at
selja varmapumpur hjá Polar Energy og Flexit í fjør, hevur
hann selt fleiri skipanir til sethús, og hesar hava riggað sera
væl.
- Vit hava eisini størri pumpur, sum kunnu brúkast til
allar bygningar, leggur hann aftrat.
SALUS GÓLVHITASKIPAN
VVS Import umboðar og selur eisini eina gólvhitaskipan
av merkinum, Salus-Control, og tað eru nógvir møguleikar
við hesi skipan.
- Við einari Salus-Control gólvhitastýring fært tú ikki
bert eina gólvhitastýring, men tú fært eisini ein hóp av
øðrum møguleikum.
Jóhan Hendrik Hansen vísir á, at umframt, at tú
sjálvandi stýrir tínum gólvvarma við rúmtermostatum,
kanst tú eisini - um tú hevur fingið tær eina Gateway -
eisini stýra skipanini á snildfon, teldli ella teldu.
- Møguleiki er eisini at knýta aðrar eindir til hesa skipan,
eitt nú –
•
Radiatortermostatar
•
Hurða-og vindeyga sensorar
•
Smart relé til stikkontakt
•
Roykvarnarar
•
Vatnlekafráboðara
- Líkamikið, hvar tú er staddur, kanst tú síggja og stýra
varmanum, síggja um vindeygu ella hurðar eru opnar og
fáa boð um eld. Við smart relé’num kanst tú eisini tendra og
sløkkja ymiskan el-útbúnað, sigur Jóhan Hendrik Hansen,
sum eisini vísir til sína heimasíðu - vvs.fo - um neyvari
kunning um ymiskt av tí, sum VVS Import umboðar og
selur.
VVS IMPORT - EIN VEITARI
VIÐ SPENNANDI LOYSNUM
- Við einari Salus-Control skipan fært tú ikki bert eina gólvhitastýring,
men tú fært eisini ein hóp av øðrum møguleikum. Umframt, at tú sjálvandi
stýrir tínum gólvvarma við rúmtermostatum, kanst tú - um tú hevur
fingið tær eina Gateway - eisini stýra skipanini á snildfon, teldli ella teldu,
sigur Jóhan Hendrik Hansen, sum hevur drúgvar royndir á sínum øki