týsdagur 17. november 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
SOSIALURIN NOVEMBER 2020
KVEIK
Tað er Rasmus Magnussen, sum eigur og rekur fyritøkuna,
Krympiplast, og tað eru eini 4-5 ár síðan, at hann spakuliga
fór í gongd í fyritøkuni.
- Eg vildi líka sum royna vøruna og tryggja mær, at dygdin
er í lagi. At síggja til, var hetta ein spennandi vøra. Eg setti
mær eitt tjald upp á Argjaboða og legði krympiplast um
tjaldið, og tjaldið stendur enn. Tað er nógv hent síðan henda
dag, og eins og nógv av okkara viðskiftafólkum, eri eg eisini
stórliga bilsin av dygdini og styrkini í hesum plasti, sum hevur
so góðar eginleikar og nógvar møguleikar. Í dag kunnu vit siga,
at vit hava royndirnar, og at vit kunnu veita viðskiftafólki tær
tænastur, tey spyrja eftir í hesum sambandi.
HALDBART KRYMPIPLAST
Føroyska veðurlagið er harðbalið, og tað er eingin loyna, at
skal ein slíkur dúkur, sum krympiplasti er, halda í stormi,
er sjálvsagt neyðugt, at tað, sum innan fyri er, eisini heldur.
- Tað hevur nógv at siga, at hitingin av plastinum, tá tað
er lagt oman yvir ella oman á, verður gjørd á rættan hátt, og
hesum taki eg mær altíð av sjálvur. Regnið er ikki tann stóri
trupulleikin, tá dúkurin skal leggjast, men tað er vindurin
ístaðin.
Rasmus Magnussen vísir á, at serliga tilfarið í
krympiplasti ger tilfarið rættiliga sterkt, tá tað verður
brúkt soleiðis, sum tað eigur at verða brúkt.
- Hesi árini, eg havi arbeitt við krympiplasti, hava víst,
at dúkurin er sera haldbarur, og hetta er ein fantastiskur
møguleiki hjá handverkarum at kunna arbeiða úti - men
kortini undir ”taki” - og sleppa undan bæði vindi og regni.
STØRSTA UPPGÁVAN
Størsta einstaka uppgávan, sum Rasmus Magnussen hevur
havt higartil, var, tá Varðin Pelagic á Tvøroyri varð bygdur
uppaftur eftir herviliga eldin.
- Hetta var um háveturstíð, men eg haldi meg ikki taka
munnin ov fullan við at siga, at krympiplasti gjørdist ein
stór hjálp hjá teimum, sum stóðu fyri hesum arbeiði.
Hann sigur, at viðskiftafólkini hjá honum eru eitt nú
byggifyritøkur og privatfólk, men nú kemur tað meira
og meira fyri, at tey, sum leggja til rættis stór arbeiði,
beinleiðis vísa á krympiplasti, sum ein møguleika - ikki
minst, tá arbeiðast skal uttandura.
KRYMPIPLASTI HEVUR STAÐIÐ SÍNA ROYND
- Hesi árini, eg havi arbeitt við krympiplasti, hava víst, at dúkurin
er sera haldbarur, og hetta er ein fantastiskur møguleiki hjá
handverkarum at kunna arbeiða úti - men kortini undir ”taki” - og
sleppa undan bæði vindi og regni, sigur Rasmus Magnussen
Lýsingagrein: Vilmund Jacobsen - vilmund@sos.fo