Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 20. AUGUST 2020 Samvitskan hjá Johan, Bill ella Jenisi? Komandi sunnudag 22. november skipar Vis­it Tórshavn fyri ein­um spákingar- og kunn­ing­artúri í Hoy­ vík. – Vit møtast á par­ ker­ings­plássinum við Gróð­ur­støð­ina klokk­ an 14.00 og spáka gjøgn­um viðar­lund­ ina Heim á Garð í Hoy­vík, har Annleyg Pat­urs­son greiðir frá nýggja plantufrøðiliga ur­t­ a­g­arð­i­num, sum nú er lagdur har, skriva tey. – Vit støkka inn á gólvið í gomlu bónda­hús­u­ num, um áhugi er fyri tí, og spáka síðan gjøgnum gomlu geilina niðan á Tjóðsavnið, har Palli Ask­ ham vísir runt og greiðir frá. Minnist til at vera í heitum klæðum, tí partur av túrinum er uttandura rundvísing. Kostnaðurin er kr. 100 fyri hvønn, sum verður goldin, tá ið túrurin byrjar. Havið reiðan/neyvan pening við. Tilmelding í seinasta lagi leygardagin kl. 13 hjá Visit Tórshavn á tel: 302425 ella á teldupost: torsinfo@torshavn.fo Upplýs vinarliga navn og tele­fon­numm­ ar. GONGUFELAG U21 setti punktum við sigri í Kasak­ stan Ítróttur síða 28-31 Dia í Geil fyrsti før­ oy­ingur doyptur í Brøð­r­a­sam­komuni Siðsøga síða 22-23 Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Les eisini blaðið á telefonini – Skulu samkynd í terapi – ella skulu tey hava javnrættindi? Enn einaferð uppliva vit, at samkynd fólk verða nýtt sum politisk kastibløka. Hesa­ferð eru tað samkynd foreldur, sum part­ur av Løgtinginum ætlar, skulu javn­set­ast við hinskynd foredur í bars­ils­skip­anini. Trupulleikin er bara, at tað er ein pol­itisk­ur meiriluti á tingi, sum ikki ynsk­ir at loyva teimum hetta – og tó. Johan Dahl, sambandstingmaður, hev­ur greitt og týðuliga boðað frá, at hann ætlar sær at atkvøða fyri upp­ skot­i­num frá andstøðuni í hesi við­ gerð­ini, um samgongan ikki kemur við ein­um eins góðum uppskoti, sum gev­ ur sam­kyndum foreldrum hesi rætt­ indi. Men trupulleikin er, at Johan Dahl hev­ur undirskrivað eitt sam­gong­ u­skjal, har hann hevur bundið seg til ikki at atkvøða fyri nøkrum, sum sam­ gongan ikki er samd um. Og tá verður sip­að til hesa orðing í sam­gongu­skjal­i­ num: »...Samgongan raðfestir tey øki, sum eru samfelagsliga virðisskapandi og hava serligan týdning fyri at tryggja fram­hald­andi menning, vøkstur og pol­ it­iska arbeiðinum verða lóg­ar­broyt­ ing­ar bert gjørdar, um semja er millum sam­gong­uflokkarnar...« Enn vita vit ikki, um fleiri sam­gong­ u­fólk hava somu støðu, sum Johan Dahl. Men sam­gong­an er av sonnum í vanda, um tey ikki fáa snikk­að eina loysn sam­an, sum tryggj­ar sam­ kyndum foreldrum hesi rættindi. Ein slík semja er torfør at fáa eyga á. Vit vita, at øll í samgonguni, sum sótu á tingi fyri valið, atkvøddu ímóti at geva sam­kyndum rættindi at giftast. Og vit vita eisini, at øll í andstøðuni vóru fyri, at geva samkyndum hesi rætt­indi. Um øll meina tað sama í dag – og bara Johan Dahl hevur aðra støðu í sam­gonguni, so verður uppskotið hjá and­støðuni samtykt. Vit vita væl, at hetta eisini er pol­i­tikk­ur. Men Mið­ flokk­ur­in kann ikki liva við at geva sam­kyndum nøkur rætt­indi. Tað tekur til­ver­u­gru­ndarlagið undan flokkinum, har nýggi tingmaður floksins tosar um »at lekja samkynd við terapi«. So er spurningurin, um Johan Dahl fer at seta samgonguna upp á spæl fyri at standa uppi fyri síni hugsjón um mann­a­rættindi – ella hann kann stað­ festa sítt nýggja slagorð: »So be it!« – Lat okkum hava tað mál, at ongin álv­ars­lig van­lukka av eldi skal verða, nú tað stund­ar til jóla og nýggj­árið er í nánd Tað skrivar Fríðálvur Jensen, sum á hvørjum ári minnir okkum á at vera ansin og sendir hesa veðleiðing um, hvussu vit kunnu verja okkum: – Ongin ivi er um, at vit kunnu ØLL hjálp­ast at, við at stuðla undir at skaði ikki stendst av eldi – nú høgtíðin stundar til. – Vit kunnu nevna nøkur dømi, sum vit skulu hava í huga: (Prentið hesa vegleiðing út og lesið hana saman í húskinum – bæði vaks­in og børn!) • Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári. • Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi. • Havið eitt brandteppi á høgligum stað. • Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi. • Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja. • Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum. • Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum. • Nýtið altíð eldfastar stakar. • Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði. Gevið gætur • Ansað VÆL eftir, at vatn ikki verður stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd. • Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum. • Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum. • Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari. Fýrverk • Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a. • Ikki ganga við fýrverki uppi á tær. • Nýt trygdarbrillur! Fyribyrging ímóti skaða av eldi Spákingartúrur í Hoyvík Johan Dahl ætlar at fygja síni egnu sannføring fram um avtalu í samgonguskjalinum