Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 ­Mánadagin vórðu heili 19 nýggir tilburðir av kor­onu staðfestir afturat. Tað vísa nýggj­ astu tølini hjá Landslæknanum. Hann sigur, at 17 av teimum eru partur av smitt­uketu, sum Landslæknin fylgir. Men í løtuni er tað óvist, hvussu tvey fólk, ið bæði búgva í Føroyum, eru smittað. Men tey eru øll avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina. Í gjár vórðu 1270 kanningar gjørdar, og all­ar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 196.479 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 601 fólk fingið stað­ fest smittuna í Føroyum. Í alt eru 535 fólk stað­fest frísk aftur, og so­statt eru 66 fólk smitt­að í løtuni. Eitt fólk er innlagt á Sjúkr­a­hús­verki Før­ oya við koronu. Latið nú Erlu Kongs­dóttir standa sína roynd síða 12 Bondini millum USA og Føroyar eru sterkari enn nakrantíð Carla Sands, sendi­ fólk hjá USA síða 16 30. DESEMBER 2020 Vónandi bjargar koppsetingin okkum Vónandi bjargar koppsetingin okkum Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Les eisini blaðið á telefonini KORONA Á ársins seinasta bý­ráðs­ fundi hjá Vága komm­ unu, varð rammuavtala við­víkj­andi íbúð­ar­bygg­ ing í Sandavági, millum Bú­st­aðir og Vága komm­ unu, samtykt. Seinasta árið, hava sam­ráðingar verið mill­ um Bú­staðir og Vága komm­unu, um at byggja í­búð­ir á Steig í Sandavági. Nógv virksemi hevur ver­ ið í býráðnum og í um­sit­ ing­ini, og er endaliga sam­ tykt at taka av upp­run­a­til­boðn­um um at byggja fimm íbúðir. Við at undirskriva ramm­u­avtaluna bindir Vága komm­una seg til at rinda fyri liðugtgerð av bygg­i­bún­ingi av matr. nr. 4y. Tað er West Tec í Sør­ vági, ið hevur staðið fyri pro­sjekteringini av øki­ num. – Tað hevur ligið í kort­ u­num í longri tíð, at Bú­ stað­ir skulu byggja íbúðir í komm­ununi, og gleðast vit um at av­talan er und­ ir­skriv­að og at arbeiðið kann byrja fyrst í kom­ andi ári, skrivar Vága komm­una. Bústaðir skal byggja fimm Bústaðir skal byggja fimm íbúðir á Steig í Miðvági íbúðir á Steig í Miðvági 19 tilburðir afturat mánadagin Ikki var væntandi, tá vit stigu inn í hetta árið, at tað skuldi gerast ein slík koll­velting fyri allan heimin, sum tað bleiv. Men á grækarismessu komu boðini um, at kor­on­u­farsóttin eisini fór at hava á­virk­an á okkum. Tað eru vit ann­ ars ikki vón við, og tí hildu flestu okkara helst, tá tað frættist um hesa sjúkuna í Kina, at hetta fór ikki at hava ávirkan á okk­um. Men vit fingu av sonnum ann­ að at hugsa um. Tíbetur hevur farsóttin ikki kravt mann­alív hjá okkum enn, og fá hava lig­ið á sjúkrahúsi. Nú um jólahalguna eru tøl­ini hækkaði aftur – helst av tí, at fleiri eru komin uttan úr heimi. Nú koppingarevnið er framleitt og góð­kent, so eru bjartar vónir um, at far­ sótt­in fer at hæsa avaftur. Av royndum vita vit, at farsótti hæsa altíð avaftur, so tað fer hendan sjálvandi eisini at gera. Vit vóna bara, at tað verður um skjót­ast, so vit kunnu liva okkara van­ liga lív aftur. Í komandi ári verða eisini vit í Før­oy­ um koppsett, og vóndandi fer tað at bjarga okkum øllum. Hóast koronukreppan rakar okkum øll, so rakar hon summi harðari. Sjálv­ andi fyrst og fremst tey, sum gerast sjúk ella doyggja. Men hugsa vit um vinn­u­liga partin, so verða summir starvs­bólk­ar raktir nógv harðari enn aðr­ir, og her er tað, at politikarar mugu vera nóg árvaknir til at gera skipanir, sum tryggja, at hesi arbeiðspláss eisini verða varð­veidd, tá kreppan hæsar av aftur. Í árinum hava vit hava komm­un­ u­val í Før­oy­um, og nýggjársdag taka 29 nýggj bý- og bygdarráð við valdinum kring landið. Handan hav hava tey eisini havt val í ár­ini, tá amerikanarar 3. november vrak­aðu sitandi forsetan og valdu ein nýggj­an. Nú slakir tveir mánaðir eru farn­ir, hevur Trump forseti enn ikki við­ging­ið tapið, og hann heldur fram­ veg­is fast um, at hini hava stolið val­sig­ ur­in frá honum. Sum eitt lítið barn situr hann og grenj­ar, hesin, sum skuldi verið heims­ ins máttmiklasti maður politiskt. Vit mugu bara vóna, at hann kortini let­ur valdið frá sær í øllum góðum, so fólk ikki bara fara at minnast hann fyri tað ringa. Har hjálpir nokk eingin kopp­ set­ing. Men vónandi hjálpir hon okkum okk­um. Gott nýggjár! Eyðdis Hartman Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, og Andras Róin, stjóri í Bústøðum, skriva undir