Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 Sosialurin 4 TÍÐINDI Fólkaflokkurin, Javna­ð­ar­flokk­ ur­in og Tjóð­ veldi fáa hvør sítt nýtt ting­ fólk í næstum EIRIKUR LINDENSKOV Norðurlandaráðið og Tórs­havn­ar kommuna eru beinleiðis or­søk til, at seks fólk býta tingsessir fyrst í nýggja árinum. Talan er um Heðin Mortensen í Havn, sum tekur við sum borg­ar­ stjóri á fjórða sinni í Tórs­havn­ar kommunu. Hann hevur gjørt av at leggja tingsessin frá sær, með­an hann røkir borg­ar­stjór­a­sess­in, og tað fer hann at gera á fyrsta tingfundi í nýggja árinum. Tað merkir fyri Javn­að­ar­flokk­ur­in, at nummar 8 á list­a­num frá seinasta vali, Eyðgunn Sam­u­el­sen, aftur tekur sæti á tingi. Eyðgunn er roynd í politikki, og hevur sitið fleiri skeið í Klaks­vík­ar býráð og á tingi. Eyðgunn Samuelsen kom á ting sum varafólk eftir valið í 2008, tá hon eisini gjørdist numm­ar 8 á listanum hjá Javn­að­ar­flokkinum. Tá kom flokk­ur­in í samgongu, trý tingfólk fóru í lands­stýrið, og so boð vóru eftir trim­um varafólkum. Á løgtingsvalinum í 2011 var Eyð­ gunn vald á ting, og som­u­leið­is á valinum í 2015. Men á løg­tings­val­ inum í fjør misti Javnað­ar­flokk­ur­ in ein tingsess, sum gekk út yvir Eyðgunn Samuelsen sum gjørdist tvær atkvøður ov stutt til at vinna sessin frá Bjarna Hammer á Tvøroyri. Hon fekk 269 atkbvøður, hann fekk 271. Annika aftur á ting Borgarstjóraskiftið í Havn førir eis­ini til ta broyting, at fráfarandi borg­ar­ stjórin Annika Olsen aft­ur fer at taka sæti á tingi, tá kom­ið er inn í nýggja árið. Hóast Annika Olsen ikki varð aft­ur­vald á seinasta løgtingsvali, so stendur kortini ein sessur og bíð­ar eftir henni, tí hon er annað var­a­fólk hjá Fólkaflokkinum, sum í løtuni hevur trý lands­stýr­is­fólk, sum hava lagt tingsessin frá sær, so sum stýrisskipanin fyr­i­skipar. Annika Olsen gjørdist numm­ar tíggju á listanum hjá Fólka­flokk­i­ num sama við Heðini Zach­ar­i­asen, tí tey fingu sama a­t­kvøðutal, 289. Við lutakasti varð avgjørt, at Annika Olsen er ann­að varafólk, meðan Heðin Zachariasen er triðja varafólk. Annika Olsen er annars vald á ting tríggjar ferðir, í 2008, 2011 og 2015. Tá Annika Olsen aftur tekur sæti á tingi, so missur Johan Eli Lyngvej Poulsen sín varasess. Annika Olsen varð vald í Tórs­ havn­ar býráð fyrstu ferð í 2004. Tá hon varð vald á ting í 2008, legði hon tingsessin frá sær. Hon still­aði ikki uppaftur til bý­ráðs­val fyrr enn í 2016, tá hon gjørdist borg­arstjóri og legði tingsessin frá sær. Greitt er ikki, um hon ætl­ar at sita í báðum sessunum hes­aferð. Men hon er ein tann, sum hevur talað harðast ímóti at somu fólk røkja fleiri fólkavaldar sessir. Annika Olsen hevur eisini havt farloyvi úr Løgtinginum í tvey tvey skeiðini hon sat sum landsstýriskvinna, so sum stýrisskipanarlógin fyriskipar. Kristina í Norðurlandaráðið 1. februar tekur Kristina Háfoss við sum stjóri í Norð­ur­landa­ráð­num. Tað merkir, at hon fyribils sig­ur farvæl til politikk. Kristina Háfoss var fyrstu ferð vald á ting í 2002 fyri Tjóð­veld­isflokkin í Suðurstreymoyar val­dømi. Hon fall aftur á val­i­num í 2004 og stillaði ikki upp­aft­ur á løgtingsvalinum í 2008. Men hon gjørdist kortini lands­stýr­ i­s­kvinna í mentamálum í sam­gongu millum Tjóðveldi, Javn­að­ar­flokkin og Miðflokkin í 2008. Men hon legði frá sær eftir hálvt ár í starvinum – og tvær vik­ur seinni slitnaði samgongan. Kristina Háfoss stillaði upp­aft­ ur á løgtingsvalinum í 2011 og varð vald. Hon var afturvald bæði í 2015 og í 2019. Í seinastu sam­gongu frá 2015 til 2019 var hon landsstýriskvinna í fíggj­ar­mál­um. Næsta fólk á listanum hjá Tjóð­ veldi er Páll á Reynatúvu. Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 1998 fyri Tjóðveldisflokkin í Sand­ oyar valdømi. Hann var aft­ur­valdur á valunum í 2002 og í 2004, men fall á valinum í 2008. Hann var afturvaldur í 2011 og í 2015, tá hann gjørdist løg­ tings­for­mað­ur. Hann var lands­stýr­ is­mað­ur í heilsumálum frá 2002 til 2004, og hann hevur eisini verið borg­ar­stjóri á Sandi í fleiri um­før­um. – Eg fari at umhugsa støðuna í nakrar dagar, um eg skal taka av. Tað eru bæði privat og politisk viðurskifti, sum eg má taka støðu til, og so mugu vit minn­ast til, at mangt kann henda í politikki áðrenn vit koma til 1. februar, sigur Páll á Reyn­ a­túgvu. Tekur Páll á Reynatúgvu ikki við ting­sessinum verður tað Ing­olf Olsen, sum fær kjansin. Hann sat sum vara­maður tað mesta av farna val­skeiðið fyri Magna Arge, sum var Fólkatingsmaður 5. juni í fjør, tá hann aftur tók við ting­sess­i­num. TRÝ NÝGGJ FYRRVERANDI TINGFÓLK Á TING Tá ið Heðin Mortensen á ársins fyrsta tingfundi leggur frá sær... ...kemur Eyðgunn Sameulsen á ting fyri hann Jóhan Eli Lyngvej Poulsen má úr Løgtinginum... ...tá Annika Olsen tekur sæti aftur á tingi sum varafólk Tá ið Kristina Háfoss leggur tingsessin frá sær fyri at gerast stjóri í Norðurlandaráðnum... ...er Páll á Reynatúgvu næsti maður at taka við sessinum