Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-29, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2020síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

55 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. desember 2020 · Nr. 91 TØKK Hjartaliga ynskja vit at takka teimum, ið á einhvønn hátt vístu samkenslu, tá ið kæri pápi, verfaðir og abbi okkara Åge Davidsen, f. 10.07.42 – d. 28.02.20 andaðist, og fór til jarðar. Takk fyri alla hjálp og stuðul í samband við sjúkraleguna. Ein serlig tøkk og heilsan fer til øll, sum vóru um hann í Heimatænastuni, á Stjørnulon, á Tjarnargarði og á B6. Tit vóru gull verd. Takk fyri allar heilsur, blómur, bakstur, peningagávur og hjálp annars í samband við jarðarferðina. Ein serlig tøkk til Ebenezer fyri alla hjálp í samband við jarðarferðina. Við ynski um eitt vælsignað gott nýggjár til tykkum øll. Vegna familjuna, Arnstein, Hans og Elsebeth TØKK Dania Jonna Poula Thorvaldsdóttir 10.10.1945 – 27.10. 2020 Vit ynskja at takka øllum sum á ymsan hátt sýndu samkenslu tá okkara góða mamma, omma, vermóðir og systir so brádliga varð tikin frá okkum. Takk fyri kransar, blómur og tøkk tit sum ringdu. Tøkk til prest fyru troystarrík orð í kirkjuni og fyri at hava vundið merkið á hálva stong uttan fyri kirkjuna. Tøkk til tykkum mongu sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Anita, Tommy, Árni, Elin Maria og Oda TØKK Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu tá okkara kæra mamma, vermóðir, omma, langomma og olduromma Fríðbjørg Poulsen f. 2.10.1925 - d. 10.08.2020 andaðist og varð jarðað. Vit takka Una Næs, presti, fyri góð og troystarrík orð. Takk til starvsfólkið á Traðarlon á Boðanesheiminum. Takk tit, ið bakaðu og hjálptu til ervið. Takk fyri blómur og kransar. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár. Familjurnar vegna Signar, Brandur og Marianna TØKK Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá kæra mamma, vermamma, omma, langomma og systir okkara Frynhild Johannessen f. 13.04.1923 - d.22.12-2019 andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum øll, ið hjálptu og høvdu umsorgan fyri mammu síðstu tíðina og fylgdu henni til gravar. Familjunar vegna Finnbogi, Sólrun, Petur Julian og Jørgin Pauli. TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá ið okkara elskaði pápi, verpápi, abbi, og langabbi Jákup Zacharias Múller Davidsen F.05.06.1948 D. 24.07.2020 Andaðist og bleiv jarðaður Vit takka fyri kransar, blómur og øllum ið lótu pening til krabbameinsfelagið Eisini ein serlig tøkk til starvsfólkið á b6 á LS fyri umsorgan og góða røkt. Takk til prest og kirkjutænarar og sangarar Takk til tykkum sum komu inn á gólvið, og ringdu, og tykkum sum á annan hátt hjálptu til. Takk til tykkum sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað Vegna tey avarandi Sanna, Oddva, Jørgin og Ove v/familju TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá okkara kæra omma og systi Oddvør S. Dam, f. Jacobsen f. 02.08.42, - d. 03.10.20. andaðist og varð jarðað. Hartaliga takk til tykkum øll, sum vóru um Oddvør - hjálptu og vístu umsorgan. Familjunar vegna John og Lena