Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83 2MIKUDAGSBLAÐIÐ Enn einaferð eru søgur um rús­ evni og fólk, ið tjena sær nógvar peng­ar av at selja ungdómi okk­ ara hørð rúsevni. Vit mangan nevnt tað áður á hesum stað, at um vit øll gera okk­ara til at hjálpa, og um pol­i­t­ik­ararnir játta neyðugu peng­ar­nar, so kunnu vit fáa bil­bugt við trup­ul­leik­ anum. Vit øtast hvørja ferð vit hoyra tað, at trupulleikin við hørð­um rús­evn­um er í vaksandi um­ferð í Føroyum. Um vit tóku okk­um sam­an, so komu vit hesum trup­ul­leik­a­ num til lívs – ella um ikki til lívs, so høvdu vit kunna gjørt hann nógv minni, enn hann er. Vit eru eitt lítið samfelag, har øll kenna øll. Vit royna at vera ógv­u­liga tilvitað, tá tað snýr seg um vanrøkt av børnum, sum eisini er sjálvsagt. Har tosa vit javnan um fráboð­an­ar­skyldu hjá øllum og skerp­aða frá­boð­ an­ar­skyldu hjá ávís­um starvs­ bólkum. Á sama hátt kunnu vit gera við rús­evn­is­mis­nýtslu. Tað er púra vist, at nógv kenna bak­ menn­inar, sum fylla ungdómin við rús­evnum. Um øll, sum vita, søgdu løg­ regl­uni frá og soleiðis nýttu sína sjálvsagdu fráboðanarskyldu at siga frá lógarbroti, so høvdu vit kom­ið longur á leið. Um tað so er son­ur grann­an, so sig­ið frá kort­ ini. Ella um tað eru fólk í høgum størvum í sam­fel­ag­num, so eigur tað at verða frá­boðað soleiðis, at vit koma hes­um keðiliga og vandamikla trup­ulleika til lívs. Tollvaldið hevur víst á, at hó­ast ferða­fólka­streymurin til land­ið er vaksin við eini helvt sein­astu fimm árini, og hóast tal­ið av postpakkum er økt 90 pro­sent, so er manningin hjá toll­vald­i­num óbroytt. Tað er ikki nóg gott, og tað áttu politik­ ar­ar­nir at g jørt nakað við bein­ an­vegin. Tað nyttar einki bara at tosa um trupulleikan. Vilja vit hava bil­bugt trup­ul­leik­a­num, so mugu pengar játtast, so toll­ vald­ið fær neyðugu mann­ing­ ina. Tað verður eisini ein dyst­ ur í­móti tíðini. Tí tað hev­ur sjálv­ andi týdning at steðga rús­evn­is­smuglingini, áðr­enn rúsevni vera eins nát­úr­lig og rúsdrekka. Og áðr­enn fram­leið­ ar­arnir vera líka snild­ir, sum rúsdrekka­ framleiðarar, sum framleiða rúsdrekka, sum bein­ leiðis er ætlað børnum. Spiri­ tus við Ga­Jol­smakki og hvat annað tey kunnu finna uppá. Vit eru hysterisk, tá tað kemur til tubbak. Vit eru ov líkasal, tá tað kemur til rús­drekka. Latið okkum ikki gera størsta feilin av øllum við at lata rúsevni gjøgn­ umsúrga samfelagið. HETTA KANN OG SKAL STEÐGAST HETTA KANN OG SKAL STEÐGAST Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@ sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tað nyttar einki bara at tosa um trupulleikan ­Birgar Johannes­ sen farin NØVN SÍÐA 12 Kenna vit børn okkara? Hetta er spurningurin í norska film­in­um “Barn", sum vann films­virð­is­løn Norð­ur­landa­ráðs­ins 2020. Film­ur­in verður sýndur 26. nov­em­ber kl. 19 í Norð­ur­ land­a­húsinum. Í einum forstaði til Oslo verð­ur heimurin enda­ vend­ur, tá eitt slag við ein­ ari skúlastasku fær ræð­ u­ligar avleiðingar, og eitt barn drepur sín floks­fel­ aga. Var tað við vilja ella eitt ó­happ? Og hvør hevur á­b­yrgd­ina? Foreldrini, lær­ ar­ar­nir, skipanin? Syrg­i­ liga hendingin set­ir nógvar tank­ar og tví­støð­ur í grann­ a­lag­num í gongd, har øll kenna hvør ann­an, og hetta dreg­ur høv­uðs­per­són­ar­nar inn í tøgn, lygnir, sjálvs­svik og misskiljingar. Ambitiøsi og hug­s­an­ ar­sami filmurin Barn hjá Dag Johan Haugeruds, sum vann filmsvirðisløn Norð­ ur­landa­ráðsins 2020, við­ger sam­bandið millum børn og vaks­in við stórari inn­living og álvarsemi. Kenna vit okk­ ara børn? Kenna lærarar sí­ n­ar næm­in­g­ar? Kunnu vit líta á børn, og hvussu nógv skulu vit gera fyri at verja tey? Hetta trupla evn­ið verður tó bland­að við svørt­ um skemti, sum fær alt at kenn­ast lættari. Serliga tá tey vaksnu ikki megna at taka á­byrgd og bera seg at sum børn. Filmurin verður sýndur í Norð­u­rlandahúsinum 26. nov­em­ber kl 19. Prís: 50 kr. Aldursmark: Frá 11 ár og upp Sýningartíð: 157 minuttir Mál: Norskt við donskum undirteksti Upprunaheiti: Barn Leikstjóri: Dag Johan Haugerud Handritahøvundur: Dag Johan Haugerud Tórshavnar komm­una bjóð­ ar nú út øki á Miðhorn í Havn­ a­r­dali til sethús og íbúðir Tórshavnar kommuna skriv­ar, at tørvurin á bú­ staði í Tórshavnar komm­ unu er stórur. Tí bjóðar Tórs­havnar kommuna nú út eitt grundøki á Mið­ horn til at gera leigu­í­búðir. Somu­leiðis bjóð­ar komm­ unan út eitt grundøki til eina út­stykking til sethús ella rað­hús. Talan er um 7000 m2 á matr. nr. 1160a til at stykkja út til sethús ella rað­hús og aðrar 5700 m2 til at byggja og umsita leig­u­í­búð­ir. Økið eitur Miðhorn, og tað liggur millum býlingin á Norð­asta Horni, við set­ hús­um, og býlingin Mill­ um Horna, við íbúðum og set­húsum. Útstykkingin á Mið­ horn verð­ur soleiðis bind­i­lið mill­um báð­ar bý­ ling­ar­nar. Tá í P/F Mark fekk upp­run­a­liga loyvi at byggja leiguíbúðir undir Konga­varða á Argjum, var ætlanin dupult so stór, sum hon endaði við at gerast. Býráðið broytti støðu og minkaði ætl­ anina úr 90 niður í 45 í­búð­ ir. Tí var upp á tal, at Mark kundi sleppa at bygja á Mið­horni. Men býráðið má bjóða sølu av almennari ogn út alment. Tilboð um at keypa lend­ið skulu latast komm­ un­uni í seinasta lagi 4. des­ e­mber 2020. Handil dagførdur og fingið jarðhita SÍÐA 32 Barn – filmskvøld við norskum filmi Bjóðar øki til sethús og íbúr Talan er um økið sunnan fyri býlingin í Norðrasta Horni, sum nú verður boðið ú