Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Terji Nielsen Eftir at Tórshavnar Kom­ mu­na í evstu løtu broytti ætlan­ina um at hava skoytu­breyt í Vágsbotni, hevur einki verið at frætt um, hvar skoytibreytin so skuldi vera. Seinastu mongu árini hevur hon ann­ars verið á Vaglinum, men har verður ístaðin ein jólamarknaður í ár. Góðar umstøður í Gundadali Tað var í farnu viku, at fólk frá kommununi fór undir at gera klárt til at seta skoytubreytina upp í Vágsbotni, men eft­ir at nógv mótmæli komu frá vinnulívinum í mið­býnum, tí breytin fór at hava við sær, at ferðsl­an í miðbýnum bleiv nógv tarnað, bleiv ætlan­in slept, og arbeiðið steðgaði. Síðani tá hevur kom­ mun­an arbeitt við eini nýggj­ari staðseting til breyt­ing, og fleiri uppskot hava verið frammi. Eitt nú hevur Hoyvíksvøllur, sum er fótbóltsvøllurin við skúlan við Løg­manna­ breyt, verið nevndur, men valið er fallið á niðara vøll í Gundadali. Hann verður settur upp í tí horninum av nið­ara vølli, sum vendir niðan móti B36-húsinum, tí har er streymur og ann­ að, sum man skal brúka. Skoytibreytin verð­ur fulla stødd, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Kom­mu­ nu. Í Gundadali eru eisi­ ni góðar park­erings­um­ støður, og breytin kem­ ur ikki at vera til ampa fyri ferðsluna har nær­ heindis. Graslíkið á niðara vølli skal eisini skiftast komandi vár, so tað er ikki ein forðing fyri, at skoytubreytin kann vera á vøllinum, sigur tekniski stjórin. Nær skoytubreytin let­ ur upp á niðara vølli, er enn ógreitt, men kunning um hetta kemur frá Tórs­ havnar Kommunu í næst­ um. Terji Nielsen Í farnu viku bleiv stóra rúsevnamálið, sum koyrir sum nevn­inga­ ting í Føroya Rætti, út­sett heilt fram til febru­ar orsaka av sjúku. Tríggir mans eru ákærdir í málinum, og leygardagin var eitt ár gingið síðani, at teir blivu handtiknir, og teir hava sitið varð­halds­ fongslaðir síðani. Bíða eftir landsrættinum Fríggjadagin var rættarfundur í Føroya Rætti, har støða skuldi tak­ast til, um teir trígg­ ir framhaldandi skuldu sita varð­halds­fongsl­ að­ir. Ein av teimum trim­um hevur játtað seg sekan, meðan hinir báð­ir nokta seg sekar. Tí var væntandi, at mað­ur­in, sum hevur játtað seg sekan, skuldi sita varð­halds­fongsl­að­ ir fram­haldandi, með­an tað var eitt sindur meiri iva­samt, hvussu fór at vera við hinum báðum. Eftir drúgvan rættar­ fund, sum vardi allan fríggjadagin, kom dómarin til ta niður­ støðu, at tveir av teim­ um ákærdu, ein dani og ein føroyingur, skul­du leyslatast, með­ an danin, sum hevur játtað seg sekan, fram­ haldandi skal sita varðhaldsfongslaður. Men ákærin, sum fríggja­dagin var Michael Boolsen, fúti, kærdi avgerðina til Lands­rætt­in. Tá ið ein slík avgerð verður kærd til landsrættin, merkir tað eisini, at teir ákærdu ikki vera leyslatnir, fyrr enn landsrætturin hevur tikið støðu í máli­ num og møguliga tikið und­ir við avgerðini. Ger landsrætturin ikki tað, koma teir vænt­ andi at sita varð­halds­ fongslaðir líka til, at nevningatingið verð­ur tikið upp aftur í byrjan­ ini av februar mánaða. Tá ið vit fingu orðið á ein av verjunum í máli­ num stutt undan evsta­ mark hjá blaðnum, vóru boðini, at einki svar var komið frá lands­ rættinum, og at tað ikki var væntandi fyrr enn eina­ferð mikudagin. Tí­skil sita allir tríggir menn­i­n­ir framvegis varð­halds­fongsl­aðir. Í Klaksvík hevur man aftur í ár eisini fingið sær skoytubreyt, og hend­an er sett upp og bleiv royndarkoyrd í far­nu viku. Hesa vikuna er so latið upp fyri al­ menn­ing­i­nu­m, og áhugin fyri at skoyta er sera stórur millum klaksvíkingar. Nærri kunning um skoytu­ breyt­ina í Klaksvík sæst á facebook vanganum “Skoytu­breytin í Klaks­ vík”. Klaksvíkingar skoyta eisini Sita framvegis varðhalds­ fongslaðir Allir tríggir ákærdu í stóra rúsevnamálinum sita enn varðhaldsfongslaðir Skoytibreytin verður í Gundadali Havnarborgarar sleppa at skoyta í vetur. Men hesaferð verður tað ikki mitt í býnum Tað verður ikki skoytað í miðbýnum í ár. Ístaðin verður skoytubreytin sett upp á niðara vølli í Gundadali. Savnsmynd: Álvur Haraldsen