Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Tað verður ikki eitt krav, at fólk, sum koma til Før­ oyar, skulu lata seg kanna um aftur fyri koronu, tá ið tey hava verið her í seks dagar. Tað gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt í Løgtinginum nú ein dagin korona, enn eina ferð, var til umrøðu. Bjørt Samuelsen, ting­ kvinna fyri Tjóðveldi, hev­ur spurt hann, hví tað ikki er eitt krav, at fólk, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna meiri enn eina ferð fyri korona. Í løtuni er tað nevniliga einans eitt krav, at fólk skulu kannast fyri koronu tá ið tey koma til Før­oya. Men harumframt mæla myndugleikarnir eisi­ni til, at fólk lata seg kanna tríggjar dagar áðr­ enn teir koma til Før­oya, og mælt verður somu­ leið­is til, at fólk lata seg kan­na um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dag­ ar. Og frá tí at tey eru komin til Føroyar og til tey hava fingið úrslitið av kanningini tann sætta dagin, eiga tey at halda seg mest sum fyri seg sjálvi og ikki verða saman við fólki. Skal verða eitt krav Men Bjørt Samuelsen hev­ur spurt løgmann, hvussu tað ber til, at tað ikki eisini er eitt krav, at fólk skulu lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dagar. Hon vísir á, at eingi tøl eru fyri, hvussu nógv lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dagar, men tað ganga nógvar søgur um, at tað er rættiliga tilvildarligt við tí. Undir øllum um­støð­ um er tað eingin, sum rætti­liga hevur peiling á, hvussu nógv lata seg kanna um aftur tann sætta dagin. – Eg haldi, at tað eigur at verða eitt krav, at øll lata seg kanna tann sætta dagin, sigur Bjørt Samuelsen. Álit riggar betur enn tvingsil Bárður á Steig Nielsen tví­heldur um, at er eitt til­ mæli, og tað skal ikki vera eitt krav. Og hann sigur, at kanningin tann sætta dagin, er ókeypis og tað er nettupp fyri at eggja fólki til at lata seg kanna. Hann hevur eisini hoyrt søgur um, at til­ mælið verður ikki fylgt, og tað harmast hann um. Men hann væntar, at hetta fer at brenna seg í til­vitskuna hjá fólki og at tey lata seg kanna, tí tey føla ábyrgd fyri at verja bæði seg og síni. Men annars viðgongur hann eisini, at løgfrøðiliga er tað ivingarsamt, um lands­stýrið yvirhøvur hevur heimild til at krevja, at fólk skulu lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dag­ar. Áður er tað staðfest, at tað hevur landsstýrið rætt og slætt ikki heimild til. Skal tað henda, skal Fólkatingið samtykkja tað, tí lógarverkið á hes­ um øki er danskt málsøki. Bjørt Samuelsen held­ ur, at tað er rættiliga álvars­ligt, at vit ikki hava loyvi til at krevja, at fólk skulu lata seg kanna um aftur tann sætta dagin, tá ið støðan uttanlands er so ring, sum hon er. Tí mælir hon til, at vit yvir­taka málsøkið, tí gera vit tað, geva vit eisini sjálvi av, hvørji tiltøk vit seta í verk. Hon vísir eisini á, at tá ið smittan hevur gjørt um seg í Føroyum, er tað net­tupp tí at fólk hava ikki hildið tilmælið um at halda seg mest sum fyri seg sjálvi teir fyrstu seks dagarnar, og ikki hava latið seg kanna tann sætta dagin. Men løgmaður væntar tvørtur ímóti, at tey dømi, sum hava verið um, at fólk, sum hava smitt­að onnur tí at tey ikki hava hildið tilmælini, ger, at tað festur seg enn sterk­ ari í tilvitskuni á fólki, hvussu avgerandi tað er at halda tilmælini. – Eg eri vísur í, at tað tað er ein betri máti enn at brúka forboð og vald, tí tað høvdu fólk ikki lurta serliga væl eftir, sigur Bárð­ur á Steig Nielsen. Hann gjørdi eisini greitt, at hann fer ikki at yvir­taka far­sótta­lóg­gávu­ na í óðum verkum, mitt í eini farsótt. –  Ein yvirtøka skal leggjast væl til rættis, tí tað verður ein útreiðsla fyri landskassan, so tað má lýsast væl, og skipast væl, sigur løgmaður. Hann leggur afurat, at hóast lóggávan ikki er yvir­tikin, hava føroyingar kortini ávísar heimildir. Ein av hesum heimild­ um er, at løgreglan kann taka fólk, sum eru í vanda fyri at smitta onnur. Hend­an heimildin er ikki brúkt enn, hóast vit afan á hava frætt um dømi, har hon kundi verið brúkt, sigur løgmaður. Óforsvarligt Christian Andreasen, tinglimur fyri Fólka­ flokk­in, heldur, at tað er ó­for­svarligt, at lands­ stýrið ikki vil útvega sær lógarheimild til at taka tær neyðugu av­gerð­ir­ nar, tí tað kann verða so skjótt, at smittan aftur fer at breiða seg í Før­ oyum, og tað kann eisini vera so skjótt, at vit missa tamarhaldið á støðuni. –Tað kann eisini vera so skjótt, at vit missa tamar­haldið á støðuni og tá er neyðugt at bera skjótt at, førdi hann fram í Løgtinginum. Hann sigur, at tað er ein royndur lutur, at tilmælini verða ikki hild­in. Tað er bara at hugsa um ólavsøkuna, tá ið Vaglið var avtaklað við fólki og tað er hvørt viku­skifti, at tað frættist, koro­na tilmælini verða ikki hildin á skeinki­støð­ um. Tí skilur hann ikki, at landsstýrið ikki vil út­ vega sær neyðugu lógar­ heimild­ina til tað. Tað verða ikki fleiri krøv til tey sum koma til landið KORONA: Tað er ivingarsamt um tað yvirhøvur er lógligt at seta fleiri krøv um kanning, sigur løgmaður Tað er ómsemja í Løgtinginum um framerðina hjá landsstýrinum í sambandivið koronu