Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Tað er fantastiskt, at prædi­kur á føroyskum skulu týðast til Danskt. Tað heldur Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta­málum. Og tað sigur hann í eini viðmerking til ætlanina hjá donsku stjórnini um at trúarsamfeløg í Dan­ mark, sum brúka annað mál enn danskt, skulu týða allar prædik­ur­nar til danskt. Endamálið við hesum er at forða fyri fyri at víð­gongdir, muslimskir, prestar sleppa at prædika haturs­talu ímóti ímóti danska samfelagnum, ella jødum og øðrum sam­ felags­bólkum. Danskir politikarar siga, at hetta er ein veru­ ligur trupulleiki í danska sam­felagnum og tað vilja tey til lívs. Lova ikki føroyingum nakað Sjúrður Skaale, fólka­ tings­maður, hevur reist málið fyri donsku stjórn­ ini tí tað er rættiliga fallið honum fyri bróstið, at eisini prædikur í før­ oysk­um kirkjum og samkomum, skulu týðast til danskt. Sostatt verður før­ oyskt trúarlív í Danmark flokkað í sama bólk sum víðgongdir muslimar og tað heldur hann vera burtur úr vón og viti. Hann sigur, at sostatt verða føroyskar kirkjur, og føroyskar samkomur, lagdar undir ógrundaðan ill­gruna. Tí vil hann hava, at føroyskt verður undan­ tikið hesum kravinum, tí hann heldur at tað er ørskapur av donsku stjørn­ini at flokka før­ oysku kirkjurnar og sam­ kom­ur­nar í Danmark, við mus­li­mar. Síðani hava bæði hin fólkatingsmaðurin, Ed­ mund Joensen, og sjálv­ ur løgmaður, Bárður á Steig nielsen, eisini tikið málið upp við donsku stjórn­ina, men higartil hevur tað ikki eydnast nøkr­um av teimum at fáa donsku stjórnina at veita vissu fyri, at før­ oyskar prædikur verður undantikið kravið um at tær skulu týðast til danskt. Hetta er óført Men ein, sum ikki er so harmur um hetta, er Jenis av Rana, lands­stýris­mað­ ur í mentamálum, tí hann hevur eina aðra hugsan. Í orðaskifti á Løgtingið stað­festi hann, at tað er fantastiskt, at føroyskar prædi­kur í Danmark skulu týðast til danskt. – Tað eru nógv, sum hava eina rætiliga av­ gjørda meining um, at prædi­kur á føroyskum í Dan­mark, skulu týðast til danskt. Eg haldi at tað er óført, tí vit fáa ongan­tíð ov nógv av tí at fáa útflutt Guðs orð á føroyskum máli, segði Jenis av Rana. Tað er fantastiskt, at vit soleiðis fáa Guðs orð á føroyskum, umsett til danskt, og sostatt fáa tað flutt yvir til danir, segði hann. Áki Bertholdsen Sum heild hevur lands­ stýrið fylgt teimum til­ mælum, sum far­sóttar­ nevndin hevur sett fram í royndini at basa ko­ro­nu. Men kortini hevur lands­ stýrið ikki fylgt tveim­um av eimum sein­as­tu til­ mælunum frá far­sótt­ar­ nevndini. Tað váttaði Bárður á Steig Niel­sen, løgmaður, í Løg­ting­i­n­um hendan dagin. Sirið Stenberg, ting­ kvinna fyri Tjóð­veldi, spurdi hann, hvussu samsvar er ímill­um tilmælini frá far­sóttar­ nevndini, og tey seinastu tilmælini, sum lands­ stýrið er komin við til al­ menningin. Samstundis undrar tað hana, at summir almennir stovnar mæla fólki til at vera í masku, hóast tað ikki er eitt av teimum al­ mennu tilmælunum. Bárður á Steig Nielsen segði, at eitt tilmæli frá farsóttarnevndini, er, at fólk skulu vera í masku, tá ið tey fara til handils í kirkju, ella aðrastaðni, har nógv fólk er. Farsóttanevndini hev­ ur eisini mælt til, at inn­ an­dura skulu, í mesta lagi, 20 fólk vera saman. –  Landsstýrið metti, at sum smittustøðan er í Føroyum, er tað ikki neyðugt, at krevja, at fólk skulu vera í masku, ella at avmarkað talið enn meri á, hvussu nógv fólk kunnu vera saman innan­ dura. Sostatt er almenna til­mæli framvegis, at innan­dura kunnu 100 fólk verða saman og tað er einki krav um, at fólk skulu vera í masku á ávís­ um støðum. Men løgmaður legði afturat, at broytist støða, so at korona fer at ganga av álvara í Føroyum, her hetta tvey tilmæli, sum kunnu verða sett í verk. Løgmaður ásannar, at í førum hava almennir stovnar strangari til­ mæli enn tey almennu til­mælini eru. Tað kann vera eftir ráðgeving frá koronu­ráð­gevingini og tað eru almennir stovnar vælkomnir til, sigur hann Vóru strangari enn tilmælini Men løgmaður staðfestur sam­stundis, at í summ­ um førum hevur lands­stýrið eisini sett strangari tiltøk í verk enn farsóttarnevndin mælti til. Eitt av hesum til­mæl­um var at krevja, at øll, sum koma til Føroyar, skuldu kannast fyri koro­ nu. –  Tað mælti far­sótt­ ar­nevndin frá, men vit hildu, at tað var so av­ gerðandi, at vit settu tað í verk kortini, segði løg­ maður. Men annars ásannar hann eisini, at eisini í øðrum førum, hevur tað verið ósamsvar ímillum tilmælini frá far­sótt­ar­ nevndini, og enda­ligu tilmælini frá lands­ stýrinum til al­menn­ingin. Hann sigur, at hetta gjørdi seg serliga gald­andi í fyrstani, tá ið støðan var so óviss, og tað vóru stórir spenningar ímill­ um politisku skipan­ina, ser­frøðingar og áhuga­ mál av ymsum slagi. –  Tá var onkuntíð ósam­svar ímillum til­ mælini frá far­sóttar­ nevnd­ini og tey, sum lands­stýrið settu í verk. Men nú nakað av tíð er frá­liðið, kunnu vit tíbetur stað­festa, at tað hevur gingið væl, tí higartil eru vit sloppin rættiliga væl undan koronu, segði løg­ maður. Hetta er fantastiskt Sjúrður Skaale heldur, at tað ørskapur, men Jenis av Rana heldur at tað er fantastiskt Landsstýrið fylgir ikki tilmælum frá serfrøðini KORONA Landsstýrið vildi ikki fylgja øllum teimum seinastu tilmælinunum frá farsóttarnevndini – men í øðrum førum er landsstýrið strangari enn nevndin hevur mælt til ONGANTÍÐ OV NÓGV Vit fáa ongantíð ov nógv av slíkum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum BÆÐI OG Í summum førum hava vit verið linari, men í øðrum førum hava vit verið strangari, sigur løgmaður